Tummas í Heiðriksstovu var nólsoyingur, f. 8.november 1934. Sonur Valborg Debes úr Kollafirði og Jógvan Joensen i Heiðriksstovu í Nólsoy. Tummas vaks upp í Heiðriksstovu, sum elsti sonurin í einum barnaflokki á 9 børn. Aftrat kann nevnast at fleiri av ættarfólkunum í Kollafirði stundum vórðu rættiliga nógv og leingi í Heiðriksstovu. Ja, onkur teirra vaks upp í Heiðriksstovu, so mangan vóru nógvir munnar at metta í húsinum. Hetta tyktist ikki at bila, tí hjartarúmið var stórt í Heiðriksstovu. Eisini var Heiðriksstova stórt óðalshús við neytum og tí, ið fekst úr haganum og úr sjónum. Veiðumenn hava heiðriksstovumenninir altíð verið og skilamenn á sjógv. Við báti teirra, nevndur Prestur, var mangur gyltur fongurin drigin av grunni.
Í hesum umhvørvi vaks Tummas upp. Hann tók til sín alt tað besta ein stór kjarnufamilja, ið var grundfest í føroyskari mentan, hevði at bjóða, bæði andaliga og handaliga. Heiðriksstovu stólarnir í kirkju og til møtir í Missiónshúsinum stóðu ongantíð tómir. Hetta varð lagt niður í Tummas og syskini, og henda førning hevði Tummas alt lívið innanborða, sjálvt um hann flutti av bygdini.
Tummas byrjaði vaksnamannalívið á sjónum. Hann fór til skips á ungum árum, og trúgvur sum hann var, var hann bert til skips við tveimum skipum, áðrenn hann fór á Sjómansskúlan, har hann tók stýrimansprógv. Sum fiskimaður sigldi Tummas mestu tíðina við Elsu av Toftum, ið Hans Jacobsen í Norðastovu átti og førdi. Var eisini við Grønlandsfarinum, ið bygdarmaðurin Tummas hjá Klæminti í Nólsoy førdi.
Eftir lokið stýrimansprógv í 1960 fór Tummas út at siga við DFDS. Sigldi eisini við skipum hjá Skipafelagnum til hann fór í land. Sum heimamaður arbeiddi hann hjá Meiarínum. Fyrst saman við verðfaðirinum, Edvardi Lindenskov, og so einsamallur til fyritøkan legði niður virksemið. Seinasta starvið, sum Tummas hevði, var innan flakavinnuna á landi. Á Bacalao virkaði hann til hann náddi eftirønaraldur.
Lyndiseyðkenni Tummasar var trúskapur móti næstrafóki og bygdarfólki, og tí sum hevði týdning fyri Nólsoy. Hann gleddist um alt, sum var bygdini at frama. Hann fylgdi við áhuga, hvussu bygdin og bygdafólkið hevði tað. Hevði mangan á munni, tá vit sóust: Er nakar nólsoyingur á hospitalinum.
Tummas vitjaði nevniliga fegin teir nólsoyingar, sum vóru innlagdir vegna sjúka. Persónliga sýndi hann mær gleði, takksemi og virðing við at koma til framløguna av bókaverkinum Nólsoy – Søgubrot og fólk, ið eisini var seinasta bókin, hann hevði í hondum. Tummas hevði eitt stórt hjarta fyri tí, hann sum unglingi fekk úr Nólsoy, og hann nýtti eitt hvørt høvið at sýna bygdini og tess fólki virðing og tøkk.
Nú Tummas í Heiðriksstovu hevur lagt árarnar inn vil eg minnast hann við takksemi móti mær og ættarfólki mínum og tí, vit vóru felags um: Kærleika til heimbygd okkara Nólsoy.
Friður verði við minninum um Tummas í Heiðriksstovu.
Egon Hansen










