Oddaliðið VÍF úr Vestmanna var sunnudagin í høllini á Hálsi og vitjaði H71. VÍF var stórfavorittur undan dystinum, við tað at teir í ár hava verið klárt besta liðið í 1. deild hjá monnum í ár. Harafturímóti [...] trý stig at hava í viðførinum við aftur til Vestmanna. Mistøk og lítil konsentratión Hoyvíkingar vístu gott hondbóltsspæl í byrjanini av seinna hálvleiki, og teir megnaðu at koma innaftur í dystin. Eftir [...] tíðliga í seinna hálvleiki framvið í álop, og hann hevði ein og tveir góðar møguleikar at skora. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti VÍF ferðina upp, og teir tóku aftur eina trygga leiðslu í dystinum
sigur, hvussu børn í Føroyum hava tað við seg sjálvi, heima og í skúla. Nógv prutlar undir lokinum, skilst. Síðani seinasta heyst hevur Lise Larsen arbeitt á Margarinfabrikkini. Og í november fór hon undir [...] tær ikki finna seg í. Tað er gott at hava hesi børnini ímillum, tí fara nøkur børn út um mark antin við at siga eitthvørt ella við at gera okkurt, so eru tað hesi børnini sum hála í tey. Tey børnini, sum [...] hava tað gott. Nógv av børnunum hava tað ikki gott í skúlanum. Og vit hoyra eisini frá børnunum, hvat fer fram í skúlanum. Nógv rættiliga álvarsamt. Í fleiri førum tekur skúlastjórin ikki pedagogisku ábyrgdina
fólkinum í eina tíð, men tú kanst ikki lúgva fyri øllum fólkinum alla tíðina«. Lat hetta standa sum lærusetningur fyri teir føroysku fjølmiðlarnar. Ta síðstu tíðina verður endurtikið upp í saman í útvarpi [...] sjónvarpi og í bløðunum, at vit hava fingið undirgrundina frá danskarum, ongin av hesum miðlum seta spurnartekin við útsagnið at vit hava »fingið undirgrundina frá danskarum«. Eg leggi onki í at fara út í juridiskar [...] at her er onki mark fyri fordómum og rasismu mótvegis føroyingum. Vit sum hava búð í Danmark kenna okkum ikki aftur, og serliga hugstoytt er, at føroysku fjølmiðlafólkini eru farin í song við fíggindanum
mannadagurin? (orðið stendur ikki í orðabókini). Vit hava fingið at vita, at ongin kvinna er í leiðandi starvi í Føroyum, sambært Útvarpi Føroya 08.03.01, og Augustu Mikkelsen í Sosialinum 10.03.01. Tað tykist [...] tykist løgið at lesa og hoyra, at ongin kvinna er í leiðandi starvi. 1. Hægsta starv í Føroyum ? skrivstovustjórin í Løgtinginum ? er KVINNA. 2. Hægsta starv í Landsstýrinum ? skrivstovustjórin ? er KVINNA [...] lu Landsins er KVINNA. 7. Stjórin í Norðurlandahúsinum er KVINNA. 8. Apotekarin í Havn er KVINNA. 9. Apotekarin í Klaksvík er KVINNA. 10. Stjórin á størsta hotelli í Føroyum er KVINNA 11. Av trimum lí
afturat og eru tað: Zion í Vági og Saron í Vestmanna. Roknað verður við, at fleiri samkomur fara at koma uppí, sum tíðin líður. Stór felagsmøtir í Læraraskúlahøllini Eitt av endamálunum við samtakinum er at [...] hundrað túsund fólk á møtirøðum sínum í Afrika. Stór undur og tekin og grøðingar henda, meðan hon prædikar. Henda fundarøðin verður í Ítróttarhøllini í Runavík í døgunum 20.-22. apríl. Aril Edvardsen til [...] Filadelfia í Havn. Nýggjar samkomur uppí Síðani samtakið varð stovnað hevur verið arbeitt við at fingið fleiri samkomur upp í felagsskapin og er hetta eydnast. Higartil eru tvær samkomur komnar upp í afturat
nevnd Silla í Brekkuni, Klaksvík, 79 ár. 07. mars: Vilhelmina Dam á Lava, í Tórshavn, vanliga nevnd Minna á Lava, 78 ár. Tórleif Hammer, úr Vági, búsitandi í Norra, 63 ár. 08. mars: Símun Joensen, í Klaksvík [...] Skála, búsitandi í Havn, 80 ár. Anna Olsen, Kirkval, Tvøroyri, 83 ár. 09. mars: Tummas Enok Hansen, Vestmanna, 82 ár. 11. mars: Hjørdis Grækarisdóttir Therkelsen, ættað úr Kvívík, búsitandi í Tårnby, 84 ár [...] Viderø Simonsen, Sandur, 40 ár. 14.03. Jógvan Vilhelmsen, ættaður úr Syðradali á Kallsoynni, búsitandi í Klaksvík, 81 ár.
