løtu í, at vit í Tórshavnar Kommunu eiga at skapa góðar og mennandi karmar fyri ung sum eldri, sum vilja royna seg í tónleiki, sangi og hava kreativ skapanarevnir. Vit eiga at útvega karmar og hølir, sum [...] sum verður bruktur til endamálið, ella foreldur av sínum eintingum, leggja hús ella høli til, fyri at skapa kreativa rúmið. Einki skeivt í tí, tað hevur eisini sína sjarmu. Men ímyndið tykkum, hvussu nógv [...] førleikar, ella vilja hugsavna seg við onkrum, í eina tíð. Tey fólkini eru ikki fá í tali. Eg vil arbeiða fyri at fáa til vega kreativa rúmið, um mær verður víst álit á Býráðsvalinum í morgin , týsdagin 10.november
liva saman. § Har vit skulu varðveita tey søguligu og mentanarligu virðini í hvørjum einstøkum plássi. § Har vit í nýbygging byggja á tað besta í okkara søgu og mentan. § Har vit skapa atkomiligheit hjá [...] trivnaður, umhvørvi og lívsvirði fyri fólk detta burturímillum. Hetta skal og má ikki henda í Tórshavnar Kommunu, eins og vit hava sæð dømi um á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Vit skulu byggja á tað, sum altíð [...] hjá øllum. § Har vit ganga grønu leiðina og fáa bíligari og burðardyggari orkuloysnir. § Fyri hvønn býarpart og hvørja bygd sær skulu vit tryggja, at trivnaðurin hjá fólkinum stendur fremst í allari bygging
tí opinbart hava vit brúk fyri eldraíbúðum í kommununi, tí har skulu tey eldru búgva. Hetta er púrasta galið. Og um vit vilja tað ella ei, so mugu vit taka annað skinn um bak. Fyri at tryggja Havnini [...] ið arbeiðað, og vilja framburð, skapa stabilitet, tey vilja vit sanniliga eisini hava. Eldri, ið hava traðka sínar skógvar í býnum og gingið undan, fyri at vit nú kunnu njóta so nógv gott, tey hava uppiborið [...] Havnini í framtíðini? Jú, ein treyt fyri framtíð er børn, so barnafamiljur mugu kunnu seta búgv her. Ung og lesandi koma við nýhugsan og skapa vón, so tey vilja vit eisini hava at búgva her. Vaksin, ið
um hesa tænastuna, so vit veruliga kunnu sammeta okkum við okkara grannar. Og tí skulu vit m.a. skapa allar bestu karmar til tænastuna. Góð tannrøkt er so avgjørt við til at skapa grundarlag til góðan trivna [...] halda á fram óbroyttar. Fyri stuttum vísti nýggjasta kanningin, at okkara børn hóast stór framstig ikki eru á sama støði sum javnaldrarnir í okkara grannalondum. Hetta vísir bara, at vit miðvíst skulu halda [...] Hóast staðsetingina hjá verandi tannrøkt liggur so sera væl fyri mitt í býnum, í Tórsgøtu, so eru umstøðurnar at brúka hendan bygningin til dagsins tannrøkt ikki tær bestu. Bygningurin er gamal, og er
kampus á Debesartrøð og Frælsinum ella har nærindis. Skulu vit miðvíst arbeiða fyri at menna eitt áhugavert og spennandi lestrarumhvørvi í Havn, mugu vit eisini hugsa um tey ungu, tey sum júst eru liðug við [...] lesandi ofta hava. Tí skulu vit bjóða lesandi ungdóminum góðar, tíðarhóskandi og bíligar íbúðir. Til ber at byggja vanligar bústaðir í Føroyum í dag fyri undir 15.000 kr. fyri fermeturin. Verður sami leistur [...] Umráðandi er, at íbúðirnar liggja miðskeiðis í miðbýnum, tí tað vil skapa meira lív og trivnað í miðbýin. John Dalsgarð valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið
arbeiða fyri uppnormering á økinum, soleiðis at vit sum starvsfólk kunnu veita eina uppaftur betri røkt til okkara gomlu. Tað SKAL verða meira tíð til nærveru, og at vit starvsfólk kunnu skapa karmar fyri [...] fyrimyndarliga eru góð til. Og hetta ætli eg mær at arbeiða fyri, um eg verði vald! Hóast eg eri nýtt valevni, eri eg ikki bangin fyri at taka kampin upp fyri okkara gomlu, tí tað hava tey so hjartaliga uppiborið [...] Týsdagin 10 nov er býráðsval - ein stórur og spennandi dagur fyri meg, nú eg havi tikið avgerð um at stilla upp fyri fyrstu ferð. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum, upplivi eg dagliga, hvussu stórur
iga), tí savnið skapar sanniliga stór virðir fyri býin. Men list skal ikki bara upplivast á søvnum og tí er tað umráðandi at vit eru umgyrd av list har vit eru - í almennum bygningum og í býrarrúminum [...] standa í Steinatúni - Vit hava fingið fleiri framsýningarhølir til list - Aulan í Finsen, Myllers pakkhús, Perlan og Reinsaríið - umframt Smiðjuna í Lítluvík - Umstøður eru nú til at skapa list - fleiri ve [...] in og Skúlin á Fløtum - er ómetaliga flott listprýddir og eru verdir at vitja bæði fyri arkitekturin og listina - Vit hava sett eitt Listaráð, ið gevur umsiting og politikarum ráð og íkast til list og
tí menning, vit sum kommuna stuðla undir og koyra av bakkastokki, síggi eg fyri mær eitt økt virksemi í býnum, eitt nú á venjingarmiðstøðum, á matstovum, í svimjihyli, á fríøkjum, ja, vit kunnu halda áfram [...] við íblástri til at fáa so nógv burturúr sum til ber, bæði innan kommunalar karmar og privat tilboð í býnum. Saman røkka vit longri! Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn!
Nú valið stendur fyri durðum eru lyftini nógv, men fá valevni bera uppá tungu, hvussu vælferðin og lyftini skulu fíggjast. Skulu vit tryggja vælferðina, mugu vit tryggja inntøkurnar, og tað gerst bert [...] mótbrekku fyri framman - Teimum hava vit eina sjálvsagda skyldu, at hjálpa um tað ber til. Sum heild er tað sera umráðandi at kommunan er ein aktivur viðleikari at tryggja vinnuni góðar karmar. Kommunan [...] Sjálvt um Havnin hevur nógv almenn arbeiðspláss, fara vit altíð at hava brúk fyri privatum íverksetarum, fólk ið tora at taka vága á seg og harvið skapa arbeiðspláss. Hesi arbeiðspláss gera mun, tá skattainntøkan
skal gera eitt størri arbeiði fyri at taka sær av hesum økjum, so at vit øll kunnu fáa gagn av okkara ríka mentanararvi. At økið er ein landsuppgáva er ein vána umbering fyri at lata alt hetta mentanarliga [...] ein vitjan á býarsavninum er eisini ein góður møguleiki fyri lærarar at brúka í undirvísingini. Men býarsavnið hevur langt frá nóg góðar karmar til sína uppgávu. Kommunan skal eisini gera sítt til, at [...] burtur á alt ov fáum og illa hildnum fermetrum. Nei, vit hava alla orsøk til at vera errin av tí avriki, sum okkara formøður og forfedrar megnaðu fyri at lata okkum høvuðsstaðin upp í hendur. Tórshavnar