Fuglafjarðar kommuna fer nú at taka táttin upp, einaferð um árið, at bjóða vinnuni til óformligan morgunmat við framløgum og kjaki um ymisk týðandi evnir, sum eru á dagsskrá hjá kommununi.
Endamálið er at styrkja samskiftið og samstarvið millum kommununa og vinnulívið.
Á fundinum verða millum annað hesi evnir umrødd:
- Íløguætlanin hjá kommununi í 2024
- Heildarætlan fyri kommununa
- Miðbýarætlan fyri Fuglafjørð
- Grøna orkuskiftið
- Hvussu styrkja vit samstarv millum vinnuna og kommununa?
Kommunan vónar at hugur og møguleiki er at luttaka í tiltakinum. Freistin at melda seg til tiltakið á telduposti info(at)fuglafjordur.fo ella á telefon 66 80 00 er 22. Februar 2024.
Fyri at fáa so nógvar ymiskar fyritøkur við sum møguligt er talið av luttakarum avmarkað til 2 fyri hvørja fyritøku.
Nærri kunning um hvar morgunmatarfundurin verður hildin, kemur seinri.