er so óhugaligt, tá ein møtir eitt slag av mótstøðu næstan alla staðni, óansæð hvat ein fer í holt við. Hann greiðir frá, at í einum tílíkum starvi, sum hann er í nú, tá arbeiðir ein mest, tá hini hava [...] bæði í skúlunum og í býráðshøllini, heldur hann. - Eg havi ikki nakað ímóti, at tiltøk eru aðrastaðni í býnum, men eg haldi, at tað átti at verið ein ella onnur avtala gjørd um, at tað kostar tað sama, óansæð [...] hvørji tiltøkini vera. - Eg havi verið ofta í sambandi við Norðurlandahúsið fyri at vita, um ikki onkur tiltøk fara at koma hendanvegin, men tað var ikki fyrr enn eg sendi ein hvass orðaðan teldupost, at
di hugburðurin, at skúlin er og skal vera fyri øll. Eg havi seinastu trý árini eftirlýst einum orðaskifti um fólkaskúlan á Føroya Løgtingi, havi sett fram uppskot til samtyktar um fólkaskúlan og við óteljandi [...] bara kunna kopiera útlendsk skúlaverk, vit vera noydd at granska og menna okkara egna skúla leist, ein skúla sum byggir á tey virði vit í Føroyum meta høgt og sum vit halda hevur týdning at bera víðari [...] um. Hugburðurin við kapping í fólkaskúlanum, sum m.a. Vinnuhúsið førir fram, er eftir mínum tykki ein fullkomilig misskiljing av hvat fólkaskúlin er, hvat hann skal vera og hvørji virði hann byggir á.
fáa málið um undirsjóvartunnlin um Vestmannasund loyst á hendan hátt var ein tungur burður, og eg vil takka øllum teimum sum á ein fyrimyndarligan hátt vóru uppi í hesum arbeiði. Hóast 15 ár eru liðin síðani [...] krevur ábøtur: nýtt strandfaraskip ella "okkurt annað" kemur gongd verunliga á málið. Á teimum skjølum (havi uml. 600 skjøl) sum undirritaði hevur til skjals framgongur, at landsverkfrøðingurin hevur gjørt kanningar [...] samgongu, Felagskommununa í Havn og Vágum og einstaklingar. Tað var pørtunum heilt greitt, at skuldi ein so kostnaðarmikil ætlan sum hendan eydnast til fulnar, so var neyðugt við politiskari undirtøku, ikki
helviti. Nú eri eg næstan ferðabúgvin, havi grýtt alt inni í bilin og mat til fleiri dagar. Skal úr túninum í Ovarugøtu 1 Inni á Gøtu í Hoyvík og í grind í Funningsfirði, ein grind, sum allarhelst hevur langt [...] síggi tveir bilar á Funningsfjarðavegnum og annar er ein hvítur løgreglubilur. Hatta man vera sýslumaðurin, so eri eg ikki ov seinur allíkavæl. Ein sæl kensla av veiðufrøði fer sum ylur gjøgnum kroppin [...] reiður fyri lokalpatriotar skilji eg fyrst nú. Eg havi einaferð fyrr ligið nátt umborð á skipi í Klaksvík. Hendan náttin kemur fram fyri meg. Eg fór ein ísfiskatúr í januar mánað 1980 við Pison. Tá eg kom
síni at búgva í 1990. Havið lokkaði – eins og tað gjørdi hjá bæði pápa og beiggja hansara – og hann hevði ein dreym um eitt lív á sjónum. Soleiðis varð tó ikki, tí ein lagnudag í 1992 varð Hávard illa skaddur [...] hann tó hugsavnað seg um triathlon og tað leiddi til, at hann skrivaði ein teldupost til Parasport Føroyar um samstarv, tí hann hevði ein dreym um at umboða Føroyar í triathlon paralympisku leikunum. – Skal [...] Skal eg nakað við hesum ítróttinum, so skal tað vera fyri Føroyar. Hóast eg bert havi búð ein triðing av lívi mínum í Føroyum, so kenni eg meg sum føroying, sigur Hávard. Hann hevur kappast í fleiri altjóða
teimum ungu um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur. Vit vita, at tá tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar [...] móti alternativt hugsandi fólki. Og sum eg havi endurtikið óteljandi ferðir – ungdómurin treytar sær at búgva í Havn, skal hann koma heimaftur. Vit hava ein útjaðara Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum [...] har. Vit kunnu ikki tvinga tey og eiga ikki at gjalda teimum fyri tað. Vit mugu hava ein munandi búskaparvøkstur og ein veruligan fólkavøkstur, skulu vit framhaldandi mennast sum vælferðarsamfelag. Antin
er, at hetta er ikki ein aldurdómssjúka. Hon heldur, at hetta er ein so stórur og serligur bólkur, at tað eigur at verða eitt serøki fyri seg sjálvt, og eigur ikki at verða ein partur av vanligu eldrarøktini [...] Avvarðandi slept upp á fjall Men ein partur í sambandi við minnisveik, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um, eru tey avvarðandi, sum eru slept upp á fjall. - Hesi árini, eg havi arbeitt við minnisveikum, eisini [...] eisini sum forkvinna í ALzheimerfelagnum, havi eg fingið nógv samband við avvarðandi, sigur Halldis Joensen. - At verða avvarðandi hjá einum minnisveikum, er ein ófatiliga stór sorg. Eg má siga, at tað kom
hugnaligar samrøður. Onkuntíð segði eg við hann til stuttleika: »Tá ein persónur er klókur, er hann farligur, og er hann so afturat ein kúllur, er hann lívsfarligur«! – So flentu vit at tí. Í Dimmalætting [...] »Útlendingamálini hava verið ein fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í mong ár – og serliga síðani 2004, tá táverandi landsstýrismaður og síðani táverandi landsstýrið vavdi alt upp í ein ellibita,« sigur altso [...] líkasæla Høgni Hoydal er journalistur av útbúgving, og eftir at eg nú eina tíð havi verið uttan fyri politiska umhvørvið, havi eg stundum spurt meg sjálvan, »kann tað vera so galið, at hetta er orsøk til
Uttanlandsnevndini var tú ein av teimum, sum helt hetta vera gott fyri demokratiið! -Tað havi eg uttan iva sagt, og tað meini eg framvegis. Eg kann heldur ikki siga annað enn, at eg havi havt sera gott samstarv [...] verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er avgerandi, um formenn í nevndum hoyra til ein samgonguflokk [...] samgonga og andstøða. -Tí má eg eisini viðganga, at eg dugi illa at ímynda mær, at ein flokkur við sjey tingmonnum ikki eigur ein formann í tinginum. Tað er ikki rætt, og tað er ikki demokratiskt heldur. Hvat
norðurlendskar sangir, metir Zacharias Sørensen. Upptøkur - Ein stórur partur í øllum hesum er at gera nýggjar upptøkur. T.d. ætlaði eg at hava ein sang úr Føroya Fólks um Ólav Trygvason við í sendingini nú [...] ikki, tá hann varð spurdur um at taka við, tá Janus fór. - Hetta er bundið, tí tað er ein sending hvørja viku. Og eg havi annað arbeiði, so hetta er frammíhjá. Men eg haldi hetta er meiningsfult arbeiði og [...] felagssang fyri fólki, ið bert situr og lurtar, er kanska ein andsøgn, men hinvegin kann hetta læra fólk sangirnar. Men í sær sjálvum er tað ein andsøgn, at fólk lurtar eftir felagssangi. Tað spennandi