Fríar teymar til vinnuna

Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki tikið støðu til, um ein komandi oljuvinna skal savnast á ávísum stað

Sjálvstýrisflokkurin hevur nú eisini svara fyrispurninginum, sum Suðuroyar Oljuvinnuráð herfyri sendi øllum politisku flokkunum í landinum. Oljuvinnuráðið bað í brævinum um at fáa at vita, hvørja støðu flokkarnir hava til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni.

Í svarinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð boðar Sjálvstýrisflokkurin frá, at hann ikki hevur viðgjørt spurningin um, at eitt komandi oljuvirksemi skal verða savnað á einum stað, og tí hevur flokkurin onga støðu til spurningin.

Sjálvstýrisflokkurin ger tó í svarinum greitt, at floksins støða til politiska uppíblanding viðvíkjandi oljuvinnuni og avsmittandi virksemi er tann, at vinnan skal hava so fríar teymar sum yvirhøvur gjørligt. Hetta, sigur flokkurin, somuleiðis gera seg galdandi viðvíkjandi spurninginum, hvar í landinum eitt tííkt virksemi kemur at liggja.

Sjálvstýrisflokkurin er tann næsti flokkurin, ið hevur meldað út, at hann hann hevur svarað fyrispurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hin flokkurin er Tjóðveldisflokkurin. Fyri Tjóðveldisflokkin hevur Hergeir Nielsen, tingmaður úr Vági, svarað, og hevur hetta skapt mikla øsing innanhýsis í flokkinum. Aðrir tingmenn Tjóðveldisfloksins vilja nevniliga vera við, at Hergeir Nielsen ikki hevur fingið heimild frá flokkinum til at svara.

Hergeir Nielsen segði seg í Sosialinum leygardagin vera sannførdan um, at Javnaðarflokkurin eisini hevur svarað fyrispurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hetta skuldi vera hent á einum fundi í Suðuroynni, har ein tingmaður Javnaðarfloksins svaraði munnliga við persónligari heilsan frá Jóannesi Eidesgaard.