SEV hevur ikki tikið støðu vil vindfelag

Talan er bara um eitt uppskot frá landsstýrismanninum, sum SEV og kommunur als ikki hava viðgjørt

Tað sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV og býráðslimur í Havn.

 

Tað var í útvaprinum hjá Kringvarpinum í gjár at tað kom fram, at ætlanir eru um, at SEV skal stovna eitt nýtt felag, eitt vindfelag, sum skal taka sær av vindmyllum.

 

Spurdur um hetta sigur Kári Johansen, at talan er bara um eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sum hann kallar eitt semjuskjal. Men talan er ikki um meira enn eitt uppskot frá landsstýrismanninum, sum als ikki er viðgjørt í SEV ella í kommununum.

 

– Eg vóni bara, at hetta fer at skapa eitt gagnligt kjak um, hvat og hvussu vit skulu gera, men tað verður so ikki SEV sum fer at gera eitt nýtt felag, tí tað kann SEV ikki gera. Skuldi tað verið gjørt, so eru tað kommunurnar, sum skulu gera tað, sigur Kári Johansen.

 

Hann leggur dent á, at SEV fer ikki uttan víðari at lata nakað frá sær.

 

Ymiskt er sum bendir á, at Helgi Abrahamsen ikki hevur samgongu aftan fyri seg í hesum máli. Tí bæði Annika Olsen og Heðin Zachariasen søgdu undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans í Løgtinginum, at tey ikki tóku undir við uppskotinum. SEV hevur altíð verið eitt hjartabarn hjá Fólkaflokkinum, so hugsandi er, at berandi kreftir í baklandinum hjá Fólkaflokkinum heldur ikki taka undir við ætlanunum hjá Sambandsflokkinum at taka ymsar uppgávur frá SEV.

 

Kári Johansen vísir eisini á, at SEV hevur sítt vindfelag, og at um tað endiliga skal vera, so bert til at skfita nevnd og stjórn út í hesum felag, so tað er sundurskilt frá rakstrinum hjá SEV annars.