seyðahundafelag takkar bóndanum í Húsavík fyri, at lata økið og seyð til kappingina og takkar eisini fyri gott samstarv. Vit vilja somuleiðis takka øllum stuðlum og fólki, ið hjálpa til. Uttan tykkara stuðul, hevði [...] spennandi verðurat síggja, um FM-støðan broytist eftir hesa kappingina. Spenningurin er, um tey 4 plássini sum geva atgongd til EM, og til tríggjar teirbestu til HM. Tummas Jacobsen, við Moss, hevur fingið eitt [...] hevur helst longu tá tryggja sær pláss á landsliðnum. Sunnudagin 2. nov. kappast klassi 2 og klassi 1, sum er fyri unghundar, har nýggjir og sindur royndir hundar fáa møguleikan at vísasíni evnir. Hettar er
við. Ikki minst gjørdist hann kendur sum tann fyrsti her á landi, ið spældi “hawaii”-gittara, sum hann rópti tað steelgittaran. Hetta gjørdi eisini sítt til, at vit fóru at venja og spæla nógvar av sangunum [...] eitt lívlangt vinalag okkara millum. Milson var nøkur ár eldri enn eg, men vit vóru sum javnaldrar og høvdu tað gott saman. Sum sagt, spældi Milson bass, men tá ið hann í 1963 hevði tikið stýrimansprógv [...] frá henni fekk alt hvítt at vera sjálvlýsandi. Sjálvandi fóru vit allir í hvíta skjúrtu, næstu ferð vit spældu – og tá vóru eygu í teimum, sum vóru komin í dans, nú allir lýstu so kritahvítir! Tá ið fyrsta
og handlarnar. - Vit merkja týðiliga, at fólk vilja hava effektivar loysnir. Nógv velja elektroniskar fellur, men klassisku músa-og rottufellurnar selja eisini væl, siga handlarnir, sum tv2.no hevur skift [...] Í heyst hava handlar í Noregi selt músafellur, sum ongantíð áður, og orsøkin er, at norðmenn vænta, at hetta verður eitt rættiligt músaár. Nú kuldin er komin, og mýs og rottur royna at sleppa inn í úthús [...] umsetninginum av músa-og rottufellum og eituri móti skaðadjórum. - 2025 sær út til at gerast eitt metár. Vit síggja ein veldugan vøkstur í søluni, og í løtuni liggur sølan 125 prosent omanfyri søluna samanborið
metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”, ið vit áður hava víst. Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða [...] breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja. Fortíðin [...] like these”. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað. Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni
mortansaftan, sum er mánakvøldið 10. novembur, klokkan 19, har kórið fer at syngja okkurt av tí, sum er við á útgávuni, og aftaná verður ein drekkamunnur og lítil hugnaløta. Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur [...] mánakvøldið klokkan 19. – Kórið, sum Símun Nónklett setti á stovn í 1969, kom longu í 1972 út við plátuni “Kirkjutónar” og árið eftir við enn eini plátu, “Í adventini”. Tí hildu vit tað vera hóskandi at koma [...] er at skjalfesta kórið, sum tað ljóðar nú, og eg hugsi, at útgávan leggur seg snøggliga í framhaldi av søguni hjá kórinum. Heitið á útgávuni er “Nú hitar sólin bjarta”, ið eisini sæst aftur á kápumyndini
hevur eisini eina rúgvu á skránni – bæði søguløtur, spurnakapping og nógv afturat. Tann stuttliga og afturvendandi stempulkappingin hjá handilslívinum verður aftur í ár, og vinningurin er - sum altíð - [...] har til ber at keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri ein góðan prís.Úr rúgvusmiklu skránni kunnu vit nevna, at stórur pop-up marknaður verður í hølinum hjá arbeiðarafelagnum Hæddin við fleiri spennandi
uppvaksandi ættarliðnum. Sandsbygd hevur eisini í fleiri ár marknaðarført seg sum tað hugnaliga og náttúrugevandi alternativið, til eitt nú meiri troyttað umhvørvið, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Vøtnini [...] tiltrongda tunnil, og vit sandingar stuðla teimum av heilum huga. Gleðiliga felags niðurstøðan hjá kommunustýrinum á Sandi, við bygdafólkinum sum bulur aftanfyri, er greið. Finnið eina leið sum ikki gongur gjøgnum [...] tíbetur eru nógv samsint við okkum Sandingum. Náttúru og umhvørvisverjar. Tey sum fáast við og liva av landbúnaðinum. Og tey sum ásanna at ímyndin av bústaðarligari fagurfrøði og samljóði, er av stórum týdningi
Tað vóru ikki amatørar, sum stóðu aftanfyri dronurnar, ið vórðu orsøkin til, at fleiri enn 50 flogfør ikki sluppu avstað - ella ikki fingu lent í Brüssel og sum eisini vóru orsøkin til, at loftrúmið yvir [...] enn amatørar, sum vóru í gongd her. Vit noyðast at handla skjótt, vóru boðini hjá verjumálaráðharranum til verjunevndina í belgiska tjóðartinginum í gjár, og tað er tíðindastovan, Belga, sum endurgevur. [...] ein álvarslig og reell hybrid-hóttan, sum hann tekur til, samstundis sum hann vísti á líknandi hendingar aðrastaðni í Evropa. - Dronurnar hava eitt bevíst mál, sum er at órógva. Vanligir radio-frekvensir
Endamálið er at vísa, hvussu vit í felag kunnu nýta tilfar frá nærumhvørvinum, við støði í okkara tekstilu siðvenjum, til at skapa nýggj tekstilir ella klædnapløgg, sum vit brúka í gerandisdegnum, umframt [...] umframt at brúka tilfarið til at skapa list. Hon hevur eisini stóran áhuga fyri ull og viðgerð av ull og fyri siðbundnum handarbeiði – hvussu vit varðveita hetta og samstundis menna mentanarligir siðir. M [...] Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
niðrandi. KVF, sum er tann almenni tíðindastovnurin, vit øll gjalda fyri, eigur ikki lata slíkt fara framvið ósvarað. Skulu Føroyar rúma okkum øllum, eisini teimum við skerdum førleikum, mugu vit fara burtur [...] høvdinum, meðan dansað verður. Sjálvsagt sær tað skemtiligt út, tí ‘uttanifrá’ tykist tað, sum tónleikurin manglar. Tað, sum er merkverdigt, er, at mann í skemti útsetir ein heilan samfelagsbólk! 1. Orðingin “Her [...] og ger tey til nakað, mann kann flenna at. Orðingin sigur beinleiðis, at tey eru okkurt “minni” enn vit onnur, at tey per automatikk síggja býtt út. 2. Útsøgnin er eitt slag av førismismuni (ableism). F