sandingar hava kappingina á Sandoynni. Finalan Sum sagt, verður finalan í ár hildin á Kambsdali, har hon var øll tey frystu árini. hetta er fyrst og fremst tí at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki vil hava tiltøk [...] fatur á. Tiltakið Tiltakið er sum sagt afturvendandi, men økiskappingarnar eru altíð treytaðar av hvussu nógv tekna seg til kappingina. Tískil heita fyrireikarnir á fólk, um at tekna seg. Serliga á teimum [...] 16 vinnarar og ein ørgrynna av øðrum luttakandi, sum seinni eru vorðin kend í Føroyum, bæði á tónleikapalli og á plátu og fløgu. Tey sum beinleiðis hava fingið útgávusáttmála við Songrøddina eru, Jórun úr
Føroyar 31. august á Svangaskarði akkurát taptu 2-1. Hinar tríggjar dystirnar á heysti í 1996 spældu Jan Allan og Todi saman. Í fjør spældi landsliðið fimm ferðir í HM undankappingini. Niðri á Malta hevði Todi [...] afturat sær har frammi, og á Svangaskarði móti Malta var Uni Arge saman við Toda. Í teimum báðu dystunum móti Kekkia spældi Jan Allan Müller ? á útivølli saman við Una og á heimavølli saman við Toda. Niðri [...] landsliðið í kvøld klokkan 20.30 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan 19.30 føroyska tíð, fer inn á Kosevo leikvøllin í Sarajevo, verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevur ábyrgdina av landsliðnum
at færri hava vitjað á festivalinum. Tað er Brandur Øssursson, sum øll hesi árini hevur fyrireikað festivalin saman við dananum Poul Jørgensen. Og aftur í ár eru áhugaverd nøvn á skránni. Umframt góðan [...] vísunøvnini fyrsta dagin á festivalinum, og Allan Olsen úr Danmark hevur guitarina við og endar festivalin við einum braki. Til festivalin hoyrir sum altíð ein plakat og hesa ferð er tað Kári Svenson, listamaður [...] Miðskeiðis í oktober hýsir Norðurlandahúsið 15. árið á rað jazz-, fólka- og bluesfestivalinum. Í fjør fluttu fyrireikararnir festivalin frá august til oktober og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot
Janus, sum teir sjálvir hava sett løg til. Teir sum framføra eru Kári Sverrisson, sum syngur og spælir gittar og Óli Olsen, sum spælir á klaver og harmoniku. Tónleikabólkurin Enekk, sum er av Skálafjørðinum [...] og heitið, stava allir sangir á hesi fløgu úr fyrsta yrkingasavni Janusar, sum kom í 1914. Plátufelagið Tutl stóð fyri hesi sermerktu útgávu, sum í tónleikasniði byggir á heimligan eins og fjarskotnan [...] sonevnda heimstónleikinum ella world music. Tað eru teir báðir Kári Sverrisson og Óli Olsen, ið hava gjørt tónleikin til yrkingar Janusar, sum eru á fløguni »Ver sterk mín sál«. William um Janus William Heinesen
sum gjørdi, at hann noyddist at fara út móti HB næstsíðsta leygardag. Ta ferðina var Kári Hansen ein hin drúgvasti á miðvøllinum, men hesa ferð spældi hann bara síðstu 24 minuttirnar. Hann kom beinleiðis [...] umfarinum, tá teir fyri tað mesta vóru omaná á miðvøllinum, har klaksvíkingar høvdu ilt við at finna røttu markeringarnar, tríggjar aðrar møguleikar. Kári Sigvardsen, sum í fyrra umfarinum var heilt illa [...] bara einar fimm minuttir, so datt tað sundur aftur, og bólttap og skeivar sendingar vundu upp á seg aftur. Heðin á Lakjuni mundi hava besta møguleikan í øllum dystinum, tá hann, stutt eftir at fyrri klaks
ljóðviðurskiftini sera góð. Rættiliga væl av fólki lýddi á framførsluna hetta frálíka kvøld og lagið sera gott á øllum. Eftir konsertina, sum vit fingu festa á band, varð sagt farvæl og takkað fyri góðar løtur [...] onnur við á ferðini. Viðførisrúgvurnar stórar og saman við ljóðførunum okkara tóktist tað fyri onkrum vónleys uppgáva at fylla í bussin, sum koma skuldi vestan úr Vágum. Guli bussurin kom í túnið, á siðuna [...] teir væl fyri og tað ljóðaði stak væl. Neskaupstaður Neskaupstaður er á stødd sum Fuglafjørður, heldur fleiri íbúgvar o.u. 1600. Har á staðnum er uttandurðahylur og flestu okkara svumu í morgun. Umframt
hálvleiki, beint tá ið GÍ hevði javnað í Gøtu, og áskoðarnir róptu út á vøllin í Runavík at nú var 1-1 í Gøtu, bleiv Zoran útvístur, hetta hendi á miðjum vølli, bólturin sprakk upp í hondina hjá Zoran og bólturin [...] ikki vera rætt, at ein dómari skal við miðvísari viðferð leggja eftir KÍ dyst aftaná dyst. Símun á Høvdanum P. S. Annars hevði Birgir Sondum úttalað seg til KÍ-leikarnar næstseinasta sunnudag, tá ið KÍ leikti [...] leikarar av vøllinum við reyða kortinum, har hann hevur dømt ímóti KÍ, og ein hevur næstan ikki tal á gulum kortum, sum hesin sami dómari hevur givið sama felag. Einasta ein kann siga um hendan mannin er
tveimum øðrum sterkum íslendingum, sum í løtuni spæla niðri á europeiska meginlandinum. Eitt reint Bábelstorn Páll Guðlaugsson setir stórt álit á teir báðar føroyingarnar, og hann veit eisini, hvat teirra [...] sjálvur tosaði sítt egna mál. Men tað er eisini so gott sum komið upp á pláss nú, sigur Páll. Stórur áhugi Føroyingarnir eru sera væl umtóktir á Ólafsfirði, og serliga nú steypafinalan stendur fyri framman, snýr [...] er ikki heilt so vanligt í Íslandi - enn - men eitt felag hevur eftirhondini so nógvar útlendingar á liðnum hjá sær, at tað hevur fingið eyknevnið "lið sameindu tjóða", og tað liðið er Leiftur av Ólafsfirði
frammanfyri, men tað er tungt at reisa seg, tá ein hevur tapt 6-1 og so á heimavølli enntá. Óhepna byrjan Byrjanin av dystinum á Krossinum í Sumba var tó ikki so heilt ring kortini. Í fyrsta minuttinum [...] legði seg á odda við einum málið, sum danski leikarin Kasper L. Jacobsen gjørdi. Sumbingar við aftur Nú var sumbingum greitt, at skuldu teir hava nakað burtur úr dystinum, so var neyðugt at fáa skil á spæli [...] var tað verjuleikarin Sjúrður Jacobsen, sum átti seinasta fótin á bóltinum. Hetta er annað málið hjá Sjúrða og hann hevur skotið tey bæði á útivølli. Longu tveir minuttir seinni var aftur galið hjá sumbingum
fingu Eyðleyg Mikkelsen og Kári í Garði, Strendur, eina dóttur, ið eitur Elspa í Garði. Hon var 54 cm. long og vigaði 3400 gr. 31. august fingu Eyðna Vidtfeldt, Sandur og Jógvan á Toftini, Toftir, ein son