Trúgvin er sum hjúnarlagið. Tað er ikki altíð nokk at siga konuni, at tú elskar hana. Tað kann eisini vísast við at keypa henni rósur av og á. Tað sigur Guy Chevreau, vanliga nevndur Guy, ið er annar p [...] siga fyrireikararnir av møtunum í Føroyum. Men tað er munur á møtum, sigur Guy. Tað er rættiliga ørðvísi at halda møti í til dømis Japan, enn tað er í Australia. »Og kanska fara vit at uppliva okkurt heilt [...] vit nú fara at hava møtir í Føroyum.« Mangan er sagt, at tað gongur rættiliga harðliga og vilt fyri seg á møtunum. Men tað er alt eftir, hvussu mentanin er, har møtini eru. Summi fólk eru lívligari enn
gjørt avtalu við føroying, sum skal umboða felagið her á landi. Tað er Jákup á Stórustovu í Havn, sum skal virka sum umboðsmaður fyri norska felagið her í Føroyum, og tað verður hann, sum kemur at taka sambandið [...] tú fingið hóming av, hvussu støðið í føroyskum fótbólti er? ? Ja, tað havi eg, men tað er ilt at sammeta tað við eitt nú norrskan fótbólt, tí her verður spælt so nógv øðrvísi enn í Noregi, og so spæla [...] føroyingar á graslíki. Men eg haldi, at eg kann siga, at støðið er rímuliga høgt, men at munur er millum tey góðu og minni góðu liðini. Hevur tú sæð nakrar áhugaverdar spælarar? ? Ja, eg havi sæð fleiri
fyri meiri óroyndar dómarar. skeiðið fyri teir óroyndu dómararnar er við at vera fulltekna, meðan betur pláss er á hinum skeiðinum. Enn er tekningarfreitin ikki út. Flogbóltskappingini fer um stutta tíð [...] 90 luttakarar hava teknað seg til skúla, sum hetta vikuskiftið er fyri gentur og dreingir í aldrinum 12 og 13 ár. Luttakararnir koma at búgva á Venjingarskúlanum, og venjingin sjálv fer fram í høllini [...] Flogbóltssambandið fyri tveimum stórum venjaraskeiðum í Havn. Tey vera á Eysturskúlanum í Havn. Eisini her eru danir skeiðleiðarar. Tað vera Kjeld Klintø og Kennet Frederiksen, sum fara at standa fyri skeiðnum
Listasavnið. Tað er vanligt aðrastaðni, at kendir persónar planta trø undir hátíðarhaldi, sum tá hesi bæði trøini vórðu plantað fyri fýra árum síðan. - Tað er harmiligt, um tað ikki skal bera til her at hava slíkar [...] settar vórðu fram við ánni í viðarlundini. Teimum eru bara fáar eftir av nú, tí tað er oyðilagt so við og við. - Tað er so harmiligt, at einki skal fáa frið. Vit hava so nógv annað at stríðast við, veður [...] herverkið hendir á alfaravegi, og ongantíð hevur nakar sæð nakað. Tað er ikki soleiðis at skilja, at hann vil hava fólk at melda, men tað er neyðugt, at fólk hjálpa, soleiðis at planturnar fáa loyvi at koma
Kópavágs, tí Kópavágur er fyrimyndin hjá øðrum býum í Íslandi eins og hjá øðrum londum, hvat ellisheimum viðvíkur. Vinir hjálpa Tað ger tað ikki verri hjá klaksvíkingum, at Kópavágur er vinarbýur hjá Klaksvíkini [...] bólkinum eru tvær. Onnur er umlætting og hin at byggja vardar bústaðir við felsgshølum. 32 pláss eru á røktarheimi, og 11 pláss á Vistarheiminum, men hesi pláss røkka einki, tí tørvurin er nógvar ferðir størri [...] ellisbústøðunum í Kópavági er, at so stórur dentur verður lagdur á, at tey eldru skulu vera virkin sum gjørligt og gera sín part av arbeiðinum. Tað sparir starvsfólk, sum er tann dýrasti parturin av rakstrinum
