Heðin Mortensen, borgarstjóri
-------
Áhugavert, at nývaldi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag nú ger vart við, at viðurskiftini hjá vinnuni gerast ótrygg, tá politiskar broytingar verða gjørdar í tíð og ótíð, tí tað er týdningarmikið, at vinnan kennir treytirnar yvir eitt langt tíðarskeið. Hetta eru sannleikar, vit hava livað við í langa tíð, og sum vit regluliga gera vart við.
Tað er oftast ógjørligt at handla, tá mann ikki kennir viðurskiftini og treytirnar yvir longri tíð. Fíggjarliga fært tú illa arbeitt, tá tú ikki yvir tíð kennir marknað, lánitreytir og fíggingarmøguleikar o.s.fr. Vit hava millum annað bíðað eftir ambitiøsu bústaðarpolitisku ætlanini hjá landsmyndugleikunum í langa tíð. Málið skuldi vera at skapa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, har úrvalið og umbýtið av bústøðum gerst størri, bæði millum ung og gomul, støk og familjur og annars fólk við ymiskari fíggjarorku.
Bústaðarpakkin skuldi vera fortreyt fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í Føroyum. Hesum verður eftir øllum at døma einki av enn á sinni. Stóra útboðið av bústøðum í Havn hevur til dømis ikki fingið húsaprísirnar niður, og lánimøguleikarnir eru ofta vónleysir.
Eisini standa vit spyrjandi, hvat bleiv av vakstrarpakkanum hjá landsstýrinum, sum skuldi seta ferð á vinnulívið, búskaparvøksturin, vitanarsamfelagið? Hvar eru vakstrarátøkini at síggja? Og fleiri ferðir havi eg víst á, at ímeðan sjonglera málini millum serfrøðingar, ráð og stovnar. Ting- og landsstýrisfólk klandrast , meðan einstaklingar og landspartar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum.
Vit hava lógir um ansing av børnum, men okkum vantar ásetingar um rættindi hjá teimum við serligum tørvi. Galdandi forsorgarlóg er ætlað einum fornum donskum samfelag, sum ikki longur er til. Vit hava heldur onga eldralóg. Okkum vantar ásetingar um einlig og støk, so pláss eisini er fyri teimum og teirra førleikum. Ein hópur av okkara borgarum hevur ongi ásett rættindi.
Vit bíða eftir tilbúgvingarlógini og landsbyggireglugerðini. Vit bíða eisini eftir einum altjóða universiteti og gransking við kraft í. Okkum vantar ein skúla, ið torir at seta sær sjálvum krøv. Pensjónsnýskipan, klagulóg, makrelkvotur og onnur mál dansa fyri eygunum á okkum í fjølmiðlunum, meðan fleiri enn tveytúsund fólk í besta aldri ganga arbeiðsleys.
Ongin peningur til gransking?
Nú fingu politikkararnir eitt tilfeingisgjald at rutta við. Og her eri eg púra samdur við Berg Poulsen í, at hetta gjald eigur ikki pr. automatikk at detta beint í landskassan til útgjaring. Heldur átti peningurin, sum Bergur eisini vísir á, í øllum førum lutvíst at farið til gransking.
Men sum eg havi víst á áður, so hevur løgtingið hevur ongantíð verið meira lokalt og visjónsleyst enn tað sama. Eg eri samdur við fleiri sum halda, at við verandi gongd fer øll politiska og parlamentariska skipanin í upploysn, og politiska letið millum fólk bara veksur. Tí tori eg enn einaferð at pástanda, at um landið varð rikið eins væl og Tórshavnar kommuna, so stóð betur til samanlagt.
Lat tí løgtingið smíða lógir og legg øll praktisk mál út til stórar kommunalar eindir at umsita. Tí vit mugu staðfesta, at landsmyndugleikarnir megna tað ikki. Umsótu kommunurnar málini, sluppu vit undan lokalpolitiska keglinum í løgtinginum.
So ótrúligt tað ljóðar, so loyva somu politikkarar sær enntá at undrast á, at familjur og vælútbúnir ungdómar uttanlands ikki tíma at flyta heimaftur. Hvør skal siga, at tað er ikki okkum, tað er galið við. Sum Bergur Poulsen vísti á, so eru óteljandi dømi um vælútbúgvið fólk, sum rýma aftur av landinum. Tað, sum telir hjá teimum – umframt rætta arbeiðsumhvørvið - er hvussu nógv tey hava eftir av seinast vunnu krónuni.
Eitt samlað skattatrýst á seinast vunnu krónuna uppá 62% ikki akkurát eggjar einum virkisfúsum unglinga at flyta úr tryggum starvs- og bústaðarviðurskiftum uttanlands og heimaftur til Føroya. Men so at siga allir landspolitikarar dyrka í løtuni heldur sundurlyndið og ósemjur, og vilja ikki síggja, at vit føroyingar skulu kappast við útheimin, og ikki við okkum sjálvi.
Vit vilja heldur kjakast um vallógin er til fyrimuns fyri miðøkið ella ikki, heldur enn í semju at taka bardagan upp við útlandið. Samstundis leggja allar evropeiskar stjórnir alla megi í at skapa neyðugu fortreytirnar fyri menning, vøkstri og vælferð. Ímeðan kappast vit víðari - innanhýsis.










