Fær 25.000 kr í bót fyri at deila navnið hjá drápsmanni

Ein kvinna í Danmark breyt navnaforboð í málinum um mannin, sum millum annað drap donsku Emilie Meng.

Ein kvinna hevur fingið 25.000 krónur í bót fyri at hava deilt navn og mynd av ákærda í Korsør-málinum, meðan navnabann framvegis var.

Soleiðis skrivar løgreglan í Eysturjyllandi á X.

Kvinnan deildi navnið og myndina av ákærda á Facebook um kvøldið 17. apríl 2023. Sama morgun hevði Korsør-maðurin verið framførdur í grundlógaravhoyring, og dómarin hevði sett navnaforboð.

Hetta merkir, at tað er revsivert at deila upplýsingar, sum gera, at viðkomandi kann eyðmerkjast.

Í Korsør-málinum varð Philip Patrick Westh í juni í ár dømdur lógarinnar harðasta dóm, lívsfongsul.

Hann varð dømdur fyri at hava dripið 17 ára gomlu Emilie Meng í 2016, álopið á eina 15 ára gamla eftirskúlagentu í 2022 og rænt, neyðtikið og roynt at dripið eina 13 ára gamla gentu, sum býtti út bløð, í 2023.

Sama kvøldið kvinnan hevði brotið navnaforboðið, fekk løgreglan fráboðan um tað, og 49 ára gamla kvinnan úr Randers varð tí ákærd.

Mikudagin viðgekk hon í rættinum í Randers, at hon brótið navnaforboðið.

Kvinnan greiddi frá, at hon hevði strikað uppslagið, tá hon varð gjørd varug við, at tað var ólógligt, men rætturin fann tað framvegis prógvað, at uppslagið var deilt, meðan navnabannið var galdandi, og at deilingin tí var revsiverd, skrivar løgreglan.

Revsingin er ein bót á 25.000 danskar krónur. Hon umhugsar, um hon fer at kæra til Landsrættin.

Kvinnan er ikki tann einasta, sum hevur brotið navnabannið hjá Korsør manninum og sum hevur fingið bót fyri tað.

Í august fekk ein 64 ára gamal maður úr Løgstør 15.000 krónur í rættinum í Aalborg fyri sama brotsverk. Sami dómur varð givin einari 33 ára gomlu kvinnu úr Fredericia í Rættinum í Kolding í august.

Philip Westh viðgekk í landsrættinum nakrar av ákærunum viðvíkjandi rændu gentuni, meðan hann noktaði at hava nakað við brotsverkini móti hinum tannáringagentunum at gera.

Hann hevur kært dómin til landsrættin, tí hann vil verða frídømdur fyri tað, sum hann ikki hevur viðgingið, og so vil hann dømast tíðaravmarkaðan dóm.

 

/Ritzau/