og annars vil eg halda fram at skapa bestu umstøður fyri at ríka mentanarlívið í allari Tórshavnar kommunu. Ítrótturin er partur av hesum, og vit eiga at gera alt fyri at geva ítróttinum allarbestu umstøður [...] á dagsskrá, og langhylurin er longu á veg. Fyri nøkrum árum síðani hildu vit okkum hava skapt góðar umstøður fyri eldri borgarar á røktarheimum, eins og vit høvdu nóg mikið av barnagarðs- og vøggustovuplássum [...] Tað er gott at vera í Havn, og tí elska vit at búgva her. Men tá tað er sagt, so kunnu vit altíð gera meira fyri at fáa høvuðsstaðin til ein uppaftur betri bý at búgva í. Tað eigur at vera fremsta málið
Høgni S. Reistrup Vit eru ein siglandi tjóð, og tí eigur tað at liggja ljóst fyri at sigla grótið úr Sandoyartunlinum til Eysturoynna. Koyrast gjøgnum Havnina skal tað ikki. Ímyndið tykkum 500.000 tons [...] hava barnafamiljurnar tað gott. Men 15.000 stórir lastbilar beint framvið stovnum og sethúsum í Havn skapa ongan trivnað. Havnaborgarar kunnu ikki halda ondini í 1 ár, tí ein onnur kommuna vil hava grótið
· Vit verða fleiri eldri · Vit skulu búgva heima, sum longst · Vit skulu møta okkara eldru har tey eru – og lurta Fyribyrging Vit skulu framhaldand veita, og økja um, kommunal tilboð til okkara eldru. [...] trivnaðurin er so góður sum gjørligt. Kommunan skal skapa karmar har tey eldru trívast sosialt. Røkt Teimum eldru, ið hava tørv á røkt og støðugari hjáveru, skulu vit veita eina hjálpandi hond. Heima, sum longst [...] eldraráðnum eru førleikar og vitan, sum vit sjálvsagt eiga at lurta eftir. Somuleiðis eiga vit at lurta eftir pensjonistafelagnum, sum umboðar okkara eldru í felag. Vit skulu, ja eg endurtaki, møta okkara
- Tí er avgerandi, at vit eru ambitiøs, síggja møguleikar í okkara lokalu dýrgripum og gagnnýta teir til fulnar. Hetta ger, at vit halda fast í okkara samleika, samstundis sum vit megna at fylgja við tíðini [...] umbygging av ruskplássinum, soleiðis at tað verður greiðari, hvussu vit skilja okkara rusk rætt. Haraftrat kundi eg hugsað mær, at vit fingu eina góða og innbjóðandi endurnýtslustøð, sum allir borgarar [...] Sjóvar kommunu næstu fýra árini, og hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at fáa fyri tykkara øki? - Vit eru ein kommuna í stórum vøkstri, og Eysturoyartunnilin hevur nógvar møguleikar og avbjóðingar
skilja vit skjótt, hvat barnið meinar við, tí tekningin og forteljaragleðin hjá barninum setur okkara hugflog í gongd, og skjótt síggja vit ósjónliga hestin ella fuglin, ein hálvan metur uttan fyri arkið [...] og Svend Sivertsen vegna Fuglark. Takk fyri álitið, mær var givið og takk fyri gott samstarv. Eg takki eisini arkitektunum, Høgna Kastalag og Svend Sivertsen fyri samstarvið í samband við teknisku og praktisku [...] vóru møtt at síggja listaverkið, ið er sjónligt kring stóran part av býnum, verða tendrað fyri fyrstu ferð. Vit endurgeva her røðuna, sum Edward Fuglø helt, áðrenn Beinta Klakstein, forkvinna í trivnað
vinnuhugskot sum hava tørv á plássi td til at arbeiða við prototypum. Vit skulu lívga um føroyska matframleiðslu og tí skulu vit skapa umstøður fyri einum innandura matmarknaði - har bóndir og øll onnur ið framleiða [...] Tað er uppá tíðina at fáa lív í gamla Bacalao og skipa eitt blandað vinnuumhvørvi, har vit eiga at skapa ein matmarknað við føroyskum matvørum saman við maritimum vinnum, kreativum vinnum og íverksetarum [...] Barðið hevur landingarstøð niðast og tey skulu fáa alt tað pláss teimum tørvar, tí hetta virksemi skulu vit hjúkla um. Fýritøkan ÌSUR framleiðir ís, Næla hevur drívhús við alskyns kryddplantum, og ymsar fyritøkur
og lendið rundan um - Skynsama sambinding millum Grím Kambansgøtu og niðaru Havnina fyri at skapa betri ´flow` fyri handilsvirksemið í býnum - Ein opnan og brúkiligan bý , soleiðis at ferðslan kann glíða [...] sniðgeving. Hann vil m.a. arbeiða fyri, at umstøðurnar hjá eldri fólki og fólki við fysiskum avbjóðingum verða betri, umframt at býurin í síni heild verður ein miðdepil, ið vit havnaborgarar kunnu vera stolt [...] hálku. Eisini kundu vit gingið á odda við einum koyritekniskum annleggi til stór akfør, sum tað er stórur mangul uppá í londunum kring okkum. Hetta hevði samstundis skapt møguleikar fyri bæði hotell og m
undir opnum himli. Hetta ásannaðu vit eisini í næstseinastu býráðssetu, tá ið vit samtyktu at gera nakrar kilometrar av rossagøtum, sum vóru ein fongur og ein vinningur fyri so mong. Bæði rossafólk, gongufólk [...] Einki er so gott fyri sál og sinn sum ein túrur úti í Guðs fríu og fríðu natúru. At anda okkara serliga frísku luft niður í lunguni, samstundis sum allir sansir verða rørdir av tí, vit síggja, hoyra, sansa [...] reinleika, okkara natúra kann geva so framúr væl. Fáa vit undirtøku til aftur at skipa meiriluta í Tórshavnar býráð, vil eg framhaldandi arbeiða fyri at gera og bøta hesar gøturnar. Fáa eitt gøtunet Nú er
pláss fyri batum, so vit kunnu styrkja eldraøkið. Fyrst og fremst eiga vit altíð at gera okkum greitt, at vit skylda okkara eldru góð ellisár, og tí eiga vit at raðfesta eldraøkið høgt og syrgja fyri, at [...] týdning fyri ellisárini hjá so mongum. Tey gera eitt stórt arbeiði, ið vit øll seta stóran prís uppá, og teimum eiga vit at tryggja betri karmar og fleiri tímar, umframt at vit mugu syrgja fyri, at nóg [...] og her eiga vit ikki at spara, men at gera alt tað, sum skal til. Eisini eiga vit at hava í huga tey avvarðandi, sum mangan gera eitt so stórt arbeiði sjálv fyri síni næstu, og har vilja vit fegin lyfta
yvirgongdina frá sjónum upp á land? Hvussu kunnu teir skapa sær eitt gott lív eftir at hava mist tað, sum kanska hevur mynda teir einamest? Sum samfelag eiga vit at hava áhugað í at fáa lýst allar spurningar um [...] arbeiðsmarknaðinum? Hvussu verður bólkurin loftaður í heilsuskipanini, av sosialum myndugleikum o.ø.? Fyri samfelagið hevur tað stórt almannagagnligt virði at fáa samlaða og skipaða vitan um uppilagstar sjómenn [...] lív og lívstreytir, og hvussu hesir klára seg í samfelagnum sum heild? Og ikki minst eru viðurskifti vit kunnu bøta um og betra, so eigur tað at vera gjørt.” Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir frá Høvuðsøki