Málleyst millum tvey høkjulið

Fótbóltur: Spæligleðin tóktist fáa orduligt skot fyri bógvin, tá kort í ymsum litum vóru á lofti mest sum alla tíðina

Tað var Bartalsmessudagur í gjár, og tað er 25. august í dag. Í gjár hevði KÍ 94 ára føðingardag, og í dag hevði John Reid Bjartalíð, sáli, havt fylt 83 ár.

Ynskið hjá klaksvíkingum var, at teir við sigri í Runavík kundu halda fast um møguleikan at vinna FM, men tað megnaðu teir ikki.

NSÍ uppstillingin á heimavølli bar boð um, at teir vóru fyrst og fremst áhugaðir í ikki at tapa, og so vóru fyritreytirnar fyri álopsspæli og nógvum málmøguleikum ikki tær bestu. Tað sást aftur í málleysa úrslitinum.

Bæði liðini vóru heilt nógv skerd, og tað sást aftur í avrikunum. Heimaliðið spældi við Kristian Høgna Jacobsen einsamøllum á toppinum. Hann er ein góður fótbóltsspælari, og hann hevði eina góða roynd móti málinum fimm minuttir undan steðginum, eftir at hann í vinstru sera snilt hevði spælt seg sjálvan leysan við hælinum, men skotið varð blokerað út til horna.

Seinna umfarið sást lítið til unga álopsmannin, sum heilt týðuligt framvegis var darvaður av skaðanum, sum gjørdi, at hann noyddist at fara út móti HB næstsíðsta leygardag. Ta ferðina var Kári Hansen ein hin drúgvasti á miðvøllinum, men hesa ferð spældi hann bara síðstu 24 minuttirnar. Hann kom beinleiðis av føðideildini, har hann knappar tveir tímar undan dystarbyrjan hevði verið eygnavitni til, at hann varð vorðin pápi, og tað sigur seg sjálvt, at eftir slíka hending er ikki nógv orka og nógvur hugur at spæla fótbólt.

Burtursæð frá møguleikanum hjá Kristian Høgna Jacobsen, so høvdu teir í NSÍ seinnapartin av fyrra umfarinum, tá teir fyri tað mesta vóru omaná á miðvøllinum, har klaksvíkingar høvdu ilt við at finna røttu markeringarnar, tríggjar aðrar møguleikar.

Kári Sigvardsen, sum í fyrra umfarinum var heilt illa ansaður, sendi úr 14 metrum flatt í stólpan og út, og Jónstein Petersen, sum langt í frá var so eyðsýndur, sum hann annars hevur verið eftir summarstegðin, royndi seg við skoti eftir uppspæl í høgru og bólt tvørtur um, men Gunnar á Steig bjargaði.

Kasper L. Jacobsen var hesa ferð miðvallari í høgru, har hann ikki gjørdi tær skreytirnar, sum tað altíð verður roknað við, at útlendskir spælarar skulu gera. Hann kundi í 1. hálvleiki havt verið avgerandi, men fluktskotið eftir innlegg úr vinstru fór tríggjar metrar við síðuna av málinum.


Tannleysir klaksvíkingar

KÍ saknaði nógv fólk, men teir høvdu Allan Joensen við, og tað vil siga, at upplýsingarnir, sum vit høvdu í blaðnum leygardagin um, at hann var leikbannaður, vóru ikki rættar. Tað var týðuligt, at Allan Joensen var darvaður av skaða, og tá eingin John Hansen var til at bróta ígjøgnum í vinstru, og Arnold Joensen í høgru ikki var so væl upplagdur, sum hann ofta hevur verið í ár, so var hóttanin ikki serliga stór.

Rógvi Jacobsen fluktaði tíðliga eitt av fáu innleggunum úr høgru við síðuna av málinum, og í 2. hálvleiki setti KÍ Allan Joensen í fremstu røð, tá teir gjørdu fyrstu útskiftingina. Eina lítla løtu fingu teir ró á miðvøllin, og bólturin ferðaðist soleiðis, sum so fáir aðrir enn klaksvíkingar kunnu fáa hann at gera, men tað var bara einar fimm minuttir, so datt tað sundur aftur, og bólttap og skeivar sendingar vundu upp á seg aftur.

Heðin á Lakjuni mundi hava besta møguleikan í øllum dystinum, tá hann, stutt eftir at fyrri klaksvíkingurin var rikin av vølli, hegnisliga tamdi innlegg úr høgru og smekkaði til úr fimm metrum. Dejan Milanovic bjargaði frágera væl til hornaspark, og so spurdist ikki meiri burturúr.


Onga úrtøku

Heimaliðið átti at havt stóran fyrimun av, at teir í tíggju minuttir spældu ellivu móti tíggju og í tíggju minuttir spældu ellivu móti níggju, men teir løgdu ikki nógv fyri frammi á vøllilnum. Sendingarnar vóru óneyvar, og so fingu teir einki burturúr. Tað tóktist næstan sum um teir vóru nøgdir við javnleikin, og í veruleikanum var møguleikin hjá Heðini á Lakjuni tann størsti hesa løtuna.

Spælararnir á báðum liðunum og áskoðararnir hjá báðum pørtum vistu eftir dystin ikki at siga, hvat klaksvíkingarnir vóru riknir av vøllinum fyri. Dómarin gav Harley Bertholdsen eitt gult kort fyri at brúka seg ? KÍ spælarin helt seg sum liðformann hava rætt at gera vart við misnøgdina við dømingina ? og eitt fyri at fella Jónstein Petersen aftanífrá (spælarar og áskoðarar hjá báðum liðum sóu ikki hetta sum tilætlað), og hann gav Zoran Mancic eitt gult kort fyri at taka í mannin, sum fór framvið honum, og eitt fyri hands á miðstrikuni.

Hetta hevði við sær, at ein hálvvánaligur fótbóltsdystur, sum meiri bar brá av summarfótbólti enn uppgerð millum tvey lið, sum stríðast fyri FM og møguleikanum at sleppa út í Europa at spæla komandi summar, endaði eitt sindur ruðuleikakendur.

Dómarin hevur skrivað frágreiðing til FSF um, at onkur klaksvíkingur eftir dystin skal hava trongt seg inn í læsta umklæðingarrúmið hjá honum. Hava klaksvíkingar gjørt tað, so hava teir borið seg meiri enn býttisliga at. Áðrenn teir fóru undir tak, høvdu teir samkenslu frá áskoðarunum hjá báðum pørtum og eisini spælarunum hjá NSÍ, tí dómarin hevði tulkað reglarnar, hann hevur at døma eftir, so nógv øðrvísi enn hini sóu. Men at brúka handamakt og illsinni, tá tú kennir teg illa viðfarnan ber ongantíð rættin við sær, og tað hevur altíð við sær, at tú missir virðing.