- og er - at tað eru so fáir næmingar í hvørjum flokki, at lærararnir fáa góða tíð til hin einstaka næmingin, í mun til ein størri handilsskúla við nógvum næmingum. - Eg søkti um at sleppa inn, og tá eg [...] - Nei, eingin er verri fyri, um ein gongur í skúlanum við Áir, á miðnámsskúlum kring landið ella til talupedagog á Sernámsdeplinum. Tú skalt í øllum førum ikki gera teg minni, tí at tú ert soleiðis sum [...] næmingunum frá upplivingum sínum, áðrenn hon fór á skúlan, meðan hon gekk her og hvussu hon sjálv er komin víðari. - Jú, eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flakavirki.
frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt: - Høvuðsorsøkin til hetta var, at ein fekk avviklað tað mesta av almenna stuðlinum til skip og trolarar. Hetta var til stóran skaða. - Í dag sær ein tí, at tingini eru [...] sigur Schlüter. Hann hevur somuleiðis lagt merki til, at tann føroyski búskapurin mennir seg ótrúliga væl. – Det er ligesom i Danmark, sum hann tekur til. Fer ein 15 ár aftur í tíðina, tá búskaparliga kreppan [...] føroyingar eina ótrúliga góða skipan, og hevur henda verið við til at beina føroyska samfelagið aftur á rætta leið. Freistar Poul Schlüter er komin higar at halda fyrilestur saman við íløgufyritøkuni Garanti
veðrið eisini til vildar, sigur Dia. Samstundis kann staðfestast, at streymurin var góður í gjár, og verður tað somuleiðis í nakrar dagar aftrat. Fyrsti túrurin Árið byrjaði annars gott til veður, hóast [...] hagar eftir agni. - Tað er bara eitt sindur undarligt, at ein strandingur skal fara allan vegin yvir til Runavíkar at keypa agn frá einum øðrum strandingi, sigur Dia við einum stórum brosi. Hann er einsamallur [...] sonurin, Sonni sum rør út. Eg hjálpi honum bara eitt sindur við at egna, sigur Dia. Hann kennir nakað til tað at vera útróðrarmaður, men hevur siglt fyri tað mesta. Eina løtu sum hesa er gott at fara oman
forstyrktir við jarni. Eingin vón - Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra [...] eftir sjónum. Eg avgjørdi at halda meg til fanglínuna og bátin. Spurdur, um hann væntaði, at luftin, sum sat í húsinum, fór at hvørva, soleiðis at báturin fór til botns, sigur Magnus: - Eg visti, at húsið [...] eru kærast, men hóast serstakliga vánaligu umstøðurnar og eingi útlit til bjarging, var hann klárur alla tíðina og vildi stríðast til ta seinasta. - Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát
Orsøkirnar til at Vilhjálmur Gregoriussen av fyrstan tíð valdi at søkja stjórastarvið eru fleiri. - Fyrst og fremst dámar mær ógvuliga væl at arbeiða við fólki. Tankin um at eg kann vera við til at førleikamenna [...] Frá ár 2000 og fram til 2006 starvaðist hann í Danmark hjá Simrad, seinni hjá Søfartsstyrelsen og seinastu tíðina hjá Novo Nordisk. Árini í útlandinum kunnu avgjørt verða honum til fyrimuns, heldur nýggi [...] at tað verður soleiðis, at tá tað kemur til eftirútbúgvingar, so verður Vinnuháskúlin eitt natúrligt val. Og á tí økinum haldi eg eisini, at vit hava potentiali til at fáa útlendingar hendaveg á skúlan,
vegin til Havnar, og síðani til kvøldskúlan í Runavík, sigur hann brosandi. Við øðrum royndum innan landbúnað, sær hann seg fult føran fyri at taka yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi [...] Strandferðslan ókeypis ferðaseðlar. Millum ferðafólkini til Suðuroyar henda dagin vóru Johan og Rakul, og komin í land varð leiðin beinanvegin løgd til hetta staðið, sum síðani hevur verið heimstað hjá hjúnunum [...] Rakul umskapað hetta til teirra egna heim, við einum hópi av djórum, heimligum hugna og opnum hjørtum, og enntá eini útvarpsstøð – Radio Fámará. Soleiðis var gerandisdagurin fram til í farnu viku, tá ein
stóð, tá teir á sinni bóðu hann um at stilla upp til løgtingsval á fyrsta sinni. Í tingarbeiðinum er Gerhard sannførdur um, at hann ikki hevur verið til bága fyri Javnaðarflokkin. Heldur hinvegin! - Eg [...] byrja at henda, síggjast týðilig tekin um í dag. Gerhard vísir her til málið um undirsjóvartunnilin um Skopunarfjørð og tunnilin til Dals. - Hetta eru mál, sum hava verið leingi í umbúna, men sum hol nú [...] stýrimaður og ein er handilsmaður. Er abbi at átta børnum. Lívsleið: Fór til skips 13 ára gamal við Kalvsevni. Seinni lært til rørsmið, arbeiddi fyri seg sjálvan og hevur haraftrat starvast sum vatnmeistari
annað. Handilin er tí opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9 til 22. Leygardag er fyrst opið frá 9 til 12 og síðani frá 16 til 22, og sunnudag frá kl. 16 til 22. [...] eigur tú ikki so nógv? Sama ger, so taki eg bara sjey-ein-hálv-frímerkir fyri rest. Ein maður er komin inn í einasta handilin í bygdini. Handilin liggur miðskeiðis í bygdini, og hevur í roynd og veru virkað [...] tað kostaði honum eitt sindur eyka í postgjaldi. Handilin virkar eisini sum kiosk, og hevur tí opið til kl. 22 á kvøldi. Hesa løtuna, vit vitjaðu handilin vóru ikki nógvar slíkar vørur seldar, helst tí at
tíðina sleppa heim aftur til Føroya. Harafturat var tað torført at fáa arbeiði í Føroyum við eini cand.mag í latíni og grikskum. Einki spøkilsi í Ónagerði Leiðin gekk sostatt til lærda háskúlan í Keypmannahavn [...] dámað tað væl. - Boðini skulu gevast varðliga til tey, ið syrgja. Tað er hart og slítandi, og mann situr ofta hjá teimum allan dagin. Ja, ofta eri eg komin heim aftur, og havi kent meg púra útlúgvaðan. [...] Tjóðveldisflokkinum, men tá flokkurin snaraði ov nógv til vinstru, fór hann upp í Kristiliga Fólkaflokkin, har hann eisini sat sum formaður í árunum 1991 til 1994. Harafturat hevur hann skrivað søguligar greinar
Livar Nysted, ið er umborð á Avalon, nú lagt verður frá landi og enn ein roynd verður gjørd at rógva til Føroyar. Livar Nysted tosaði við Hilmar Jan Hansen í tíðindunum á Rás 2 í dag. Livar Nysted gevur eisini [...] fingið eina betri manning. Tað má eg siga akkurát sum er. Vit hava onkran harra umborð, ið er kanska komin eitt sindur upp í árini. Eg má siga sum er, at eg havi aldrin sæð nakran róð so nógv og so hart. Tað