Anna Arabo
Hann tosaði um 200 millónir, sum vóru brúktar til kai, læknahøli, skúla og ítróttarhøll. Men hvør skal brúka hesa stásuligu høll og skúla?
Tey ungu fáa ikki loyvi at seta búgv her i Kollafirði. Tey søkja um grundstykki her norðuri, men tey fáa eitt nei. Jú, onkur fekk bjóðað stykki í Hoyvíkshaganum. Nær er Hoyvikshagin komin til Kollafjarðar at liggja?
Her á Oyrareingjum, Signabø og Langasandi er nógv slættlendi at byggja á, men Havnar kommuna sigur nei.
Tað eru fleiri ung, sum mugu flyta til aðrar bygdir, har er gamaní at fáa grundstykki, men tað kann ikki vera meiningin. Hvat ætlar Havnar kommuna, skulu Oyrareingir, Signabøur og Langasandur avtoftast? Ítróttarhøllin kann kanska brúkast til ellisheim um nøkur ár, tí við hesari framferð, sum H. K. bjóðar okkum, so verða bara gomul fólk eftir.
á Oyrareingjum 19/4