Aftur á slóðina hjá fiski­monnum við Norrønu

Tann 16-19. mai skipaði Smyril Line aftur fyri eini ferð í slóðunum hjá føroyskum fiskimonnum í Íslandi. Eisini hesa ferð fekst okkurt íkast til hesa okkara fiskimannasøgu

Tað var á heysti 2009, at Smyril Line fekk tað hugskot at skipa fyri eini ferð til Seyðisfjørðin, har vitj­ast skuldu støð, har føroyskir fiski­menn og útróðrarmenn hava havt síni spor. Sum ein, ið visti eitt sindur um hetta, varð eg biðin um at koma við sum frásøgumaður.
Tað vísti seg beinanvegin, at tað var stór undirtøka fyri hesum hug­skoti. Eftir stuttari tíð høvdu út móti 100 fólk teknað seg. Ta ferðina varð farið norður á Bakkafjørðin. Í Seyðisfirði varð vitjað í kirkju­garð­inum, har teir menn, sum doyðu við bátinum á Riddaranum í 1927, liggja grivnir. Henda grøv er ein ímynd av lagnunum hjá nógvum føroyskum fiskimonnum undir Íslandi.
Henda ferðin eydnaðist so mikið væl, at í apríl seinasta ár varð aftur skipað fyri einum túri, har tað aftur teknaðu seg úti við 100 fólk. Hesa ferðina varð eisini farið suðureftir til Neskaupstaðin og Vattarnes.
Til ferðina í ár var áhugin størri enn nakrantíð, og aftur vóru tveir fullir bussar av hugaðum lut­tak­arum sum, umframt tað teir fingu at síggja, eisini fingu frá­sagn­ir um føroysku søguna í vitj­aðu støð­unum. Hetta hevur alt verið so væl umtókt, at fleiri av lut­tak­ar­unum fyrru túrirnar vóru við aftur í ár.
Tíðin, sum er til taka á eini slíkari ferð, er frá týsmorgun til mikukvøld. Hetta gevur tveir dagar. Skráin er eitt sindur broytt fyri hvørja ferð. Tískil varð hesa ferðina bert farið suðureftir.

Lítla Moskva
Tann fyrra dagin varð eins og í fjør vitjað á Norðfjørðinum ella Nes­­kaup­staði, sum býurin eisini verður kallaður. Seinasta ár varð í Miðvikuni greitt frá teirri vitjanini á Norð­fjørðinum. Millum annað frá fyril­estrinum hjá søgumanninum Gesti Smárson, har hann segði, at tað vóru føroyingar, sum seinna part­in í 19. øld lærdu íslendingar á Eystur­landinum vinnuligan fiski­skap, bæði við veiðu og tilvirking av fiski.
Hesa ferð var betri tíð til júst hesa vitjan. Her má enn eina ferð takast til blíðskapin, sum før­oy­ingar møta í Íslandi. Vertir á Norð­fjørðinum var tann stóra fyritøkan Sildavinnslan, og tann sum stóð fyri sum vertur var Karl Johann Birgisson, sum aftur hevði skipað fyri eini áhugaverdari skrá, m.a. við rundferð í býnum.
Her varð millum annað greitt frá, at Norðfjørðurin varð í síni tíð kallaður Lítla Moskva, tí teir vinstrahallu í mong ár høvdu valdið í býráðnum. Eisini sóust tær kavaforðingar, sum vóru gjørd­ar omanfyri býin at forða fyri skalva­lopum, sum áður hava kostað fleiri mannalív.

