– Eitt parkeringshús í miðbýnum økir munandi um bilferðsluna í miðbýnum, køvir trivnaðin og hoyrir tí ikki einum miðbýi til.
Tað sigur Elsa Berg, býráðslimur í Havn.
Ætlanin er at byggja parkeringshús inni í Havnini, men tað er hon hart ímóti.
– Vit eiga ikki at byggja nýtt fyri at økja um bilferðslu í miðbýnum. Hinvegin eiga vit at skipa miðbýin við tí fyri eyga at skapa lív, spæl, rørslu, hugna og góðan dám fyri vitjandi og familjur, ið har búgva, sigur hon.
– Harnæst verður parkeringstrupulleikin lítið loystur av at útvega fleiri parkeringspláss. Bilatalið í býnum er longu alt ov høgt og økist enn, og tess meira vit skipa býin eftir eini øktari bilnýtslu, tess fleiri bilar fáa vit. Tá eiga vit heldur at skipa miðbýin við hugna og sosialari samveru fyri eyga og veruliga raðfesta bleyta og kollektiva ferðslu, soleiðis at hon gerst eitt enn meir álítandi og trygt alternativ til bilin og harvið minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassum og talið av bilum, sigur Elsa Berg.
Hon heldur, at parkerings- og ferðslupolitikkur er partur av verðurlagspolitikki
– Útlátið av vakstrarhúsgassum frá ferðslu er munandi hægri í nýggjum býum enn í eldri býum, og hetta kemst av, at teir nýggju býirnir eru skipaðir fyri at rúma nógva bilferðslu. Nógva bilferðslan hevur eisini við sær luftdálking, mistrivnað og tóm býarrúm við ov lítið av hugna og góðum dámi. Hetta er ikki nakað, sum vit ynskja skal ímynda okkara miðbý, sigur Elsa Berg.
Viðmerking frá Elsu Berg kann lesast í fullum líki her











