Í fýra ár var Kári P. Højgaard formaður í Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum, hvørs fremsta uppgáva er at hava eftirlit við løgmanni og landsstýrisfólkunum. Hósdagin situr hann hinumegin borðið. [...] ikki, at landsstýrismaðurin í samband við ein fyrispurning ikki gav løgtinginum teir upplýsingar, sum hann sjálvur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna sakkunnleika í Landsverki. - Ein landsstýrismaður [...] upplýsingar fyri løgtinginum, staðfestir Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini. Einvíst svar Tað er beinleiðis ásett í lógini um ábyrgd landsstýrisins, at ein landsstýrismaður hevur ikki
Prát Í morgin, týsdagin 12. juli, fyllir eitt kent andlit í Fuglafirði, 75 ár. Maðurin er Jákup Oluf Joensen, sum starvaðist á Havsbrún í Fuglafirði í samfull 38 ár. Hann byrjaði á virkinum longu árið [...] fyrstu lastini, og hevur verið í starvi á virkinum heilt fram til fyri einum ári síðan. - Eg byrjaði á virkinum, 18. juni í 1967 og ynskti at gevast, 18. juni í 2005 ella júst 38 ár seinni, sigur fuglfirðingurin [...] framleiðslan ikki so automatiserað, sum hon er í dag. Alt fór upp í sekkir, sum skuldu stáplast, og hetta gjørdu vit í fleiri ár. Jákup Oluf sigur, at í arbeiðnum at skipa fyri landingartørni hjá skipunum
fótbólt í nógv ár, og hon er týðandi partur av GÍ liðnum, sum í løtuni liggur sum nummar trý í landskappingini og júst hevur tapt steypafinaluna. Virkin kvinna Poula Gregersen hevur nógv jørn í eldinum [...] eldinum. Hon er júst byrjað í starvi hjá Eik deildini í Fulgafirði, har ið hon er kundaráðgevi. Poula situr eisini í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu. Umframt hetta venur hon tríggjar ferðir um vikuna við besta [...] sita í bygdaráðnum. Tað var nógv at seta seg inn í, men mær dámar sera væl, sigur hon. Løgtingsval ikki aktuelt Poula er varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini. Umframt hetta er hon við í skú
Deyðaræðslan í eygunum á gíslunum og staranin av Clark Olofsson beint inn í myndatólið, sigur alt um støðuna í hválvinum. Mánadagin lorar løgreglan mat og øl niður í hválvið, øl við svøvnevni í. Men tað varnast [...] tey seks døgnini, tey eru forskansað í hválvinum, við einari ruskspann í eina horninum, at gera tað neyðuga av sær í. Fjórða dagin hoyrist eitt skurrandi ljóð inni í hválvinum. Løgreglan er byrjað at bora [...] áður, og nógv vita eisini, at hetta stavar frá einari gíslatøku í Stokkholm, men hvat tað var, sum í smálutum fór fram hesar dagarnar í august, vita helst tey fægstu. Við tilfari úr svenska Aftonbladet
samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara. Hon hevði frammanundan gingið í barnaskúla í heimbygdini Kollafirði og síðani í framhaldsdeild í Eysturskúlanum í Havn. Nú skuldi hon so taka eitt stig [...] ung genta í Kollafirði, sum hevur hug at fara víðari á skúlagøtuni, men sum ikki hættar sær í ein størri skúla ella eina størri mannfjøld í einum flokki. Mamma hennara visti tíbetur ráðini: Í skúlanum við [...] stað, tá hon slapp í skúlan við teimum fáu næmingunum í hvørjum flokki. - Lat meg beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti teimum stóru skúlunum í Havn og á Kambsdali. Als ikki. Men júst tað er bara einki
tryggur, so skal svarið vera í tráð við krøvini í brævinum til løgmann. Snýttur upp undir eyguni - Eg vil ikki vera við til at avtaka Sandoyartunilin. Eg vil hava okkurt í skjáttuna, annars eri eg ikki [...] at verða gjørdir, sum støðan er í løtuni. - Eg dugi ikki at síggja, at vit hava ráð til Sandoyartunnil júst nú, tí annað má raðfestast fyrst og sveiggj niðureftir er í búskapargongdini. Vit eru ikki beinleiðis [...] um byrjað verður at bora í 2010, sum nevnt hevur verið, og um hvørt Sandoyartunnil ella Eysturoyartunnil verður byrjaður fyrst. "Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunnlinum í nov/des 2010, og hetta verður
nógvir rútar vóru í knúsi, onki gólv í gongini, fleiri vatnrør sprongd, ketilin á hol, oljutangin fullur av vatni og einki handtak í úthurðini. Bóndagarðurin var í roynd og veru latin upp í hendurnar á tí [...] kvøldskúlan í Runavík, sigur hann brosandi. Við øðrum royndum innan landbúnað, sær hann seg fult føran fyri at taka yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi trods alt búð í Fámará í tvey ár [...] eg tivi so illa. Men eg var júst í ferð við at saga pinnabreni, nú tú ringdi. Soleiðis geri eg hvønn einasta dag, so hetta er bara ein partur av tí at búgva her, sigur Johan í telefonini úr Fámará. Fjarskotin
gjørt. Eg havi ikki hug at seta mítt lív í vága fyri onkran, sum hevur ligið á havsins botni í einar 20 minuttir, sigur froskmaðurin. Sosialurin er vitandi um, at í sambandi við ein tilburð á vestaru bryggju [...] útgerðina hjá brandstøðini. Er hent áður Hending á havnarvág leygardagin stendur umrødd aðrastaðnis í blaðnum, men sambært hesum froskmanninum, ið Sosialurin hevur tosað við, er hetta hent áður. - Tað er [...] fáum árum síðani, tá ið ein maður leyp á sjógv, komu tveir froskmenn illa fyri og mistu maskurnar, júst sum óhepni froskmaðurin á havnarvág leygardagin gjørdi. Leiðslan á brandstøðini vil verða við, at
mær í býnum, hyggja eftir úrvalinum í handlum og keypa, tá eg síggi okkurt, mær dámar - til mín ella onkran, eg eri góð við. Fyri meg køvir "svartur fríggjadagur" júst tað hugnaliga við at vera í býnum [...] handlarnir hendan dagin vørurunum bara tann prísin, sum tær í veruleikanum annars eiga at kosta? Hugsi, at vit við hesum oftari keypa sovorðið, sum vit í grundini ikki hava brúk fyri. So, stutta svarið er nei [...] Friday. Plagar tú at fara til handils henda dagin? - Mær dámar illa bíðirøðir, fullar handlar við fólki í keypsrúsi og yvirhøvur hugburðin, at vørur skulu vera so bíligar sum gjørligt. Eg haldi, at tað er við
verður fundurin lýstur at verða, 30. apríl í Læraskúlahøllini. Tað var á væl møtta aðalfundinum í fjør, at Jarvin varð valdur til nýggjan formann í felagnum í kapping við Ann-Elisabeth. Eini 450 fólk vóru [...] aðalfundi í pedagogfelagnum, men tá ið kapping er millum valevni, er áhugin vanliga nógv størri. Tekur tað róligt Jarvin F. Hansen váttar, at mannfall seinastu vikurnar hevur verið í nevndini í Føroya P [...] almenningin um viðurskiftini í felagnum, sigur formaðurin. Jarvin sigur, at nevndin í felagnum eftir hansara tykki hevur samstarvað rímiliga væl ? og hevur drigið somu línu í fleiri málum. - Men eg noyðist