loftað og hava ein sunnan felagsskap at koma í, har tey kenna seg vælkomin. Tað sparir kommununi nógvar pengar. Øll hava jú týdning, og tað er dýrt at missa bara ein, einstakan burtur ímillum. Loysn til [...] Men sum hinvegin í tí stilla nýta sína tíð og orku til at gera mun fyri onnur. Púra ósjálvsøkið. Størsti parturin av tilboðunum er til børn og ung, men tað eru sanniliga eisini nógv tiltøk til [...] dagar eru í býnum. Tað er eitt veldiga stórt arbeiði. Tá ið tey hendinga ferð biðja um styrk frá kommununi, skulu tey sjálvandi fáa tað. Hesi sjálvbodnu tryggja jú, at fleiri fólk verða loftað
Tí gita vit, at Sirið fær onkra atkvøðu frá valfelagnum hjá Bjørt. Landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi hava hvør sína atkvøðu, tilsamans 3. Vit gita, at Sirið fær allar. Orsøkin er, at hon eigur eina sjálv [...] Suðurstreymoy er einasta felag, sum einki uppskot hevur. Tað er valfelagið hjá Bjørt Samuelsen. Felagið hevur 8 atkvøður. Vit gita, at Bjørt fær 6 og Sirið fær 2. Tað tykist ikki heilt sannførandi, at valfelagið [...] Tjóðveldi, ynskja helst, at hann verður tingformaður, tí so er hann ikki við í parlamentariska arbeiðinum í Løgtinginum og heldur ikki virkin í nevndunum í Løgtinginum. Tingformanssessurin er júst ætlaður royndum
fti hevur verið um Málráðið, og Málráðið er styrkt við øktari játtan. Hon vísti eisini á orðabøkurnar hjá Sprotanum, sum landið er við til at fíggja, og sum er ókeypis til øll. Landsstýriskvinnan nevndi [...] leggur filmsstuðulin til Mentanargrunnin at umsita til tess at tryggja armslongd. Arbeitt verður eisini við at raðfesta filmsframleiðslu í Føroyum, soleiðis at føroyskur filmur vónandi skjótt verður i [...] verða brúkt í sambandi við leikirnar. At enda takkaði hon fyri raðfestingina av Norðurlandahúsinum, og nýtti samstundis høvið til at greiða frá arbeiðinum at leggja Norðurlandahúsið um til grøna orku.
varð tí ákærd. Mikudagin viðgekk hon í rættinum í Randers, at hon brótið navnaforboðið. Kvinnan greiddi frá, at hon hevði strikað uppslagið, tá hon varð gjørd varug við, at tað var ólógligt, men rætturin [...] prógvað, at uppslagið var deilt, meðan navnabannið var galdandi, og at deilingin tí var revsiverd, skrivar løgreglan. Revsingin er ein bót á 25.000 danskar krónur. Hon umhugsar, um hon fer at kæra til [...] í grundlógaravhoyring, og dómarin hevði sett navnaforboð. Hetta merkir, at tað er revsivert at deila upplýsingar, sum gera, at viðkomandi kann eyðmerkjast. Í Korsør-málinum varð Philip Patrick Westh í
Pedro Sánchez, sigur, at Spania fer at gera alt, sum til ber til tess at hjálpa teimum raktu í ógvusliga floyminum. - Eg vil heita á fólk um framvegis at vera árvakin, tí floymurin er ikki av enn, sigur Pedro [...] staðfest deyð í Valencia-regiónini, eftir at serliga landnyrðingsparturin av Spania er raktur av ógvusligum regni, toruveðri og floymi. Úr Spania verður sagt, at hetta er ógvusligasti floymurin í hesum partinum [...] landinum í fleiri áratíggjur. - Hetta er ein hending uttan síðustykki, segði spanski verjumálaráðharrin, Margarita Robles, við CNN í morgun. Hon legði aftrat, at umleið 1000 hjálparfólk úr hernaðarligu
skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti litavum, var hetta hennara mál nummar 28 á A-landsliðnum, og tað ger hana til mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum. Nummar tvey á listanum er Rannvá Biskopstø [...] Tvey ár seinni, í oktober í 2008 fekk framherjin úr NSÍ sítt fyrsta landsliðsmál, og síðani tá hevur hon skorað tilsamans 28 mál í 90 A-landsdystum fyri Føroyar.
løgmaður ætlar at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum. Hann sigur, at sambært landsstýrinum er neyðugt at gera tillagingar og sparingar fyri at fáa haldføri [...] illa við ikki at sleppa uppí part at byggja samfelagið upp, og fyri samfelagið merkir hetta minni framleidni. – Ætlanin er, at fólkaskúlin skal spara 5 mió. kr., men trupult hevur verið at fingið upplýst [...] samgongan varð skipað, segði løgmaður, at hóast fleiri aðalráð vórðu upprættað, skuldi miðfyrisitingin ikki kosta fleiri almennar skattakrónur, men tað er staðfest, at tað ger hon, nú skjótt tvey ár eru farin av
Tjóðveldi, sum á eykaflokstingi leygardagin fer at velja sær nýtt forfólk, eftir at Høgni Hoydal fríggjadagin legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi eftir at hava røkt starvið í samfull 24 ár. Og ja talan [...] løgtingsval varð hon vald til løgtingsforkvinnu. Bjørt hevur hevur havt sæti á tingi øll árini síðani. Sirið Stenberg varð fyrstu ferð vald á ting í 2011, og er vald aftur í 2015, 2019 og í 2022. Hon hevur verið [...] Sameulsen og Sirið Stenberg. Bjørt Samuelsen hevur drúgvastu royndirnar millum tingfólkini hjá Tjóðveldi. Hon var vald á ting á fyrsta sinni 2008 og kom í eisini í landsstýrið, sum varð skipað eftir valið 19.
umboð fyri miðfyrisitingina í Castilla-La Mancha-økinum týsdagin. - Prioriteturin er at finna hesi fólkini, segði hon sambært AFP. Flóðaldan hevur eisini elvt til órógv í tok- og flogferðsluni. Skúlarnir [...] vuni Reuters. Nakrar tímar frammanundan boðaði Carlos Mazon, leiðari í Valencia-landslutinum, frá, at deyð fólk vóru funnin. Men tá vildi hann ikki siga hvussu nógv "av virðing fyri familjunum". Eitt kalt [...] til vatnflóð bæði í býum og vegum. Myndugleikarnir í harðast raktu økjunum heittu á borgararnar um at halda seg heima og sleppa undan øllum óneyðugum túrum út av heiminum. Myndir frá spanska sjónvarpinum
tí tey vóna, at Livilig kor í seinasta enda fara at ræðast sítt egna barn. Tey satsa kanska uppá, at vit ikki tora at fara í rættin, tá avtornar, tí greitt er, at vit tá fáa skyldina fyri, at virksemið hjá [...] g og neyðugu loyvini at byggja – so verður málið stevnt. Nevndin í Liviligum korum vónar tó, at landsins myndugleikar sjálvir eru so mikið at sær komnir, at teir taka stig til at rætta grovu mistøkini [...] og endin kann væl verða, at alt skal rullast aftur, so at byggiloyvið, sum tá varð latið, má strikast. Hvørjar avleiðingar, tað fær, er ikki greitt, men tað er ikki óhugsandi, at P/F Varðin Pelagic leggur