so avbera væl at vera á sjónum og fiska. Hann er eisini nokkso fólkaalskin maður, sum dámar at vera saman við øðrum eisini. Rætt er tað, at vit koyra oftani um brúnna við Streymin uttan at geva okkum fær [...] helt Edmund Joensen, at tíðin var komin til at bjóða blaðstjóra og teknara á Sosialinum á ein fyri teir heldur sjáldsaman túr í Sundalagnum. Hesin túrur skuldi eisini vísa seg at vera ikki bert lekidómur [...] ið vit síggja dagliga, tó at vit ikki geva okkum far um hann. Hann skuldi vísa seg at geva ikki bert blaðstjóra og teknara men eisini fiskifrøðingum og fornfrøðingum nakað at hugsa um. -Eg helt eg skuldi
byggir á kognitiva terapi. Málið er at sjúklingarnir koma at kenna sína sjúku betur. Teir skulu skúlast í at vera sínir egnu terapeutar. Tað skal gera tað lættari at liva við sjúkuni, geva betri lívsgóðsku [...] komin at fara víðari. Hann kundi hugsað sær at sloppið á eitt sambýli at búð, men hann sleppur ikki, tí onki pláss er til hansara. Til hann sleppur framat, má hann bara sláa seg til tols við at vera innlagdur [...] forfylging. Tá eg gangi úti, føli eg, at onkur hyggur eftir mær. Fólk lúra meg av. Tá bilar koyra forbí um kvøldarnar, føli eg, at teir njósnast. Eg veit væl, at teir ikki gera tað, men tað følist allíkavæl
umfarið týsdagin var klokkan 16. Fyri at fáa alt at ganga upp, var ein tími tikin frá hvørjum telvaranum í hvørjum talvinum. Tað vil siga, at tann tímin, sum teir plaga at hava til tjúgu leikir, ikki var har [...] remis. Hans Kristian Simonsen verður sagdur altíð at telva við stórum sjálvsáliti, sum m. a. kemur til sjóndar í, at hann hevur ilt við at ásanna, at støðan, sum hevur tikið seg upp, ikki er meiri enn [...] varð tað hildið at vera púra opið, tá spurt varð um, hvør hevði bestu møguleikarnar at vinna FM. Royndirnar frá fimm teimum fyrstu umførunum vóru, at álopshugurin var sera stórur, og at einki mynstur var
umfarið týsdagin var klokkan 16. Fyri at fáa alt at ganga upp, var ein tími tikin frá hvørjum telvaranum í hvørjum talvinum. Tað vil siga, at tann tímin, sum teir plaga at hava til tjúgu leikir, ikki var har [...] remis. Hans Kristian Simonsen verður sagdur altíð at telva við stórum sjálvsáliti, sum m. a. kemur til sjóndar í, at hann hevur ilt við at ásanna, at støðan, sum hevur tikið seg upp, ikki er meiri enn [...] varð tað hildið at vera púra opið, tá spurt varð um, hvør hevði bestu møguleikarnar at vinna FM. Royndirnar frá fimm teimum fyrstu umførunum vóru, at álopshugurin var sera stórur, og at einki mynstur var
stákan og gávum. – Veruligi jólaboðskapurin er, at Gud gjørdist hold, at Jesus varð føddur sum eitt lítið barn, og hetta var alt fyri okkara skuld, fyri at vit aftur skulu fáa atgongd til Gud. Hetta er eisini [...] i, at bera tann veruliga jólaboðskapin fram í eini tíð, har handilslív, nissur, skíggjar, stákan og nógv annað roynir at taka okkara uppmerksemi í jólatíðini. – Í jólastákinum hava vit lyndi til at gloyma [...] skíggjunum, sigur sandsprestur. – Eg vóni, at fólk vilja geva sær stundir at lurta eftir gleðiboðskapinum og taka hann til sín. Jólaaftan royni eg altíð at hava ein lættari boðskap í kirkjuni, sum børnini
