Í kvøld klokkan 19 spæla Finnland og Føroyar dyst í Silverliguni í flogbólti hjá kvinnum í høllini á Hálsi í Havn.
Eftir ætlan skuldi eisini Bosnia-Hersegovina vera við í kappingini, men stutt eftir lutakastið tók landið seg úr kappingini. Tí hevur Bosnia-Hersegovina eisini tapt allar sínar seks dystir 3-0; m.a. tann ímóti Føroyum.
Tað merkir so eisini, at bara ein dystur verður leiktur í Føroyum á hesum sinni; nevnliga dysturin í kvøld.
Finnland er risastórur favorittur hjá trimum altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Finnland hevur eisini fulla úrtøka: 15 stig fyri fimm dystir, meðan Føroyar hava trý stig móti Bosnia-Hersegovina. Hinar fýra dystirnar hava Føroyar tapt.
Miðaloddsini upp á sigur til Finnland eru so lág sum 1,01.
Miðaloddsini upp á sigur til Føroyar eru so høg sum 12,40.
HER eru oddsini:
##med2##