Drama hjá føroyingum og ís­lend­ingum
Eins og í fjør var møguleiki hjá føroyingunum at hitta gamlar ís­lendskar fiskimenn, sum høvdu siglt saman við føroyinginum. Her hittust tískil eisini gamlir skips­felagar aftur.
Ein av hesum var Kaj Johanne­sen, ættaður úr Fuglafirði. Hann var við trolaran Goðanes, sum var av Norðfirði, tá ið skipið á veg inn á Skálafjørðin rendi á Flesjarnar 3. januar 1957 og skiparin umkomst. Nú kom Kaj at hitta millum aðrar sín gamla skipara Birgir Sigurðson, sum er pápi tann umrødda Karl Johann og beiggi skiparan á Goða­nes, Petur. Ein annar var Torbjørn Joensen úr Kollafirði. Hann var eisini í Íslandi um somu tíð og kendi somu menn.
Ein partur av hesi søgu er eisini illveðrið fyrst í 1959, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Tað vóru eisini føroysk og íslendsk skip, sum kundu fingið somu lagnu. Mortan (hjá Andreas) Johannesen var eisini við á ferðini, og hann var sjálvur við Fiskanes, sum var á hesum leiðum.
Birgir Sigurðsson var skipari á Gerpi. Teir vóru á veg til New Foundland at fiska, tá ið teir rendu seg í hetta illveðrið. Tað stóð so nógv á, at skiparin hevði skipsráð umborð at taka støðu til, hvat gerast skuldi, um teir skuldu venda ella halda áfram. Sjálvur mælti hann til at halda fram. Ein grundgeving var, at tað stóð so illa til fíggjarliga hjá skipinum, at komu teir heim við ongum, so var vandi fyri, at teir mistu skipið.
Teir fóru til New Foundland og fingu ein rimmartúr, sum bjargaði skipinum. Men so væl gekk ikki hjá øllum. Tað var so kalt, at størsti vandin var yvirísing av skipinum, sum so aftur kundi føra til, at skipið koppaði.
Tað var eisini hetta, sum hendi um somu tíð við íslendska trolaran Juli, sum hvarv við 30 monnum. Tað var tó eingin føroyingur við. Tá vóru tíðirnar broyttar í Føroyum. Bert tvey ár frammanundan var tað javnan, at meira enn helvtin av manningini á íslendskum trolarum var føroyingar.
Tað stóð eisini nógv á hjá Torkell Mána. Hann var so yvirís­að­ur, at hann kundi eins væl verið koppaður. Men her gjørdi mann­ingin tað bragd, at teir fingu kvett tær yvirísaðu mastrarnar av, so tær fóru fyri borð við øllum ísinum. Hetta bjargaði teimum. Mortan greiddi frá, at Torkell Máni og Fiska­nes komu í senn til Grimsby at selja, men báðir trolarar vóru so illa farnir, at teir vórðu lagdir av sýn­in­um, til neyðugar ábøtur vóru gjørdar. Einki er frætt um nakar før­oyingur var við Torkell Mána. Men um nakar var, kundi verið áhuga-vert at frætt frá viðkomandi.

Fjarðabyggð
Norðfjørður er ein partur av Fjarða­byggð kommunu, har tað tilsamans búgva um 4.500 fólk. Umframt Norð­fjørðin eru bygdirnar Eskifjørður, Reyðarfjørður, Fáskrúðsfjørður og Støðvarfjørður.
Norðanfyri Norðfjørðin er Mjói­fjørður, har tað fyrst í undanfarnu øld var ein norsk hvalastøð, sum tá var ein tann størsta í heiminum. Har arbeiddu upp til 200 fólk.
Her hava føroyingar eisini róð út. Petur Martin Petersen greiðir frá í Føroya Siglingarsøgu, at abbi hansara, S.P. Petersen í Fuglafirði, kallaður gamli Sámal Petur, sendi í 1913 sonin Pidda til Íslands at kanna møguleikan at rógva út við motorbátum. Teir valdu Mjóa­fjørðin, tí her vóru góðir møguleikar at hýsa manningini og at taka móti fiski.
Sama ár fara fimm motorbátar, við 5-6 monnum á hvørjum teirra, til Íslands. Teir rógva dúgliga út, men tað kemur ikki nógv burtur úr. Menninir vildu sleppa heim fyri tíðina, áðrenn illveður kom á hesar leiðir.
Men ikki gekk verri enn so, enn at hvør bátur rindaði kr. 35 í skatt, og Piddi rindaði sjálvur kr. 150. Tað gekk eisini so frægt, at endarnir fingust at røkka saman.
Tá ið umrødda hvalastøð árið eftir verður boðin til sølu, er gamli Sámal Petur fúsur at keypa. Hann keypir hana saman við bónda á staðnum fyri kr. 2.200, sum var uppá seg bíligt. Tað fóru eisini tveir motorbátar yvir at rógva út. Royndi og kendi útróðrarmaðurin Líggjas við Gjógvará var formaður.
Men so kemur 1. veraldarbardagi, so hetta virksemi á Mjóafjørðinum datt burtur.

