Føroyska manslandsliðið í flogbólti spældi í dag annan dystin í Silver League. Á Digranesi í Íslandi taptu Føroyar í dag 0-3 fyri Svøríki. Frægast gekk í fyrsta setti, men munurin var greiður í øllum trimum
Flogbólts-Føroyar kunnu fegnast. Fyrsti sigurin í Silver League er veruleiki. Dysturin í høllini á Hálsi millum Føroyar og Ísland er júst liðugur, og hóast Ísland hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu [...] settinum vunnu føroyingar sannførandi. Føroyar-Ísland 3-0 (26-24, 25-23 og 25-19) - 3. dysturin í Silver League. Farna vikuskiftið taptu Føroyar tepurt 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi í Kópavogi
FBF skrivar á Facebook: - Føroyar vunnu eitt sett ímóti Lettlandi Silvurligan, kvinnur: Føroyar - Lettland 1-3 (11-25, 30-28, 17-25, 15-25) Føroyska A-landsliðið við kvinnum megnaði fyri løtu síðan at
Seinnapartin hevur føroyska manslandsliðið í flogbólti spælt móti Eysturríki í Silver League á útivølli í Eysturríki. Eins og í dystinum millum liðini í høllini á Hálsi var greiður munur á liðunum, og [...] við einum 3-0 sigri til eysturríkarar. Eysturríki-Føroyar 3-0 (25-14, 25-14 og 25-15) - Dystur í Silver League. Eysturríki er fremst í bólkinum við 13 stigum, og Ísrael er nummar tvey við 12 stigum. Føroyar
ikki føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti at vinna nakað sett í tveimum teimum fyrstu dystunum í Silver League niðri í Montenegro. Ígjár taptu føroysku kvinnurnar 0-3 (13-25, 10-25 og 15-25) fyri Georgia [...] fingu 19 bóltar í gólvið hjá Georgia. Georgia-Føroyar 3-0 (25-16, 25-13 og 25-19) - 2. dystur í Silver League. Eftir hetta fyrsta umfarið í Silvurliguni fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva [...] heimaftur til Føroya, tí longu hósdagin 23. mai skulu kvinnurnar vera í Luksemborg, har næsta umfarið í Silver League verður. Í Luksemborg leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai klokkan 17 ímóti
Í morgin seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti triðja dystin í Silver League á hesum sinni. Dysturin verður leiktur í Luksemborg móti vertstjóðini, Luksemborg Farna vikuskiftið
Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur spælt annan dystin í Silver League á ferðini í Íslandi. Í Kópavogi frammanfyri einari tómari høll uttan áskoðarar taptu Føroyar greitt 0-3 fyri Ísrael. Ísrael-Føroyar [...] Ísrael-Føroyar 3-0 (25-11, 25-12 og 25-13) - 2. dysturin í Silver League. Ígjár taptu Føroyar 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi. Komandi vikuskiftið spæla Føroyar tveir dystir á heimavølli í høllini
Føroyska manslandsliðið spældi í kvøld fyrsta dystin í hesi útgávuni av Silver League. Dysturin var móti Íslandi á Digranesi í Íslandi. Tað eydnaðist føroyska manslandsliðnum at vinna dystin 3-2, og harvið
Í kvøld klokkan 19 spæla Finnland og Føroyar dyst í Silverliguni í flogbólti hjá kvinnum í høllini á Hálsi í Havn. Eftir ætlan skuldi eisini Bosnia-Hersegovina vera við í kappingini, men stutt eftir l
Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti triðja dystin í hesari Silver League kappingini. Hesaferð verður talan um heimadyst í ítróttarhøllini á Sandi. Mótstøðuliðið í kvøld verður