Fari at fjakka í hálvt ár

Nýggjár: Eg og tvær vinkonur fara at fjakka í hálvt ár, sigur Sóley Danielsen, sjónleikari

Vit hava spurt Sóley Danielsen, sjónleikara, nakrar spurningar um ársskiftið.

Hvussu var 2016 fyri teg?
- Tað, sum hevur fylt mest, er mítt yrki sum sjónleikari innan pall og filmslist.
- Eg spæli eina sera spennandi rollu í einari svenskari sjónvarpsrøð Gabriel Klint, ið er ein fjølmentanarlig seria, sum partvís er upptikin í Føroyum og Svøríki. Sesong eitt av sjónvarpsrøðini hevur frumsýning í fyrru helvt av 2017, so tað verður spennandi at vita, hvussu hon verður móttikin.
- Mín góða vinkona Katrin Mortensen og eg hava formað eina feministiska skemtiduo, har vit skriva og framføra ymiskt um tað at vera kvinna í Føroyum. Vit hava m.a framført til tiltakið í samband við altjóða kvinnudagin og til Amnesty átakið um neyðtøku.
- Tað var avbjóðandi og mennandi at framføra leikin Shakespeare: Tey føroysku verkini saman við Gunnvá Zachariasen og Kristinu Sørensen Ougaard, har vit, við Hans Tórgarð sum leikstjóra, heiðraðu 400 ára deyðsdagin hjá Shakspeare við einari stuttligari og absurdari samanseting av øllum føroyskt-týddu leikunum.
- Eisini havi eg starvast sum dramalærari í Sjónleikarhúsinum og yrkislistafólk í Frískúlanum á Velbastað, har eg dagliga tilsamans havi samstarva við 80 barna- og ungdómssjónleikarum.

Hvør var besta upplivingin í 2016?
- Eg havi havt ótrúliga nógvar góðar upplivingar, bæði persónliga og í starvinum.
- Tá vit filmaðu svensku sjónvarpsrøðina slapp eg at uppliva, hvussu eitt stórt filmslig arbeiðir og hvussu sera dugnalig tey øll eru. Eg lærdi nógv og gleði meg longu til vit fara undir at upptaka sesong tvey og trý.
- Eisini var tað sera stórt at uppliva Nordic Performing Arts Days í Føroyum fyri fyrstu ferð og fáa ein rúgva av sera góðum og spennandi norðurlendskum leikum sýndar í Føroyum. Fyrireikarnar hava uppiborið eitt stórt herðaklapp fyri tað megnararbeiði, teir gjørdu.
- Tað hevur eisini verði sera stuttligt og rørandi at havt so nógvar dugnaligar barna- og ungdóms sjónleikarar undir hond. Eg vil avgjørt ráða øllum listafólkum og fólki sum heild at deila síni evnir við onnur og læra frá sær.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Tað er sera keðiligt, at vit enn í 2016 hava eitt samfelag, sum ikki loftar teimum, sum koma illa fyri. Eitt fíggjarliga skert heilsuverk, ivasom eldrarøkt, børn, sum liva í fátækadømi – eru hetta ting, sum vit eiga at góðtaka?

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017?
- Í januar fari eg at fjakka við tveimum vinkonum í India og Asia í eitt hálvt ár. Vit fara simpelten bara at hava frí og hugna okkum. Men tey sum kenna meg, vita, at eg sjáldan bindi frið, so eg havi sjálvsagt ætlanir um at gera ymiskar øðrvísi filmsupptøkur, meðan vit eru burtur.