favorittur í báðum dystunum á Skála í dag. Hjá kvinnum vil H71 sera fegið hava bæði stigini við sær heim og halda seg frammanfyri Neistan, sum spælir í Klaksvík í dag. Seinast StÍF og H71 spældi var í Hoyvík [...] ímóti StÍF, sum spælir fyri at halda fast í stríðnum um tey fremstu plássini. StÍF kann eisini finna sær megi í, at ongin er farin heim av Skála við báðum stigunum í ár - og at lyklaleikarin, Pætur Johansen [...] Hoyvík fyri tveimum mánaðum síðani. Tá vann H71 greiðan sigur, og gongdin síðani bendir á, at endurtekur hetta kynstrið í dag. Hjá monnunum vann H71 eisini greiðan sigur ímóti StÍF tíðliga á kappingarárinum
nakað tíðliga longu í 2. umfari at fara at tosa um toppdyst. Men tá ið Mjølnir og Dráttur hjá kvinnunum bresta saman sunnudagin klokkan 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík, verður talan í minsta lagi um dyst [...] uppgáva og serstakliga á heimavøllinum í Sørvági. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og einki bendir á, at teir ætla sær at taka fótin av speedaranum í ár. Tvørtur ímóti sær liðið út til at [...] Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi. TB, SÍ og Fleyr skulu reisa seg Fyrsta umfar vísti á tríggjar greiðar vinnarar og tríggjar líka so greiðar taparar. Tveir av hesum taparum hittast á Hálsi í Havn leygardagin
hondbóltsleikararnir í Reykjavík, Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen, fingu í gjárkvøldið fyrsta stigið í fremstu íslendsku deildini Liðið hjá føroyingunum, Fram, javnaði í evstu løtu til 27-27 [...] Hitt føroyingafelagið í fremstu íslendsku mansdeildini, KA, spælir ímóti Selfossi í kvøld klokkan 19.30. Í fremstu kvinnudeildini spæla Haukar og Annika Fríðheim Petersen ímóti FH í morgin. Les eisini á [...] á in.fo: Rógvi og Vilhelm til Íslands at spæla Útisetar: Tríggir føroyingar vunnu á tveimum í Íslandi Støðan í Ólisdeildini hjá monnum (hsi.is): Nr Lið Dystir S J T Mál Munur Stig 1 Afturelding 2 1 1 0
Fyri tveimum árum síðani gjørdi hann pitsa nummar 1.000.000. Í dag eru 20 ár síðani Tummas Jakobsen byrjaði at gera pitsa í Pizzakjallaranum í gamla Sjómansheiminum, sum nú eitur Hotel Tórshavn. - Tað [...] onnur støð, sum gjørdu pitsu í Føroyum tá. Eg var júst liðugur á kokkaskúla í Danmark, tá eg sá, at Sjómansheimið søkti eftir einum pitsukokki. Sjómansheimið hevði selt pitsu í okkurt um hálvtannað ár tá [...] hann. Ein umbyggingin varð gjørd í 2000, og eftir hetta kundi alt uttan deiggið gerast niðri undir. Í august 2005 keypti Hotel Føroyar alt virksemið og umbygdu alt húsið. Í septembur 2006 lat nýggja matstovan
Tey gera tað í Reykjavík, í Keypmannahavn og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina og tí gera vit tað sjálvandi eisini í Tórshavn. 16 [...] hálvt marathon. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com. Fyri tveimum árum síðani settu vit markið til 500 rennarar. Gravgangur var eftir [...] aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið. Startnummar skulu heintast í Sport 24 í SMS fríggjadagin 1. juni kl. 14 til 18, leygardagin 2. juni 12-16 ella á Snarskivuni sunnudagin
hjá býráðnum. Sambýlið fólk við menningartarni verður eisini í Hoyvík, nevniliga í Klingruni, og heimið til børn og ung við autismu verður í Kvíggjartúni á Argjum, har eitt stykkið upp á einar 10000 fermetrar [...] best at byggja. Og nú hevur ein meiriluti í býráðnum samtykt, at játta teimum stykkini. Sostatt er tað greitt, at nýggja Barnaheimið verður bygt Millum Gilja í Hoyvík, har eitt stykkið upp á 8000 fermetrar [...] fermetrar skal setast av til endamálið, og barnaheimið verður 2000 fermetrar í tveimum hæddum. Innkoyringin til nýggja barnaheimið verður av Flatarvegnum. – Eitt barnaheim hóskar seg væl í einum øki, sum
innslag í útvarpinum um, at veruliga árliga tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard krónur. Víst verður til danska tjóðbankan, sum í síni greining av føroyska búskapinum í september í ár førir [...] virksemi verðið roknaðar upp í tilfeingisrentuna í teimum útrokningum, sum vit hava sæð. Hetta hevur sjálvsagt einki við tann dagliga raksturin í fiskivinnuni at gera. Í útrokningini av tilfeingisrentuni [...] fyri 250-270 dagar í sjónum Henda sonevnda veruliga tilfeingisrentan kemur fyrst og fremt frá tveimum keldum. Onnur er, at teir, ið hava roknað, hava sum fyritreyt, at ein normalløn í fiskivinnuni er 400
sum vit eiga at góðtaka? Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017? - Í januar fari eg at fjakka við tveimum vinkonum í India og Asia í eitt hálvt ár. Vit fara simpelten bara at hava frí og hugna okkum [...] spennandi rollu í einari svenskari sjónvarpsrøð Gabriel Klint, ið er ein fjølmentanarlig seria, sum partvís er upptikin í Føroyum og Svøríki. Sesong eitt av sjónvarpsrøðini hevur frumsýning í fyrru helvt av [...] sum dramalærari í Sjónleikarhúsinum og yrkislistafólk í Frískúlanum á Velbastað, har eg dagliga tilsamans havi samstarva við 80 barna- og ungdómssjónleikarum. Hvør var besta upplivingin í 2016? - Eg havi
Tummas í Heiðriksstovu var nólsoyingur, f. 8.november 1934. Sonur Valborg Debes úr Kollafirði og Jógvan Joensen i Heiðriksstovu í Nólsoy. Tummas vaks upp í Heiðriksstovu, sum elsti sonurin í einum barnaflokki [...] fleiri av ættarfólkunum í Kollafirði stundum vórðu rættiliga nógv og leingi í Heiðriksstovu. Ja, onkur teirra vaks upp í Heiðriksstovu, so mangan vóru nógvir munnar at metta í húsinum. Hetta tyktist ikki [...] andaliga og handaliga. Heiðriksstovu stólarnir í kirkju og til møtir í Missiónshúsinum stóðu ongantíð tómir. Hetta varð lagt niður í Tummas og syskini, og henda førning hevði Tummas alt lívið innanborða, sjálvt
ÍF hevur ikki breiðasta hópin í landinum. Men tá allir mans eru tøkir, er talan um sterkt lið í hevur fleiri streingir at spæla uppá. Leygardagin vóru tveir mans úti við skaða. Hanus Eliasen og Aleksandar [...] eftir ferð EB/Streymi trupulleikar við sínum øgiliga skjótleika, og tað sama gjørdi Andy Olsen í hinum borðinum. Í verjupartinum royndust Bartal Eliasen og ikki minst Høgni Zachariassen væl. Tvey reyð kort [...] fríspark var framt í móti honum. Hesin ÍF’arin átti at fingið gult kort, men Eiler Rasmussen, sum ikki hevði sín allar besta dag, valdi ikki at geva kort fyri hetta. Hetta fekk sinnið í kók hjá brasiliumanninum