eyguni upp fyri neyðini úti í heimi, og hvussu kærkomin hjálpin uttanífrá er. Í høvuðsstaðnum, Manilla er eitt nógv umrøtt fjall, ella rættari sagt ein ovurstórur ruskdungi, her nógv menniskju og familjur royna [...] Pakkhúsi úti á Reyni í Havn, har hon er við í pakkingini av klæðum. Eitt hóskvøld í farna mánaði vóru tað tó børnini í grannalandinum hjá Ukraina, Moldova, sum stóð ovast á listanum. Hon hevði sjálv frammanundan [...] brendi seg fast í minnið. - Vit komu til eini hús – ja, eg veit faktist ikki, um orðið "hús" kann brúkast í hesum sambandi. Hetta var meiri at kalla ein vánalig kroysa, her sum tað búðu 9 fólk. Tað var so
eru bæði tilflytarar í Hósvík. Hann er úr Skálavík, og hon er úr Fuglafirði. Tað var rein tilvild, at tey valdu at búseta seg í Hósvík í 1996. Tey ætlaðu sær ikki at búgva í Havn, men vildu seta seg niður [...] sølu í Hósvík, og hjúnini gjørdu av at keypa sær eini hús og seta seg niður í bygdini. Okkurt vantaði - Tá vit keyptu hús í Hósvík, høvdu vit fingið næsta barnið, og eg helt, at her vantaði nakað í bygdini [...] fara upp í nevndir, og eitt skifti sat hann eisini í gomlu Hósvíkar kommunu sum bygdaráðslimur. - Børnini vuksu, og tankin um brúnna við gøtum gjørdist meiri kámur. Men so ein dagin í september í 2008 kom
haldi hevur fingið umrøðu. Harmiligt met Eitt sum situr frammaliga í huga mínum er hagtølini, sum vístu, at í Føroyum búgva flest fólk yvir 65 ár á stovni (institution) samanbori við hini norðurlondini [...] áttu norðurlendska metið: flest eldri fólk á stovni, áttu íslendingar metið: mest heimahjálp. Sagt var, at ein hópur var gjørdur til tess at fáa fólk at vera sum longst í egnum heimi og útseta hetta við at [...] latið 700.000 kr í stuðuli til hvørt røktarheimspláss, sum verður bygt. Harumframt rindar landið eina hálva millión um árið í rakstri fyri hvørt røktarheimspláss hjá okkum. Veit væl, at í summum økjum er
gomul. Anette var donsk, fødd og uppvaksin í Helsingør. Foreldrini vóru Alma og Erik Faber. Pápin var lækni, og í 1897-98 var hann lækni í Havn. Anette var fødd í 1911 saman við eini tvíburasystir, Birgitte [...] skrivaði í svari: »Hetta gjørdist ein merkiligur dagur. Tá eg vaknaði í morgun, kom eg at hugsa um Anette og hennara føðingardag í september. Eg hugsaði um eg skuldi ringja til hana í morgun ella í kvøld [...] uni Novo Nordisk. Í 1945 fær Anette arbeiði á Tjaldurs Apotek, har hon arbeiddi, til hon legði frá sær fyri aldur. Í Føroyum kemur Anette at kenna Knút Wang. Tey giftast í 1947, og í 1949 taka tey Sverra
rollatorinum framman fyri seg fer hon á Vaglið ella oman í Vágsbotn, og skal hon til handils, fer hon altíð í FK í Dr. Jakobsensgøtu. Henni dámar best at vera í miðbýnum, men onkuntíð hevur hon tó ørindi á [...] urtagørðum, og tað sker meg í hjarta, tá ið eg síggi plantur verða skræddar upp. Rutan hvønn dag er ikki føst, og ofta steðgar hon á at práta, tí hon kennir nógv fólk. Astu í kioskini á Vaglinum prátar [...] rollatori sínum. Í níggju-tíggju ár hevur hon havt rollatur, og hon heldur, at tann núverandi er hennara níggjundi. – Summi flenna at mær og mínum rollatori, men tað leggi eg einki í, tí eg vil sleppa
