Klingra og Bartal í Tøting

Hóast Klingra mest má roknast sum ein föroysk verkætlan, sprettur bólkurin úr prísvinnandi norðurlendska bólkinum Afenginn. Tá bólkurin Afenginn fóru í holt við at skriva og innspæla tónleik til seinastu flöguna, valdu tey at samstarva við fleiri föroyskar tónleikarar.

Úrlsitið gjördist flögan Klingra. Tónleikurin er sera væl móttikin og hevur verið framfördur í Australia, Russlandi, Europa og USA. Eisini vann Klingra 2 FMA virðislönir í 2020, bæði fyri bestu flögu (í opna bólkinum) og besta tekst.

Úrslitið gjördist tó ikki bert flögan Klingra, men seinni eisini bólkurin Klingra. Tí samstarvið millum Afenginn og föroyingarnar skuldi vísa seg so væleyðna, at tey valdu at stovnað bólkin Klingra.

Tónleikurin og tekstirnir (á föroyskum) eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið.

 

Klassisk og elektronisk ljóðlandslög blandast við orkufyltum rokki í langum samanhangandi brotum, sum náttúrliga fara frá ambietari skroypiligari minimalismu til stór orku útbrot meðan rörandi tónalög vevjast inn í kompleks mynstur

Limirnir í bólkinum eru tónleikarar við nógvum royndum fra bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.

 

Manning

Kim Rafael Nyberg:

Keyboards og mandolin.

 

Dánjal á Neystabö:

Tangentar og syngur

 

Mikael Blak:

Elektronik, keyboards og bass

 

Heðin Ziska Davidsen:

Elektronikk og Guitar

 

Maggie Björklund:

Pedal Steel Guitar.

 

Bartal Augustinussen kenna vit sum gittarleikara í bólkum sum Moby the Pink Pilot, Fróði og seinastu árini sum onnur helvtin av Guðrun & Bartal, har hann bæði spældi ljóðföri og skrivaði tónleik.

 

& Bartal hevur seinastu tíðina arbeitt meira sum solistur, og hevur eitt nú gjört nýggjar útsetingar av gomlum föroyskum klassikarum.

 

Hetta hendir í Tøting í Gøtu Fríggjakvöldið 13/8 kl. 21.00.

 

##med2##