Joen Pauli hevði júst fylt 72 ár, nú hann fór um sýn. Hann hevur verið nakað merktur av sjúku tað seinastu tíðina, men fyri bert nøkrum vikum síðan hevði hann fingið góð boð. Hann var so himmalska glaður um hesi boð, og hevði bjartar vónir um framtíðina.
Joen Pauli var føddur í Miðvági í 1939. Har vaks hann upp.
Sum ungur hevði hann ymisk fyrifallandi arbeiði á landi, ofta saman við pápa sínum Edvardi. Teir vóru saman í Borgshavn nøkur summur. Joen Pauli sigldi eisini nøkur tíðarskeið seinni í lívinum, m.a. við W.U. Hammershaimb og Giljanesi.
Joen Pauli hevði sera gott handalag, tí var tað natúrligt, at hann fór í smiðjulæru hjá Steingrim.
Tá Joen Pauli var komin til mans, fór hann til Danmarkar at lesa til maskinverkfrøðing. Heimafturkomin fekk hann arbeiði á teknistovuni hjá J.K. Joensen í Miðvági.
Joen Pauli var undangongumaður á sínum øki. Hann hevur verið við til at menna nógvar maskinur til vinnulívið. Tá svartkjaftavinnan byrjaði, var Joen Pauli við til at útvikla og betra um fabrikkina á Giljanesi og fleiri øðrum skipum.
Joen Pauli hevur eisini verið við til at menna maskinurnar á Teymavirkinum í Runavík.
Eitt gott dømi um, hvussu hegnigur Joen Pauli var, eru hús hansara, Tey fyrstu av sínum slag í bygdini, sum hann hevur teknað saman við konu síni Jónrith. Húsini smíðaði hann við hjálp frá pápabeiggjanum Palla. Tey standa sum ein prýðiligur varði yvir tey bæði.
Joen Pauli sat í kommunustýrinum í Vága kommunu, nú hann doyði. Hann sat fyrstu ferð í kommunustýrinum í Miðvágs kommunu sum varalimur í valskeiðinum frá 1997 til 2000. Á valinum í 2000 var hann valdur, og hevur hann sitið í kommunustýrinum síðan. Hann var borgarstjóri í Miðvágs kommunu valskeiðið frá 2000 til 2003.
Joen Pauli var sera nógv avhildin og virdur, bæði sum borgarstjóri og sum kommunustýrislimur. Hann var altíð væl fyrireikaður og nágreiniligur í málsviðgerðum. Hann ynskti altíð málini væl lýst, áðrenn støða var tikin.
Sveinastykkini hjá Joen Paula í kommunalpolitikki eru ivaleyst Gamli Skúli í Miðvági, sum var gjørdur til barnagarð og nýggi barnagarðurin “Miðgarður”, har Joen Pauli var formaður í bygginevndini. Joen Paula untist tíverri ikki at vara við, tá “Miðgarður” var tikin alment í nýtslu. Tá lá hann á sjúkrahúsinum. Hann sat eisini í bygginevndini fyri nýggja skúlan á Giljanesi.
Stóra hjartamálið hjá Joen Paula var MB. At vinna hesum felag sømdir, stríddist hann hart fyri. Joen Pauli var sjálvur ein av bestu fótbólts leikarunum hjá MB á yngri døgum. Eisini róði hann við áttamannafarinum Miðvingi í fimti- og seksti árunum. Ta tíðina, tá Miðvingurin vann nærum hvørja ferð.
Joen Pauli undirvísti nakrar tímar um vikuna í motorlæru í Miðvágs/Sandavágs Skúla. Hann hevði sera gott tak á ungdóminum, og var nógv avhildin sum lærari. Undirtøkan fyri motorlæru var óvanliga stór tey árini.
Joen Pauli var ein klókur, róligur, siðiligur og sterkur maður, sum virdi sínar arbeiðsfelagar. Hann var sera góður í ráðum, og nógv avhildin bæði av politikarum og av starvsfólkinum hjá kommununi.
Vit minnast hann við virðing og takksemi.
Vága kommuna