Reyðifjørður
Sunnanfyri Norðfjørðin er Reyði­fjørður, sum eisini er kendur av føroyskum fiskimonnum heilt til okkara tíð.
Reyðifjørður er 30 km langur, og er tann longsti fjørður á eyst­fjarðum. Bygdin við sama navni liggur innan i fjørðinum. Fólkatalið er 1.000. Har er ein góð havn.
Har er eitt sera stórt alumi­n­iumsvirki í tveimum bygningum, sum hvør er meira enn 1 km til longdar Her verða framleidd 340.000 tons av aluminium árliga. Arbeiði er til fleiri hundrað mans, og munar hetta nógv í eini so lítlari kommunu.
Reyðifjørður var hersett av bret­um undir seinna heimsbardaga. Her hava tey eisini eitt krígssavn.

Eskifjørður
Longur úti á fjørðinum norðanfyri er Eskifjørður, eisini eitt kent navn hjá útróðrarmonnum. Bygdin tók seg rættiliga upp frá 1870 orsakað av norðmonnum og teirra sildaveiðu.
Her eru tvey áhugaverd søvn, sum ferðalagið vitjaði. Annað er ein sildaskúrur frá norsku sildatíðini. Hann er í tveimum hæddum. Í niðaru hædd varð sildin virkað, og á ovaru hæddini búði arbeiðsfólkið. Tað kann væl hugsast, at føroyskir útróðrarmenn hava livað og virkað undir líknandi umstøðum.
Umframt var eitt sjóvinnusavn, har tað kundi síggjast hvussu lívið var í gomlum døgum, og minti hetta ikki sørt um Føroyar. Her var eisini okkurt minni úr Føroyum sum eitt modell av sluppini Mariu, sum hoyrdi heima í Vági.
Fólkatalið er um 1.100. Bygdin er annars kend fyri, at Vølvan, sum framvegis kann spáa um framtíðina, er jarðað her!

Hafranes
Á sunnara arminum á Reyðar­fjørð­inum, beint áðrenn komið verður til Vattarnes, er Hafranes. Her var bert ein bóndagarður. Men við á ferðini vóru tveir mans, sum høvdu róð út frá Hafranesi í 1943.
Teir vóru tann 84 ára gamli Einar Joensen og tann 89 ára gamli Napoleon Andreassen, báðir úr Oyndarfirði. Tað vóru tveir bátar úr Oyndarfirði á Hafranes umframt ein bátur úr Vík og ein úr Æðuvík. Teir báðir vóru við hvør sínum oyndfjarðabáti.
Tað varð róð bæði við snøri og línu. Einar greiðir frá, at tá ið teir vóru við línu varð egnt á landi, og tá var hann sum tann yngsti í landi at matgera.
Teir búðu hjá bóndanum men høvdu ein skúr niðri við sjóvar­málan, har teir kundu egna og hava sín reiðskap.
Fiskurin varð avreiddur til før­oysk skip, sum fóru til Bretlands at avreiða hann. Tað var Poli á Glyvr­um, sum skipaði fyri hesum.
Napoleon helt annars lítið um Vattarnesleiðina sum útróðrarpláss. Har var ofta toka og nógvur streym­ur, og tað var eisini óreint fram við landi.
Men tað var eitt stórt upplivilsi hjá hesum báðum at kunna steðga á, har teir høvdu verið 68 ár framm­an­undan. Tað var eisini áhugavert hjá ferðafeløgunum at hoyra teir greiða frá hesi teirra tíð í Íslandi.
Um nakar veit nakað meira um Hafranes vil eg fegin frætta.

