er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvørroyrar skúla síðani 2016, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági. Cecilia er 38 ár og býr í Trongisvági [...] Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna. Cecilia Nolsøe Sørensen er [...] ingini er Cecilia lifecoach umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari, verður sagt í tíðindaskrivi.
Frameftir skulu ikki vera fleiri enn 22 næmingar í flokkunum í fólkaskúlunum. Nýggja skipanin verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026, tá byrjað verður við 1. flokki. Síðani verður hon rullað út yvir [...] Samstundis letur uppskotið fyri møguleikanum, at lærari og leiðsla á skúlunum kunnu seta inn við eini tvílæraraskipan heldur enn at býta ein flokk í tvey, hóast hann skuldi farið uppum 22 næmingar. – [...] – Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit fingu eina fulla semju um at lækka næmingatalið. Seinni í ár fara vit at gera aðrar broytingar, sum skulu skapa betri trivnað hjá bæði børnum og vaksnum, umframt
Svartá Fyri Niðan í Saksun og Karolinu Magnussen av Kvíggjarhamri í Saksun. Eilif tók stóran lut í bóndalívinum á garðinum hjá verfaðirinum øll árini, og í Saksun eigur hann mangar góðar løtur í hoyna, á fjalli [...] fjalli, í bjørgunum, við flettingarborðið og á haruveiðu. Eilif flutti við familjuni til Havnar í 1965 og starvaðist eitt skifti sum lærari í Kommunuskúlanum. Í 1968 fóru Eilif og Katrin niður til Keypm [...] tónleik. Í 1952 fór Eilif á háskúla í Haslev og fór síðan á Haslev Seminarium, har hann tók prógv í 1958. Eftir lokið prógv gekk leiðin aftur til Føroya. Fyrsta árið arbeiddi hann sum vikarur í Fuglafirði
ov stór byrða í byrjanini. Hondbóltur er í grundini alt fyri Elias, men tá ið hann megnar at hvíla høvdið frá hesi ítrótt, er tá ið hann er heima í Føroyum og vitjar Og so nýggjasta gøtan í Tórshavnar Kommunu [...] eftir unga hondbóltsúrmælinginum Í Sosialinum er eisini samrøða við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna. Hon er ættað úr Funningi, men hevur búð í Vestmanna síðan 1985. Í nógv ár starvaðist hon sum bankafólk [...] eitt óskrivað blað í politikki. – Tað hevur verið nógv at seta seg inn í og nógv at takast við, men við góðari og dugnaligari umsiting hava tingini lagað seg sum best, sigur borgarstjórin í Vestmanna við Sosialin
Bára Traustadóttir í er útbúgvin lærari í 2005 úr Íslandi og hevur starvast í Nólsoyar skúla síðani 2007, og hevur hon sostatt drúgvar royndir sum lærari í barnaskúlanum. Bára Traustadóttir er 61 ára gomul [...] gomul og býr í Nólsoy. Umframt læraraútbúgvingina er Bára Traustadóttir útbúgvin námsfrøðingur í 1984 og hevur arbeitt innan hetta yrki í fleiri ár. Eisini hevur Bára Traustadóttir tikið fleiri skeið, [...] sum stuðla undir fakligu menningina í skúlanum
undirvísa í 1983. Fríggjadagin fáa næmingarnir – og Bjarki – so at vita, hvørt tey skulu til endaliga próvtøku í føroyskum í ár. Miðnámsskúlin á Kambsdali takkar Bjarka fyri tíðina sum lærari, nú hann fer [...] Næmingarnir høvdu fingið vakrar flokstroyggjur í dag, eftir sum at hetta er seinasta ár teirra á skúlanum, men tey høvdu ikki gloymt Bjarka; hann fekk eisini eina vakra bundna troyggju og bundið turriklæði
skúlaár. – Lærarafelagið er í sambandi við umboð fyri Undirvísingarstýrið um hesi viðurskifti, nú protokollat í semjuni ásetti, at fleiri skulu setast í fast starv og færri í tíðaravmarkað starv. Vit fylgja [...] Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at lærarar eiga at fáa tryggari setanarviðurskifti. Til skúlaárið, sum nú er, 2023/2024, var søkt eftir 99 tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlunum og [...] landsstýrismenn í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv. Aftrat tí hava vit fingið ásett í protokollatið í seinastu semjuni
fegnist eg um, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm. Fyri vanlig fólk hevur tað verið ein avbjóðing at sleppa av við allar pantfløskur. Í dag hava vit einar 12 ymiskar skipanir, [...] har tú sum viðskiftafólk skal lata pantaðar fløskur inn aftur í sama handli, sum tær vórðu keyptar – ella í einum handli, sum selur fløskur frá sama innflytara. Sleppa av við øll íløt á einum stað Hetta [...] so eru fleiri handlar, ið manuelt taka ímóti pantíløtum og skulu skilja tey í millum 15 og 18 bólkar. Frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glas, plast og metal. Tað verður IRF, sum verður umsitari
Kassameistari Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð Skrivari Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum Nevndarlimur Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri. Á aðalfundinum vóru tiltakslimir [...] ir valdir. 1. tiltakslimur er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum, og 2. tiltakslimur er Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla. [...] in eftir aðalfundin var í gjár, har fyrsta mál á skránni var at skipa nevndina. Nevndin er skipað soleiðis: Formaður Jacob Eli S. Olsen Næstformaður Tórhallur við Gil, lærari í skúlanum við Løkin Kassameistari
tann dag í dag. Men Mikkjal var ikki bara kendur sum fótbóltsleikari. Hann var eisini kendur sum lærari á læraraútbúgvingini í tvey áratíggju. Aftaná at hava lokið prógv á lærdum háskúla í Danmark í 1990unum [...] Mikkjal Mikkelsen var ein av dugnaligastu fótbóltsleikarum í Føroyum í 1970unum og í 1980unum. Hann var svipari á KÍ-liðnum í fleiri ár, og hann var liðskipari á føroyska landsliðnum eitt tíðarskeið. Mikkjal [...] endurskoðast í 2005/2006, var Mikkjal settur sum skrivari í eini arbeiðsnevnd, ið taldi 15 fólk. Hetta var stórarbeiði, men nevndin var virkisfús, og í august mánaði 2006 fekk landsstýrismaðurin í mentamálum