Kommunan vónar at hugur og møguleiki er at luttaka í tiltakinum. Freistin at melda seg til tiltakið á telduposti info@fuglafjordur.fo ella á telefon 66 80 00 er 22. Februar 2024. Fyri at fáa so nógvar ymiskar [...] kommuna fer nú at taka táttin upp, einaferð um árið, at bjóða vinnuni til óformligan morgunmat við framløgum og kjaki um ymisk týðandi evnir, sum eru á dagsskrá hjá kommununi. Endamálið er at styrkja samskiftið
játtaðir til at enda projektið, og tí er týdningarmikið, at arbeiðið gongur eftir ætlan. Eisini er ætlanin, at tunnilstoymið skal til Tjørnuvíkar, tá dalstunnilsprojektið er liðugt. – Fyri at fáa at vita, hvussu [...] Tjørnuvíkar skotið? Í viðmerking til spurningarnar vísir tingmaðurin á, at Dalstunnilin er sprongdur ígjøgnum og eftir er nú at gera projektið liðugt. – Tunnilin skal tryggjast og asfalterast, og vegir
skulu vit – so eiga vit politikkarar sjálvsagt at byrja við okkum sjálvum. Og skulu vit yvirhøvur tosa um, at hækkað pensjónsaldurin, so er fyrsta fortreyt, at vit politikkarar hava sama pensjónsaldur, sum [...] Aksel V. Johannesen , formaður í Javnaðarflokkinum. Lat onga iva vera um, at tað verða 9 javnaðaratkvøður fyri uppskotinum um at avtaka gyltu pensjónsskipanina hjá tingfólki. [...] Tingfólk koma í framtíðini at fáa pensjón á sama hátt sum allir aðrir føroyingar. Í dag kunnu løgtingsfólk í ávísum førum fara frá, tá tey gerast 60 ár. Hetta verður nú broytt, so pensjónsaldurin hjá
“náttúrufylkingina - Sandá at frama” at leggja fyri fundin. Sum er, hevur ein áhugabólkur arbeitt við málinum at “varðveita fríøkið við Sandá”. Men bólkurin heldur, at tað er betri at skipa bólkin sum eina [...] sjálvandi orðaskifti um, hvat nú skal gerast fyri at varðveita náttúruna við Sandá - størstu ánna og eitt av almennu fríøkinum í høvuðsstaðnum. Kaffi og te verður at fáa. Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við
inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum, og tveir eru á svartkalvaveiði. - Væntandi koma allir djúpvatnstrolararnir inn at landa [...] koma inn at landa mánadagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tveir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og brosmu. Annar av hesum seinnu nevndu kemur inn at landa [...] seinni í vikuni. - Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Øll garnaskipini koma inn at landa mánadagin, verður lagt aftrat.
Broyting verður nú gjørd, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18. 35 básar fara at hava somu tíðaravmerking sum nú, tað [...] serskildum inn- og útkoyringum. Orsøkin til broytingina er, at tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn eftir klokkan 9 yrkadagar. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum, verður tað [...] tað lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás. Parkeringsøkið á Glaðsheyggi í Havn ##med2##
fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Tiltakið er alment og ókeypis Um bókina: Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út. Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba [...] Bókin er e in innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk . Solveig Hanusardóttir Olsen fer at práta við Helenu og Lenu um bókina, og Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg. Bókin [...] á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba. Nær koma tey heim
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari fær bót fyri at tosa í fartelefon, og ein annar bilførari fær bót og klipp í koyrikortið fyri at ferð. - Bilførarin varð máldur at koyra 101 kilometrar um [...] um tíman á einum vegastrekki, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman. Løgreglan sigur, at hetta fær bilførarin bót og klipp í koyrikortið fyri. Í Vágum steðgaði løgreglan eisini einum førara
Norski uttanríkisráðharrin sigur, at Noreg og Ukraina fara at skriva undir avtaluna, sum grundfestir tætta trygdarpolitiska samstarvið millum londini. Ætlanin er, at trygdaravtalan skal undirskrivast næstu [...] Jonas Gahr Støre, boðaði miðskeiðis í februar frá, at ein trygdaravtala millum londini var á trappuni. Í dag váttar so norski uttanríkisráðharrin, at innihaldið í avtaluni er komið upp á pláss. - Noreg [...] n, Jonas Gahr Støre, hittir ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Norska uttanríkisráðið sigur, at innihaldið í avtaluni verður ikki alment, fyrr enn avtalan millum londini er undirskrivað. - Ukraina
sjálvvirkandi, um at ansa eftir, at lyktirnar eru tendraðar. Nú mjørki hevur ligið, ber ikki til at koyra við sløktum lyktum - heldur ikki, tá tú eitt nú koyrir gjøgnum tunlarnar, tó at ljós er í tunlunum [...] kolasvart í mjørka. Vaktleiðarin segði í morgun, at tá umstøðurnar krevja tað, eitt nú í mjørka og í tunlunum, skulu lyktirnar vera tendraðar. Tað er ikki altíð, at sjálvvirkandi lyktirnar tendra av sær sjálvum [...] sjálvum, tá umstøðurnar krevja tað. - Tí kann tað vera skilagott at sláa sjálvvirkandi skipanina við ljósinum frá, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.