Fransar í Íslandi
Tað vóru ikki bert føroyingar av útlendingum, sum royndu í Íslandi. Hetta sæst serliga á Fáskruðsfirði, har slóðir eru eftir fronsku fiski­mannatíðini í Íslandi.
Henda tíðin var í hæddini frá mitt í 1800-talinum og fram til 1914. Seinasta franska skipið undir Íslandi var beint undan 2. heims­bardaga. Fransar hava fiskað undir Íslandi í nærum 300 ár.
Tað vóru upp til 5.000 franskir fiskimenn, sum árliga komu til Íslands. Teir komu á vári og fóru heim um heystið. Eins og føroyingar mistu fransar nógv skip og mong mannalív. 400 fronsk fiskiskip gingu burtur undir Íslandi, og 4-5.000 fiskimenn komu ikki heim aftur.
Fransarnir valdu sær Fáskrúðs­fjørðin sunnanfyri Reyðarfjørðin sum støð. Her var góð havn, og fjørðurin lá eisini væl fyri í mun til fiskileiðirnar.
Hvørt ár seinast í februar komu tey fronsku skipini inn á Fáskrúðs­fjørðin. Hetta var ein hugalig sjón hjá íbúgvunum eftir ein langan og kaldan vetur. Tað var ikki óvanligt at síggja 120 fronsk skip á fjørðinum í senn. Fyrst í mai kom eitt stórt farmaskip við útgerð og posti til fiskimenninar, og skipið tók so fiskin heim við sær til Frankaríki.
Tað var ein lívligur handil millum fiskimenn og íbúgvarnar. Teir lótu bundnar vørur sum troyggjur, seyðakjøt, fugl og fisk, og teir fingu afturfyri biskuits, reyðvín, konjakk, blýlodd og húkar. Eitt dømi um hendan handil er, tá ið ein kálvur var umbýttur við tveimum tunnum av eplum og tveimum tunnum av breyði.
Samskiftið fór fram á einum heima­gjørdum máli, sum varð kall­að fáskrúðsfjarðafranska, ein blandingur millum franskt og ís­lendskt.
Í 1897 varð bygd ein fronsk læknastøð á Fáskrúðsfirði og seinni ein lítil kirkja ella kapell. Í 1903 varð bygt eitt sjúkrahús. At byrja við var sjúkrahúsið opið alt árið. Seinni tá ið franski fiskiskapurin fór at minka, var tað bert opið í sesongini . Húsið hjá læknanum er nú ráðhús.
Eisini er á Fáskrúðsfirði ein franskur kirkjugarður við 49 grav­um.
Sagt verður, at tað komu ikki nógv hjúnaløg burtur úr hesi fronsku innrásini. Men ikki var tað kortini minni enn so, tað er mong dimm fólk á hesum leiðum.
Tað er annars eitt franskt forn­minnissavn í býnum. Men tað er bert opið summartíðina, so har sluppu vit ikki inn.
Ávirkanin av fransum sæst annars enn. Øll gøtunøvn eru á ís­lendskum og fronskum. Og hvørt ár á franska tjóðardegnum fer franska flaggið í húnar hátt. Eisini verður javnan skipað fyri fronskum tiltøkum í býnum. Tað eru eisini aðrastaðni, at fransar hava havt sína ávirkan. Onkur í ferðabólkinum hevði sæð franskan kirkjugarð á Norðlandinum.
Tað er eitt sindur løgið, at tað sæst so lítið í føroyskum keldum um henda franska fiskiskapin. Tí okkurt samband má hava verið millum føroyingar og fransar. Tað verður kanska komið aftur til hesa søgu.