føddur í 1906. Hann fór til skips í 1921 við "Only Sister", har hann var við í fleiri ár. Hann tók stýrimansprógv í 1934, og var síðani bestimaður við fleiri skipum. Men í 1937 fór hann við "Kyrjasteini" [...] Grækaris var bestimaður fyrstu árini, men í 1940 gjørdist hann skipari, og tað var hann til 1947. Hann kom tískil at sigla undir øllum krígnum, og hann var bert ein túr heima alla hesa tíð. Men hetta gekk væl [...] Tummas Hans Hansen úr Norðagøtu. Hann hevði annars verið trúlovaður við Oleu og giftist nú við systrini. Grækaris var ein rættiligur fiskimaður, sum var á sjónum stóran part av sínum virkna lívi. Hann var
Petur var nakað serligt, elstur av seks systkjum dugdi hann væl at halda saman um familjuna. Har nakað var, har var hann. Eisini hevði hann eitt sera skemtingarsamt lyndi. Oman Viðarlund, har Maria og [...] bæði, saknurin er stórur. Góða Marita, Dania, Hans Pauli og Karolina! Saman við tykkum drýpa vit høvur í virðing fyri kæru foreldur tykkara og biðja Hann, sum øllum valdar troysta og styrkja tykkum og
børn, Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist 18. jan. í ár, 66 ára gamal. Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína egnu fyritøku. Í nøkur fá ár hevði hann fyritøkuna [...] Eysturoynni, men í 1978 flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann síðan umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki. Hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri samgonguna, sum varð skipað [...] gamla Kommunuskúlanum, haðani hann eisini tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum í trý ár, og í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar, har hann fyrst gekk á handilsskúla
onnur álitisstørv. Hann var í stýrinum fyri ALS, hann var í tryggingini, og við tí áhuga hann hevði fyri seyði kom hann eisini í hagastýri í Klaksvík. Áhugin fyri skipum hevði hann alla tíðina. Her [...] vertin, tí hann var burturstaddur. Tá ið hann kom aftur og frætti, at støðan ikki var góð, kom hann til Føroya at vitja Jákup. Tað var gott lag á monnum, at Jákup helt við danan, at nú mátti hann koma aftur [...] Føroysk Skipasøga við skipsmodellum hjá Hans J. Fuglø, har útgávan var skipað av Jákupi og Jógvan við Keldu. Tað eintakið hann gav mær er eitt kært minni. Og so var hann eisini við í Klaksvíkar Hornorkestur
barndómsfelagnum. Jákup Pauli hevði tíðliga stóran alsk til handverkið. Sum 17 ára gamal kom hann í snikkaralæru hjá Hans í Miðvági. Við sínum nátúrliga nærlagni og myndugleika var hann frá byrjan av ein virdur [...] mongu sethúsunum, sum hann hevur konstruera og hartil hevur hann verið bygningseftirlit í útbyggingini av Tekniska Skúla og í fleiri stórum byggjaríum hjá JFK her í býnum. Jákup Pauli kom í fast starv á Tekniska [...] juni 2004, beint áðrenn Jákup Pauli fekk ófrætta boð, var hátíðarhald á skúlanum. Seks av starvsfólkunum vóru farin um sín 25 ára starvsdag. Nú Jákup Pauli fór higani hevði, hann tænt skúlanum í samfull 30
Joen Pauli hevði júst fylt 72 ár, nú hann fór um sýn. Hann hevur verið nakað merktur av sjúku tað seinastu tíðina, men fyri bert nøkrum vikum síðan hevði hann fingið góð boð. Hann var so himmalska glaður [...] Steingrim. Tá Joen Pauli var komin til mans, fór hann til Danmarkar at lesa til maskinverkfrøðing. Heimafturkomin fekk hann arbeiði á teknistovuni hjá J.K. Joensen í Miðvági. Joen Pauli var undangongumaður [...] Jónrith. Húsini smíðaði hann við hjálp frá pápabeiggjanum Palla. Tey standa sum ein prýðiligur varði yvir tey bæði. Joen Pauli sat í kommunustýrinum í Vága kommunu, nú hann doyði. Hann sat fyrstu ferð í k
og at hann bókstaviliga talað gekk við deyðanum í hondini. Hann var framvegis tann fitti og fryntligi Gunnar, sum hann altíð hevði verið. Hann kom at liva tvey ár longur enn roknað varð við, og hann tók [...] fáa eina útbúgving. Hann gjørdist løgfrøðingur og fekk eisini starv sum slíkur. Eitt skifti arbeiddi hann á Almannastovuni í Havn. Tað sá alt væl út hjá Gunnar. Men so verður hann so ófatiliga raktur av [...] sonur Elspu Sofíu og Óla Jákup í Tjørnustovu í Norðragøtu. Albert misti mammuna, tá ið hann var nýføðingur. Hann kom tá at vaksa upp hjá abbasystrini Marin í Mortanstovu, sum búði í sama túni. Gunnhild
er framvegis tørvur á einum slíkum grunni. Skrivari í nógv ár var Jens Pauli Ellendersen, fulltrúi á Landsskrivstovuni. Tá ið hann legði frá sær, tók Borgarhjørt við. Hon gekk uppí hetta arbeiðið við lív [...] arbeiðis, so arbeiddi hon heimanífrá. Borgarhjørt var dóttir Torgerð og Hans Kragsteen, sum bæði eru farin. Hon var gift við Hans Mortensen. Borgarhjørt átti synirnar Jón, Hallur og Brandur. Eisini var [...] tá hetta hóttafall hendi. Men her komu vit ásanna orðatakið, at »eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.« Borgarhjørt kom í nærum 40 ár at arbeiða á landsumsitingini. Tað var í hesum sambandi
Aftaná skúlan fekst hann nøkur ár við handilsskap, men hugurin at lesa førdi hann til Havnar, har hann gekk á Studentaskeið. Hann bleiv studentur í 1960. Hesa tíðina í Havn var hann aktivur tjóðveldismaður [...] hildu vera nakað reytt. Hann skrivaði dúgliga skarpar republikanskar greinar í blaðnum hjá flokkinum, 14. September, undir dulnevninum JAP ( Jean André Pauli.) Síðan var hann læraravikarur eina tíð [...] Sandavági. Men leiðin gekk til Keypmannahavnar, har hann fór at lesa týskt og russiskt á Universitetinum. Og aftur her var hann politiskt aktivur. Hann var á heystið 1962 millum stovnarnar af ”Oyggjaframa”
gullbrúdleyp. Sum ungur var Jógvan sjómaður. Hann fiskaði, sum so mangur, undir Íslandi. Seinni fór hann á garnavirkið á Oyri at arbeiða, og seinastu arbeiðsárini var hann húsasmiður. Jógvan var ógvuliga vælgerin [...] farin. Men Jógvan dugdi óvanliga væl at bera bæði sorg og sjúku, og hann var tolin og nærverandi til tað seinasta. Tað var týðiligt at hann hvíldi í Harrans lyftum, og at alt var lættari at bera, nú Olgamostir [...] friðarligur og dámdi væl at sita fyri vindeyganum og hyggja út á fjørðin. Hann var gløggur og fylgdi væl við bæði í tí, sum hendi rundan um hann, og úti í heimi. Olgamostir og Jógvan høvdu tíð at liva og at vera