skal gera eitt størri arbeiði fyri at taka sær av hesum økjum, so at vit øll kunnu fáa gagn av okkara ríka mentanararvi. At økið er ein landsuppgáva er ein vána umbering fyri at lata alt hetta mentanarliga [...] ein vitjan á býarsavninum er eisini ein góður møguleiki fyri lærarar at brúka í undirvísingini. Men býarsavnið hevur langt frá nóg góðar karmar til sína uppgávu. Kommunan skal eisini gera sítt til, at [...] burtur á alt ov fáum og illa hildnum fermetrum. Nei, vit hava alla orsøk til at vera errin av tí avriki, sum okkara formøður og forfedrar megnaðu fyri at lata okkum høvuðsstaðin upp í hendur. Tórshavnar
fýra árini. Eri glað fyri, at vit hava framt so nógv gott – og at vit hava sett so nógv gott út í kortið, sum skal gera trivnaðin og møguleikarnar betri hjá fólki. Og ikki minst, at vit hava viðgjørt fólk [...] skulu stýra, sum vit kenna tað aðrastaðni frá. Ein bólkur av námsfrøðingum hevur rakt seymin á høvdið við at stríðast fyri hesum virðum, sum tey hava kallað føroyska námsfrøði. At vit skulu hava føroyskar [...] seráhugamál. Men tað er tað, sum vit ikki hava nátt á mál við, og tað, sum ikki hevur gingið akkurát sum ætlað, ið eg hugsi nógv um. Og eg havi lært óluksáliga nógv um, hvussu vit kunnu gera tað betri. Mugu
fjarundirvísing til at skapa spennandi lærumøguleikar í heimaundirvísing, so rokna vit við, at tað eins væl kann hava hent í øðrum kommunum eisini, sigur Bubb. Tað serliga fyri Tysvær er, at tey hava eitt [...] eru positivar, og tað kemur eitt sindur óvart á, sigur Mari-Ana Jones, granskari við Instituttið fyri læraraútbúgving við NTNU. Saman við Sara Bubb, granskara við University College London, hevur hon
Felags fyri øll menniskju er, at vit trívast best í felagsskapum við onnur. Felagsskapirnir eru ymiskir, ítróttur, ungmannafeløg, føroyskur dansur, samkomur og mangt annað. Tíbetur eru felagskapirnir nógvir [...] nógvir, har vit kunnu royna okkum fram og finna út av, hvar vit føla okkum best heima í einum ella fleiri teirra. Hesir felagskapir eru í dag so umráðandi sum ongantíð fyrr, tí freistingarnar eru nógvar [...] nógvar, tíverri eisini í okkara lítla samfelag. Tí mugu vit í felag savnast og stuðla um hesar felagskapir, sum eru í oynni og geva teimum bestu karmar at virka undir. Besti máti at verja okkara børn er at
einari ítróttarhøll so kundi vit fingið ein felagsskap millum ung sum íðka ítrótt, og ung sum hava betri hug til handalig og kreativ ítriv. Á henda hátt kunnu vit skapa rúmd fyri, at tey ungu, sum ikki kenna [...] og kreativum áhugamálum. Eg veit, at vit hava kvøldskúlan, men betri er, um tað ikki eru so fastir karmar og tíðir, so ung kunnu koma og fara eftir tørvi. Um vit harafturat løgdu eitt slíkt felagshús [...] av ítróttarfeløgunum hava ov fá tilboð í Tórshavnar Kommunu. Vit hava nógv ung sum hava hug og hegni til handverk og list. Eisini hava vit eitt spennandi filmsumhvørvi í býnum, sum fær ov lítið av stuðli
landinum, so er greitt, at vit við stóra fólkavøkstrinum á Argjum í huga mugu raðfesta hetta til gagns fyri øll argjafólk og trivnaðin í økinum. Hesum vil eg m.a. arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á b [...] eigur at ganga á odda og stuðla ætlanum um at útbyggja skýlið við vøllin. Hetta fer bæði at skapa betri karmar hjá áskoðarum, góð felagshølir og ikki minst verður høgligari hjá leikarum til bæði venjingar [...] kommununi seinastu árini hevur verið á Argjum, men hetta sæst ikki aftur í trivnaðarraðfestingum býráðsins fyri bygdina sunnanfyri Sandá. Eitt dømi um vantandi raðfestingar er fótbóltsvøllurin úti í Vika á Argjum
gleði fyri tey mongu privatfólk eins og vinnurekandi, sum hava víst á praktisku trupulleikunar, staðsetingin av Tjóðpallinum á Skálatrøð hevði havt við sær. Vónandi eydnast tað í staðin at skapa eina [...] eisini hoyrt reypið hjá íslendingum um Harpuna, sum eisini liggur út til sjógvin. Men kanska eru tað vit, sum kunnu reypa av okkara tjóðpalli um nøkur ár?! Hetta átti at havt verið eitt mál, sum savnaði alla [...] innsavnaðar ímóti staðsetingini á Skálatrøð, men avgerðin er enn ikki formliga broytt. Ein vinnarasøga Um vit í staðin royna at hugsa eitt lítið sindur størri og øðrvísi, kann klandursmálið blíva til eina sólskinssøgu
óhjálpin og hava tørv á medisinskari og aðrari viðgerð í longri tíð, mugu sjálvandi hava trygd fyri, at pláss er fyri teimum á røktarheimum, heldur enn at tey liggja á sjúkrahúsunum. Tað sleptst heldur ikki [...] sjálvhjálp og styrkja evni teirra til eginumsorgan. Nógv kann gerast, um bara vit raðfesta tað og nýta hugflogið. Gongur tú inn fyri tí eldrapolitikki, sum her er lýstur við fáum orðum, so er at seta krossin [...] miðlum, men sannleikin er, at størsti parturin av teim eldru eru frísk og virkin fólk, ið eisini skapa virðir. Tey eru sanniliga ikki bara ein útreiðsla. Fólk í dag liva longri, men við betri heilsu enn
Vit skulu gera átøk til frama fyri okkara náttúru, leggja um til grøna orku, eins og vit skulu hugsa burðardygt í hvørjari avgerð vit taka - alt fyri at minka um okkara co2 útlát, og harvið betra umstøðurnar [...] at vit sum kommuna taka ábyrgd og ganga á odda fyri, at borgarin trívist í okkara nærumhvørvi í kommununi - tá tað snýr seg um grannaløg, býlingar, á bygd osfr. Tá vit gera útstykkingar eiga vit at hugsa [...] 2020. Tá vit gera útbyggingar í okkara náttúru, skulu vit alla tíðina mest møguligt taka hædd fyri umhvørvisligu avleiðingunum, eitt nú møguligari dálking og øðrum, sum hettar kann føra við sær. Vit skulu
hartil eru nøkur átrokandi mál, sum mugu loysast fyri bygdirnar í kommununi: Flutningur til og frá bygdunum : Bussleiðin er frálík, men enn ikki nøktandi fyri bygdirnar og økini uttan um Havnina. Nýggj ferðaætlan [...] politikarar tó givið hesum ans og er játtanin til viðlíkahald vaksin nógv hesi ár. Vit eru tó ikki komin á mál, og vil arbeiða fyri, at játtanin økist enn meiri. Trivnaður: Trivnaður er kanska eitt “forjabbað”hugtak [...] á summum økjum hepnast væl, men enn eru øll viðurskifti ikki optimal. Her skulu støðug tøk takast fyri at tryggja, at øll hava nøktandi umstøður at liva og virka undir. Hetta eigur fyrst og fremst at verða