Thit mátti tí ofta krógva bæði blýant og pappír í styvlunum. - Hon var við at kódna av, at foreldrini forvæntaðu, at hon bleiv við at vera arbeiðskona og dadda fyri síni yngru systkin. Árið 1900 flytti Thit [...] gálvaðu, spýttu eftir og flentu at henni. Tað hendi eisini, at hon ikki fekk innivist á onkrum donskum provins-hotelli, tí fleiri gestir hóttu við at rýma, um Thit slapp at gista har. Thit kundi vera ógvuliga [...] sum roynir at frígera ella emancipera bæ ð i kvinnur og menn. Tað útskeldaða konubrotið Thit Jensen bleiv annars so mikið gomul, at hon næstan náddi at gerast donsk fólkaogn, ikki minst tí, at ein fjøld
úr Havn at brúka so nógva tíð upp á at skráseta føroyska veðurlagið? - Tað irriteraði meg, tá fólk søgdu, at tað altíð regnar. Eg visti væl, at soleiðis er tað bara ikki, men eg hevði eingi tøl at vísa á [...] soleiðis, at kemur eitt grovt æl, so er dagurin oyðilagdur – tí tað bara regnar og regnar, halda tey. Spurdur, hvaðani hann heldur, at føroyingar munnu hava tað, at vit brúka so nógva tíð upp á at tosa um [...] fór at skína. Onkuntíð verður sagt, at tað er so nógvur mjørki í Havn. Men tað passar heldur ikki. Tað kann vera, at meiri mjørki er í Havn enn onkra aðrastaðni í Føroyum, men tað er ikki rætt, at ikki
Sundhedsstyrelsen metir tað enn einaferð neyðugt at sláa fast, at tað eru 3 smá sjúkrahús í Føroyum. Okkara uppgáva er at fáa tey at samarbeiða, heldur enn at leypa á hvønn annan. Jákup Petersen, leiðandi [...] fyri føroysk viðurskifti. So at siga allir vakthavandi yvirlæknarnir her fara sjálvandi heim at sova, tí tað er so lítið at gera á náttartíð. Nú valdi Sjónvarp Føroya bert at spyrja serlæknar á Landssjú [...] í eini javnari tilgongd. Stórur dentur eigur at verða lagdur á nøktandi útbúgving av serlæknum og minni dentur eigur at verða lagdur á, at læknar sleppa at taka part av síni serútbúgvingini í Føroyum.
umræður at skriva heimsins landanøvn. Staðfestast kann, at tá umræður at stava landanøvn finst ongin standardiserandi meginregla yvirhøvur. Tvørturímóti er tann herligi ruðuleiki galdandi, at lond skriva [...] Estar skuldu skammað seg, at teir á hendan hátt brúka sín egna hátt at seta orð á Danmark, og heldur enn at plágað lívið av Føroya Skúlabókagrunni kundu atfinnararnir umhugsað at farið og hartað estiska [...] og Tsiili. Hugsa vit okkum, at atfinnararnir at føroyska heimsatlasinum skuldu farið og standardiserað øll heimsins mál eftir danskari og enskari fyrimynd, so er púra vist, at uppgávan hevði verið møtimikil
40 lækkast eitt sindur. Eisini eigur at verða arbeitt fyri at hækka kommunuskatta botnmarkið so líðandi. Viðvíkjandi pensiónsskattinum er at siga, at hesin fer at vera til fyrimuns fyri fólk, tá tey koma [...] Annars vísir hendan støðan eisini, at tað er heppið fyri Føroyar, at vit ikki eru partur av ES. Tað er betur fyri smáu Føroyar at skula stríðast fyri sínum lívsrættindum, enn at vera køvdur av einum slíkum [...] ikki onnur lond fara at innføra eina líknandi skipan um nøkur ár. Í heila tikið kann sigast, at broyt-ingarnar í skattaskipanini hava verið sera meðvirkandi til at tað loysir seg betur at arbeiða, og harvið