langt málið er komið. - Kirkjan má ikki bliva partapolitisk kastibløka. Yvirgongdin má vera trygg, og tað er hon ikki nú, tí fólkið er ikki sloppið framat. Er tað nakað sum skal forankrast, er tað ein kirkja [...] løgtingsmaðurin skrivaði lesarabrævið er m.a., at hann er ímóti, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður róð framundir, at danskt ikki er fremmant mál í Føroyum. Men er Tórbjørn Jacobsen ímóti, at danskt [...] at lítið og einki er komið fram um, hvat yvirtøkan inniber og at lítið og einki orðaskifti hevur verið um málið. - Tað er løgið í einum demokratiskum samfelag, at einki kjak er. Er yvirtøkan so eitt slag
hann er fegin um tey føroysku klæðini. Tað er kalt og illfýsið veður, men kortini hevur krúnprinsfamiljan tikið sær stundir at vísa seg fyri myndafólkunum. Og tey føroysku klæðini hjálpa upp á tað. - Tey [...] í dag. Krúnprinsbørnini fingu hvør sín føroyska tjóðbúna, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar. Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar
verðið vitjað, sigur X-factor rokkarin. - G! er nakað heilt unikt. Tað hoyri eg eisini frá øllum artistunum, sum eg havi møtt aftan á mína tíð í X-factor. Tað er ongastaðni í allari verðini, at tú finnur [...] luttøku sína í X-factor fyrr í ár. G! festivalurin er fastur táttur í Sveinursa summarskrá. - Hvørt ár uttan G! mini havi eg verið á G! festival. Hetta er eitt feitt tiltak og koncept, sum hevur uppiborið [...] nøvnini eru minst líka feit sum tey útlendsku um ikki feitari. Tónleikurin í Føroyum er á ótrúliga høgum støði, og er hetta nakað, sum føroysk branding burdi koyrt nógv meira uppá, sigur Sveinur.
venjarum. Tá er bara Johan Nielsen eftir í Gøtu. Tað er hesa gongd Harry Benjaminsen fýlist á og hann heldur at hugburðurin í feløgunum er, at bara lúsin útlendsk er, so? ? Tað kann í hvussu er ikki verða [...] hetta heldur Harry verða tað reina tvætl. ? Lønin eg fái í Leirvík er ikki til at liva av, men tað týdningarmesta er, at eg eri nøgdur við tað eg fái. Hinvegin havi eg sæð tað, sum tað kostar, tá okkurt felag [...] eftir ætlan og menn happaðu hvønn annan fyri tað, og so høvdu teir tað gott. Men tað er vent í holuni. Nú er ikki nóg mikið, at tað skulu vera bygdamenn, men tað skulu vera teir bestu av slagnum. Teir allarbestu
generatiónir levera fisk av besta kvaliteti til tað danska fólkið. Ove Christensen heldur at hetta sambandið millum føroyingar og norður jútlendingar er ein av høvuðsorsøkunum til góðu gongdina í Vendsyssel [...] Ove Christensen. - Vit plaga at siga at Hirtshals er hurðin millum Danmark og Føroyar, og hóast avstandin, so kenna vit okkum tætt knýtt at føroyingum. Tað snýr seg bæði mentanarliga, sosialt og vinnuliga [...] bestu donsku deildini. Og Vendsyssel FF venjarin, Ove Christensen, sigur, at føroyskur fiskiskapur er ein av høvuðsorsøkunum til góðu gongdina hjá Vendsyssel. Av teimum 6000 íbúgvarunum í Hirtshals, eru
fólk og góður tónleikur, sigur Alfred Eyðunsson av Trøllanesi. Sambært teimum fýra ungu fólkunum er tað als ikki neyðugt við útlendskum nøvnum. - Tey føroysku nøvnini eru minst líka góð um ikki nógv betri [...] Dynamit var heilt genialt. Teir eru altíð tað besta við festivalinum, sigur Søren Kallsgarð Sørensen av Viðareiði. Spurd um tey hava nakað serligt Summarfestivalminni, er Alfred skjótur at svara. - Í 2007 tá
síggja á pallinum. Tað er føroyska Laila av Reyni, sum hevur sniðgivið ein kjóla úr ull til Miss Danmark 2012, sum 3. august skal geva sína krúnu víðari til Miss Danmark 2013. Hetta er aðru ferð, at Laila [...] Facebook, og vendi sær til mín, sigur Laila av Reyni. Kjólin er gjørdur úr føroyskari ull. Hann er fótsíður og figurseymaður, og innanfyri ullina er ein gullkjóli, sum skínur ígjøgnum.
hamrinum á Argjum. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í dag. - Kommunan harmast slíkan høpisleysan atburð. Roynt verður at kanna málið, og hevur onkur varnast hetta óskilið, er at boða løgregluni [...] løgregluni frá, skrivar kommunan. Tað letur til, at steinar eru brúktir at bróta glasið við.
bókamessum við føroyskum rithøvdunum, og at hetta hevur givið úrslit. - Tað sama kunnu vit uttan iva gera við føroyskan film. Eitt er, at okkara framúr góðu filmsframleiðarar í Føroyum fara út í heim og kanska [...] vit kundu eisini gjørt meira við tað, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at Mentamálaráðið hevur spælt við í nýggjari útlendskum filmsverkætlan, tí tey eru greið yvir, at tað hevði havt stóran týdning fyri Føroyar [...] ein stórfilm framleiddan her. - Men eg skal viðganga, at vit halta nakað aftaná á hasum økinum, tí tað er ikki fyrr enn í ár, at vit eru byrjaði at hugsa um filmsvinnuna meira ítøkiligt. Vit eru í gongd
i. - Eitt summar uttan G! er sum Sea Shepherd uttan Paul Watson. Tað letur seg ikki gera. G! er fantastiskt, tí tónleikurin er góður, stemningurin er góður, og samfelagið er gott. Umframt at lurta eftir [...] føroyskan og útlendskan, sum ger, at man tónlistarliga altíð fer ríkari heimaftur. Tað, sum hevur størst týdning fyri Djóna, er ikki, hvat man hevur við á festival – man hvat man letur vera eftir við hús. - [...] Djóni er fastur gestur á G! festivalinum, og hann hevur mist talið á, hvussu ofta hann hevur verið á honum. - Eg kom hósdagin og búgvi hjá einum starvsfelag, sum býr her í Gøtu, sigur Djóni, sum til dagligt