Altjóða vinnu- og vørusýningin varð avlýst vegna korona í 2021, men fyrireikararnir eru farnir ígongd við at fyrireika Atlantic Fair 2022.
Herfyri var Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair, og heilsaði uppá Karl Johansen, borgarstjóra, skrivar Klaksvíkar kommuna. Teir tosaðu um framtíðarætlanir fyri Atlantic Fair og týdningin av at hava eina tílíka altjóða stevnu í Klaksvík.
Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at bjóða føroyskum og útlendskum fyritøkum vælkomnum til Klaksvíkar.
– Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunan skapar karmar fyri, at okkara fyritøkur kunnu samstarva og netverka í sínum egna umhvørvi. Tað er hetta samstarvið, sum í famtíðini skal skapa okkara vøkstur á fiskivunnuøkinum, har Klaksvík framhaldandi skal bjóða seg fram sum veitari til maritimu vinnuna, sigur hann, sambært Klaksvik.fo.
– Tiltakið, Atlantic Fair, hevur ment seg sera nógv ár um ár og vorðin ein áhugaverdur sýnisgluggi á altjóða støði, har bæði føroyskir og útlendskir veitarar sýna fram við tí nýggjasta nýggja, skrivar Klaksvíkar kommuna.