kraft í. Okkum vantar ein skúla, ið torir at seta sær sjálvum krøv. Pensjónsnýskipan, klagulóg, makrelkvotur og onnur mál dansa fyri eygunum á okkum í fjølmiðlunum, meðan fleiri enn tveytúsund fólk í besta [...] vera fortreyt fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í Føroyum. Hesum verður eftir øllum at døma einki av enn á sinni. Stóra útboðið av bústøðum í Havn hevur til dømis ikki fingið húsaprísirnar niður, og [...] eg púra samdur við Berg Poulsen í, at hetta gjald eigur ikki pr. automatikk at detta beint í landskassan til útgjaring. Heldur átti peningurin, sum Bergur eisini vísir á, í øllum førum lutvíst at farið til
innan fyri armlongd. Tori illa at hugsa um, hvat fólk høvdu hugsað og sagt, tá tey vóru farin framvið, um eg legði meg undir eitt træ í Viðarlundini í Havn at grunda ein mikudag saman við einari fløsku av [...] fótafestið, tá vit uttan ávaring renna okkum í eina tøgn og einki hoyra uttan okkara egna tinnitus. Eg minnist, tá eg var á lítlu avbyrgdu oynni Foula í Hetlandi í arbeiðsørindum. Eg gekk eftir smala vegnum [...] harvið. Men at hugsa væl eftir eitt ella tvey gløs av víni dugi eg enn. Bæði í tøgn og í meldri. Olympiskt makrelfiskarí í periodum hava eg tó onga meining um.
fólkinum í Kvívíkar Kommunu sín vilja, verða tey løgd saman við Tórshavnar Kommunu. Tað er greiða úrslitið av fólkaatkvøðuni í teimum fimm bygdunum í Kvívíkar Kommunu í gjár. Tilsamans høvdu 445 fólk vælrætt [...] her sipar til, er, at borgarstjórin í Havn hevur sagt í Sosialinum, at meiri eigur ikki at verða lagt afturat Tórshavnar Kommunu fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í Havn, so at eisini havnarborgarar fáa høvi [...] við Havnina og tað varð staðfest í bygdaráðnum nakrar fáar dagar seinni og fráboðað landsstýrinum. So her er í samsvar ímillum fólkaviljan í Vestmanna og í Kvívík, so í ølllum førum er tann snávingarsteinurin
tíð høvdu út móti 100 fólk teknað seg. Ta ferðina varð farið norður á Bakkafjørðin. Í Seyðisfirði varð vitjað í kirkjugarðinum, har teir menn, sum doyðu við bátinum á Riddaranum í 1927, liggja grivnir [...] áhugaverdari skrá, m.a. við rundferð í býnum. Her varð millum annað greitt frá, at Norðfjørðurin varð í síni tíð kallaður Lítla Moskva, tí teir vinstrahallu í mong ár høvdu valdið í býráðnum. Eisini sóust tær [...] ein tann størsta í heiminum. Har arbeiddu upp til 200 fólk. Her hava føroyingar eisini róð út. Petur Martin Petersen greiðir frá í Føroya Siglingarsøgu, at abbi hansara, S.P. Petersen í Fuglafirði, kallaður
Tað er sum á ólavsøku, tá mentanarnáttin hepnast væl við góðum veðri, og nógv fólk leita sær í býin – bæði av bygd og í bý –?at hugna sær og njóta øll tey forkunnugu tilboðini, sum eru hendan [...] eftir Penaplássi. Handilslívið í býnum, bæði í miðbýnum og í SMS og aðrastaðni er eisini partur av mentanarnáttini, har mentanin og handilslívið ganga hond í hond. Her eru tiltøk bæði til børn [...] børn og til vaksin – og nógv eru tilboðini. Tað er sera hugaligt fyri býarlívið, at skipað verður fyri slíkum tiltøkum. Tí at fáa fólk oman í býin, tað hevur nógv størri týdning, enn vit geva