heitinum »Eitt í Kristusi« í læraraskúlahøllini. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 18. Mánadagin kl. 20 bønarmøti í Saron. Missiónshúsið í Gøtu Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. [...] David Bech. Missiónshúsið í Leirvík Í kvøld verður ungdómsmøti við luttøku úr Klaksvík. Byrja verður kl. 19 við grýturætti. Kl. 22 koyra bussar í samband við kosertina í høllini í Runavík (sigið frá áðrenn) [...] møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, kl. 20 møtirøð í læraraskúlahøllini ? Karisma, í morgin kl. 11 morgunmøti v/Símun Absalonsen, kl. 18 møtirøð í læraraskúlahøllini ? Karisma. Mánakvøldið
var skúlin í Trongisvági, í 1997 í Havn og í Vestmanna og í 1999 í Klaksvík. Millum 70 og 135 luttakarar hava verið við til hesi sjey summartiltøkini síðani 1994. Høgi aldurin verður hátíðarhildin við manér [...] er við í stóru hondbóltskappingini Partille Cup í Svøríki, sum er fyri børn og ung. Síðani 1995 hevur felagið eisini annaðhvørt ár skipað fyri hondbóltsskúlum fyrstu vikuna í summarfrítíðini. Í 1995 var [...] ítróttafeløgum, myndugleikum og stuðlum boðin í stóran føðingardag í Ítróttarhøllini á Hálsi. M.a. hevur bakaríið hjá Gunnleivi játtað at gera Neistanum størstu lagkøkuna í Føroya søgu. Køkan verður einar 10 fermetrar
VÍF-menn frí, men hetta nýtist ikki at merkja, at eingin hondbóltur verður í bygdini. Kvinnuliðið hjá VÍF, sum alt árið hevur ligið í oddinum, hevur nevnliga møguleikan at staðfesta einaveldi sítt, tá tær [...] til VÍF, at VB megnar at gera okkurt við Stjørnuna, tá hesi bæði liðni hittast í Klaksvík. Um sæð verður burtur frá dystunum í Coca-Cola kappingini, har VB var greitt omaná, so hevur talan higartil verið [...] Liðini hóska í spælistíli væl til hvørt annað, og so at siga hvørja ferð tey hava hitst seinastu tvey árini, hevur talan verið um sera spenanni og undirhaldandi dystir. Seinasti dysturin í kvinnudeildini
stigum ikki vera av teimum allarbestu, tá farið varð á vøllin í Vestmanna. Eru tær úr Klaksvík verandi meistarar, so mugu tær úr Vestmanna vera komandi, og sunnudagin stðafestu tær enn einaferð, hví so [...] smørtum fríspælingum, sum ístaðin endaðu við VB álopum. Í roynd og veru kundi sigurin hjá VÍF verið størri, men Guðrun í Lágabø stóð seg gjøgnumgangandi væl í dystinum, og ikki minst tók hon sær av nógvum royndum [...] Bert kann staðfestast, at VÍF í ár hevur verið klárt besta liðið í landskappingini. Tær hava eitt lið, sum er sterkari enn hini, hevur betri bóltførleika og ikki minst eru tær í góðari venjing. Har umframt