grind aftrat í Vágum í heyst, verður hon eisini latin øðrum bygdum. Tó er tað so, at kemur ein grind á Miðvág, verður í hvussu er roynt at merkja hvalirnar og reka teir út aftur. Regin Jespersen sigur [...] bara í 13-14 minuttir. Hevði meira fólk verið, hevði drápið gingið enn skjótari. - Teir ungu menninir her ganga nógv uppí at skera á háls, og at alt skal ganga skjótt, sigur Regin. Teir royndu í hesum drápinum
1975, er fólkatalið í Cu Chi tvífaldað til tveyhundrað túsund. Hetta hóast tað at tey kemisku evnini enn finnast í jørðini, og eru orsøkin til at avgrøðin er munandi verri enn aðrastaðni. Í dag er, sum [...] tann eyðkenda trýhyrnta hattin á høvdinum. Hatturin, ið upprunaliga er vietnamesiskur, verjir tey móti teirri sterku sólini tá turkur er, og móti regninum í regntíðini. Á markunum, ið eru heystaðar, pløga [...] fyri tað landið, ið er triðstørsti rísútflytarin í heiminum. Um tú vilt finna nakað sermerkt vid økinum uttanum býin Cu Chi, skalt tú bókstaviliga grava djúpari.Undir rísmarkunum er nevniliga eitt net av
eyðsýndir fyrimunir eru. Tað er minni strongd á arbeiðsplássinum og góðar stundir at tosa við foreldur og børn her, enn tær kenna frá stóru útlendsku sjúkrahúsunum. Harnæst er tað ógvuliga áhugavert, men [...] hugtikin av lítla samfelagnum her, og tók av tilboðnum um at starvast á Landssjúkrahúsinum. Kom at vitja beiggjan Fyri umleið 14 døgum síðan kom triði barnalæknin í starv. Tað er Sepideh Tahari úr Bretlandi [...] Eg bleiv rættiliga hugtikin av landinum og náttúruni her, og av forvitni fór eg inn á gólvið á Landssjúkrahúsinum at vita, hvussu barnadeildin her virkaði. Tá Pál Weihe, læknastjóri bjóðaði mær arbeiði
starvsfólkapolitikkut skal orðast. - Starvsfólkapolitkkur er ikki bert reglur og mannagongdir, men so sanniliga eisini ein spurningur um hugburð. Hetta er ein proses, sum ikki verður liðug eftir einari løtu [...] úrslitið av fundinum var, at tey fingu tosað um nøkur mál, og at tað nú er upp til løgmáladeildina, saman við einum arbeiðsbólki, sum er tvey umboð fyri hvørt aðalstýri og eitt frá stovnunum, umframt umboð [...] umboð fyri lønardeildina og fíggjarmálastýrið, at arbeiða víðari við. - Mín niðurtstøða er, at tørvur er á felags reglum. Hetta var startskotið, men eg vænti, at tað tekur eini tvey - trý ár, áðrenn almennu
hetta málið loyst her og nú, tá hugsað verður um áhugan hjá oljuídnaðinum fyri økinum, sum er partur av hesi konfliktini - ósemjuni? -Her er ikki talan um nakað trýst. Allir partar her vilja hava eina loysn [...] nýtt samráðingarumfar verður í London í dag. Hetta er annar fundurin Frank Berman er við til, síðani hann tók við eftir David Andersson. Tann broyting er so eisini hend, síðani bretar skiftu samráðingarleiðara [...] eina nýggja stjórn. Vit spurdu Frank Berman, um tað er stjórnarskiftið, sum hevur ávirkað seinasta útspælið frá bretskari síðu! Hann sigur, at tað er ikki hansara uppgáva sum professionellur diplomatur