Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður í samferðslumálum
Í november 1985 verður stóra tunnilsætlanin almannakunnug: Kunoyartunnilin, Sev-tunnlarnir á Eiði, Sumbiartunnilin, Signabø-Kalbakstunnilin og Gásadalstunnilin. Aðrenn hetta var Leirvíks-tunnlin tikin í nýtslu, og seinasta skotið latið av í Kallsoyartunnulunum.
Stórar verkætlanir
Um sama mundi vóru aðrar stórar verkætlanir í umbúna m.a. vesturi í Vágum, meðan aðrar ikki høvdu sæð dagsins ljós: Atlantic Airways var undir uppsigling, hangarbyggingin í stoypiskoyðini, nýtt strandferðsluskip til Mikinesar, nýggj tyrla o.s.fr. Eisini aðra staðni í landinum vóru rembingar frammi um útbyggingar: Gamlarætt, FM sendistøðin, Skálafjarðarsiglingin, Sandoyarsiglingin, sambandi um Suðuroyarfjørð, Bygdaleiðir, Funningsvegurin, fast samband um Haraldsund o.s.fr.
Kemur gongd á
Spurningurin um fast samband um Vestmannastund var longu tá fleiri ára gamal. Tey flestu minnast til uppskotið hjá Vilhelm Nielsen og Haldur Hansen um heingibrúgt um stundið. Men ikki fyrr enn trupulleikin um verðandi farleið krevur ábøtur: nýtt strandfaraskip ella "okkurt annað" kemur gongd verunliga á málið.
Á teimum skjølum (havi uml. 600 skjøl) sum undirritaði hevur til skjals framgongur, at landsverkfrøðingurin hevur gjørt kanningar, og at ávísar jarðfrøðisligar kanningar vóru gjørdar av Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingi í 1986, og 2. februar 1987 fara Mikkjal Helmsdal, Henning Jacobsen, Jørn Thomsen og Jóannes Rasmussen til Danmarkar og Norra at tosa við jarðfrøðingar og verkfrøðingar um spurningin, og 6. februar 1987 eri undirritaði við í kanningararbeiðinum í Norra. Afturkomin úr Norra sendi undirritaði eitt tíðindaskriv út um ferðina, og máli fær nógva umrøðu hesar dagar.
Frágreiðingar og fundarvirksemið
Longu tíðiliga í 1986 bóðu Helgi Fossadal og Anfinnur Setberg um fund við landsstýrismannin í samferðslumálum, teir vóru fíggjarligu og tekniski ráðgevarar hjá Felagskommununum í Vágum, og greiddi frá ætlanum. Seinnri komu frágreiðingar um 1) teknisku møguleikar, 2) hvussu arbeiði skuldi fíggjast, 3) hvussu arbeiði skuldi skipast o.s.fr. Seinnri var fundur úti í Tinganesi við felagskommununa um ætlanina. Umframt fjølbroytt fundarvirksemið við landsverkfrøðingin, landsstýrið, samgongu, Felagskommununa í Havn og Vágum og einstaklingar.
Tað var pørtunum heilt greitt, at skuldi ein so kostnaðarmikil ætlan sum hendan eydnast til fulnar, so var neyðugt við politiskari undirtøku, ikki bara frá landsstýrismanninum, men eisini frá politisku skipanini. Á fyrsta fundinum fingu umboðini fyri felagskommununa nakrar vikur í at kunna sínar flokkar um ætlana, og tá 1987 var byrja at halla, var politiski hugburðurin á øllum økjum positivur.
Felagskommunan
Felagskommunan í Vágum hevði gjørt eitt grundleggjandi gott arbeiði. Formaður fyri Felags-kommununa var Johannus Ellefsen, og saman við honum Martin Nielsen sum umboðaðu Miðvágs Kommunu. Fyri Sørvág: Eyðun Thomassen og Dánjal Tausen. Fyri Sandavág: Jóanis Nielsen og Osmund Joensen. Fyri Bø: Elias Petersen og Gutti Petersen. Fyri Kvívík: Kristian Magnussen og Petur Múller.
Nú tá íð nøvn verða nevnd í hesum sambandi so kann eg heldur ikki lata verða við at nevna frá-greiðingina frá ferð í Norra hjá Arnfinnur Setberg og Dánjal Poulsen í juni 1987. Heldur ikki skal leikluturin hjá Karl Jóhan Nielsen, tannlækna á Vatnsoyrum verður gloymdur. Hann var ein góður stuðul.
Politiska viðgerðin
Í september 1987 var heitt á búskapardeildina um at koma við einum notati um sambandið um Vestmannasund, samfelagsbúskaparliga sæð. Hendan frágreiðingin kom á borði 28. oktober 1987, og 16. november 1987, var samlaða ætlanin send landsstýrinum til viðgerðar og støðutakan, og góðar tríggjar mánaðir aftaná ella tann 17. mars 1988 legði landsstýrismaðurin í samferðslumálum tunnil um Vestmannasund til tingsins viðgerð. 5. mai 1987 var lógin endaliga samtykt við 31-0 atkvøðum, og 9. juni 1988 var lógin lýst at galda.
Tungur burður
At fáa málið um undirsjóvartunnlin um Vestmannasund loyst á hendan hátt var ein tungur burður, og eg vil takka øllum teimum sum á ein fyrimyndarligan hátt vóru uppi í hesum arbeiði. Hóast 15 ár eru liðin síðani hetta arbeiði sá dagsins ljós, og nógvar forðingar hava verði á vegnum, so kunnu vit kortini fegnast um at undirsjóartunnlin gjørdis verunleiki.
Hjartaliga tilukku
Nú havi eg bert viðgjørt ígongdsetana av hesi verkætlan. Men eisini tey sum við tógvi stríð at enda vóru við at bera ætlanina á mál eiga tøkk uppiborna. Ikki minst skiftandi landsstýrir, nevndin fyri undirsjóvartunnlin, tingmenn og seinast, men ikki minst Felagskommunan í Vágum og ikki at gloyma Vága Vinnufelag. Váagafólk ? Føroyingar! vit hava orsøkir til at ynskja hvørjum øðrum tilukku við hesi verkætlan. Hjartaliga tillukku!