Løgreglan gav tríggjar bøtur í Vágum

Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinastu dagarnar, men í gjár varð farið ein túr í Vágar at vita, hvussu skilið er í ferðsluni har.

Ferðin hjá løgregluni í Vágum kostaði trimum fólkum bót, tveimum bilførarum og einum, sum koyrdi á bygnaðarbroyttum prutli.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari fær bót fyri at tosa í fartelefon, og ein annar bilførari fær bót og klipp í koyrikortið fyri at ferð.

 

- Bilførarin varð máldur at koyra 101 kilometrar um tíman á einum vegastrekki, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

 

Løgreglan sigur, at hetta fær bilførarin bót og klipp í koyrikortið fyri.

 

Í Vágum steðgaði løgreglan eisini einum førara á einum lítlum prutli, har prutlið var bygnaðarbroytt og kundi koyra tvífalt so skjótt, sum loyvt er.

 

Eftir reglunum verður nummarspjaldrið tikið av prutlinum, og eigarin fær ikki prutlið aftur, fyrr enn tað hevur verið til sýn og er lógligt.