vita ikki hvar tey skulu byrja, so at tað hevði verið øgiliga gott. Heilsan ein trúgvur lesari. EG= OGN Í regninum vil eg seta meg niður á ein vátan trappustein, men eg veri so skitin og tó, so rein. Følt [...] okkara skjøldur dag sum nátt Okkara krystallkláru undurfullu keldur búgva í tí Okkara lívsføði búleikast á tí Okkara lívs andkoma føðast av tí Okkara samleika hevur tað skapt Tað syngur so fagurt í óðnarveðrið
. Serkunnleikin Helena minti á, at hon bert er leikfólk á økinum og fegnaðist hon um at kunna lata orðið til serkunnleikan, Hans Bisgaard, professari, dr. med, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum. Hans Bisgaard [...] Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og forkvinna í nýstovnaða lungnafelagnum, beyð vælkomiin, tá ein lítil skari av lurtarum hevði leitað sær út í veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið. [...] Danska lungnafelagið kom við áheitan um at seta á stovn felag í Føroyum og hetta varð mett at vera gott hugskot. Helena vísti á, at føroyskur ungdómur roykir mest í Europa og at royking er orsøk til alskyns
smádrongurin í søguni, eisini er grundaður á hansara egnu lívssøgu. Gregorio Fuentes er føddur á canarisku oynni Lanzarote í 1897. Men livilíkindini vóru vánalig har á leið um aldaskiftið, og nógvir spaniólar [...] onkrum, sum hevði hug og tíð at læra teg tað, sum kravdist á floti. Tó hevur Gregorio Fuentes havt samband við familjuna á Lanzarote. Hann vaks upp á Cuba og byrjaði at vinna pening, sum hann sendi mammuni [...] var skipari á einum farmaskipi, og vit vóru á veg norður eftir at lasta timbur. Men ódnin noyddi okkum undir land at kroka. Og undir eini oyggj, nevnd Stóra Skjaldbøkuoyggin, fingu vit eyga á ein stuttleikabát
kemur, sólins skar við hár títt nemur, vónin skolar spakuliga upp á okkar strond«. Takk øll tit sum stuðlaðu og troystaðu tá ið á stóð. Heilsan Mammubeiggin Fróði [...] tónleikur og ting sum kundu skapa tónleik. Ein vanlig borgarlig karriera og pengar lógu sera aftarlagi á hansara ynskilista. Hávardur vildi fram um alt liva út sínar dreymar, sum fyrst og fremst vóru at skapa [...] foreldrunum at keypa góðgæti fyri, men ofta legði hann heldur peningin í eina innsavningar bússu í stóð á diskinum og fór tí útaftur úr handlinum við ongum góðgæti, tí hann vildi heldur gleða tey fátæku. Tað
skotska felagnum Asco hevur ætlanir um eina oljuvinnuhavn á Sundi og Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, sum sigur oljuvinnuna vera vælkomna inn á Skálafjørðin, halda báðir lítið um útmeldingina frá [...] Bjargingartænastan nú skal liggja í Runavík, segði Torbjørn Jacobsen og vísti á, at hann fer at krevja eina frágreiðing á næsta floksfundi. Flokkurin er samdur Men Hegeir Nielsen stendur, sum áður nevnt [...] frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. ? Talan var nevniliga um eina munnliga útmelding á einum fundi í Suðuroynni við persónligari heilsan frá Jóannesi Eidesgaard. Tískil hongur tað ikki saman, tá Jóannes Eidesgaard
frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hetta skuldi vera hent á einum fundi í Suðuroynni, har ein tingmaður Javnaðarfloksins svaraði munnliga við persónligari heilsan frá Jóannesi Eidesgaard. [...] rin frá, at hann ikki hevur viðgjørt spurningin um, at eitt komandi oljuvirksemi skal verða savnað á einum stað, og tí hevur flokkurin onga støðu til spurningin. Sjálvstýrisflokkurin ger tó í svarinum
móti hersetingarvaldinum. Ofta leikaði hart á, ja, fleiri ferðir stóð enntá um lív. Karl bleiv eisini handtikin av Gestapo og sat í fangatippi, men kom undan á undurfullan hátt. Hann hevur sjálvur ofta greitt [...] er so hin myndin av Karli, sum vit öll kenna so væl. Á teimum stöðum, har útisetar vanliga hittast, sitandi við eitt borð saman við fleiri, ið lýddu á meðan Karl fortaldi. Og hann hevði sjáldsamar gávur [...] ættarsögu. Altíð góður at heita á, um tú vildi fregnast um okkurt, fáur annar visti. Áhugamál hansara vóru nógv ? hann var ein sannur polyhistor. Seinasti árini var heilsan farin at bila, men lívsneistin
tankanum um at fáa eina ringrás í bústaðirnar og í kjalarvørrinum á eldraárinum, vendir grunnurin sær fyrst til tey eldru fyri at kanna tørvin á einum framtíðar ynskiligum bústaðarmynstri. Í hesum døgum verða [...] lógum grunsins eru góðkend, at útvega og reka íbúðahús. Íbúðargrunnurin ella kommunur kunnu sjálvi seta á stovn tílík íbúðarfeløg ella stovnar. Hugburðurin hjá fólki viðv. bústaði er munandi broyttur tey seinastu [...] keypa sethús, seta seg fyri lutafelagsíbúð ella at hava møguleikan fyri at leiga ein bústað. Við heilsan Húsalánsgrunnurin
Boðað skal verða frá, at á aðalfundi í felagnum »Nótaskip« mánadagin 6. des. 1999 varð nýggj nevnd vald. Í nýggju nevndini sita: Atli Hansen, Norðagøtu, Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík, Eiler Jacobsen [...] hevur skipað seg við Atla Hansen sum formanni og Kristian Martin Rasmussen sum næstformanni. Við heilsan Jógvan Norðbú, skrivari
Ymsastaðni á tromini, beint fyri eygunum á teimum hermonnum, sum hildu vakt í erva, sótu konufólk, sum fuglar á einum vagli, og í teimum mest ótrúligu likamsstøðum. Sum tær sótu og huku fyri at kasta sær á vatninum [...] starvaðist á sjúkradeildini á Sovlatvia í 1949, hevur greitt soleiðis frá umstøðunum í lastarúminum: Vit gingu við stríð niður ígjøgnum eina ógvuliga reysta, hála trætrappu og komu endiliga niður á botn. Tað [...] brúkti tíð sína væl. Eitt nýtt ríki varð sett á stovn og Antikrists fjøldir týndar. Hesin politikkur hevði m.a. við sær, at 2. heimsbardagi brast á. Taka vit tølini á hermonnum og vanligum borgarum í Europa