Fyrsti nevndarfundurin eftir aðalfundin var í gjár, har fyrsta mál á skránni var at skipa nevndina.
Nevndin er skipað soleiðis:
Formaður Jacob Eli S. Olsen
Næstformaður Tórhallur við Gil, lærari í skúlanum við Løkin
Kassameistari Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð
Skrivari Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum
Nevndarlimur Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri.
Á aðalfundinum vóru tiltakslimir valdir.
1. tiltakslimur er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum, og 2. tiltakslimur er Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla.