Bára Traustadóttir fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Báru Traustadóttir í starv sum fyrstilærara í Nólsoyar skúla frá 1. august 2024 at rokna.

Bára Traustadóttir í er útbúgvin lærari í 2005 úr Íslandi og hevur starvast í Nólsoyar skúla síðani 2007, og hevur hon sostatt drúgvar royndir sum lærari í barnaskúlanum.

 

Bára Traustadóttir er 61 ára gomul og býr í Nólsoy. Umframt læraraútbúgvingina er Bára Traustadóttir útbúgvin námsfrøðingur í 1984 og hevur arbeitt innan hetta yrki í fleiri ár. Eisini hevur Bára Traustadóttir tikið fleiri skeið, sum stuðla undir fakligu menningina í skúlanum