løgreglan er komin eftir, at skipið var orsøkin til kaðalslitið, men at talan var um eitt óhapp - og ikki um eina tilætlaða atgerð. - Kanningarnar hjá okkum vísa týðiliga, at talan var ikki um herverk [...] løgreglan. Staðfest er, at orsøkin til slitið var ein samanrenning av veðurviðurskiftum, vantandi útgerð og vantandi sjómansskapi. Norski ríkisadvokaturin, Mats Ljungqvist, sigur, at skipið ikki longur verður [...] avhoyringum, greiningum og ásteðarkanningum kunnu vit við vissu siga, at málið ikki snýr seg um herverk, men vit hava eisini staðfest, at Vezhen var orsøkin til slitið, leggur hann aftrat. Skipið hevur ligið
Førroya. “Eg gleði meg til at byrja í floksarbeiðinum, og fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savnað allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar [...] eisini fáa eitt grundarlag at standa á soleiðis, at flokkarnir kunnu arbeiða virki fólkaræðinum at gagni” – Vit ynskja Høgna í Stórustovu hepna hond sum aðalstjórnarformaður, skrivar Tjóðveldi í tíðinaskrivi [...] Tjóðveldispolitikkurin eigur at røkka út í hvørt heim í Føroyum, og við styrktum økisfeløgum, góðari samskipan millum okkara fólkavaldu, á tingi, í kommunum og flokkin. Tað er avgerandi at politisku flokkarnir
um floksmørk og valskeið. – Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska arbeiðinum um átøk at betra um haldførið, sigur Aksel V. Johannesen. – Í heyst [...] sum krevur, at allir flokkar tora at fyrihalda seg til viðkomandi og viðkvæmar spurningar um, hvørt almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er komin til at umskipa almenna [...] um fólkavøkstur. Løgmaður sigur, at bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur. – Í hesum sambandi verður arbeitt víðari við loysnum, sum skulu gera tað møguligt at gagnnýta verandi bústaðarmarknað
góðan tíma valdi dómarin at floyta av. Vindurin í Sarpugerði var tá blivin so mikið nógvur, at tað var ikki hugsingur um at spæla fótbólt. Í kvøld sær tíverri heldur ikki út til, at tað verður spælandi fyri [...] Kappingardeildin hjá FSF hevur avgjørt, at orsaka ringa veðurforsøgn í kvøld, er hálvfinalan millum Víking og HB flutt til fríggjakvøldið. Hetta hevur samstundis við sær, at dystirnir mánakvøldið verða fluttir [...] FSF bundið um heilan fingur, og avgjørt, at dysturin verður fluttur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 17:30. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at dystirnir í Betrideildini hjá monnum millum
harrin í USA, Lloyd Austin, segði í gjár, at nú er váttað, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi. Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, heldur, at nú hetta er váttað, er hetta samstundis ein [...] ukrainar siga seg vita, at ætlanin er, at 12.000 herfólk úr Norðurkorea skulu luttaka á russiskari síðu í krígnum móti Ukraina. - Hetta er ein álvarslig gongd og eitt tekin um, at tað ikki gongur so væl [...] ein ógvuliga órógvandi støða. Norska kringvarpið - NRK - veit í dag at siga, at nýggjar video-upptøkur skulu vísa norðurkoreansk herfólk venja í Russlandi. Russland hevur fingið álopsdronur og vápn úr øðrum
til kommunuvalið, fer eisini at luttaka í kjakinum. Hetta er eitt høvi at sett hesi viðurskifti á breddan í sambandi við kommunuvalið. Beinta Løwe verður orðstýrari og fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldið [...] 21:00. Claus Sivager, býararkitektur í Fredriksberg Kommune, fer at greiða frá samanspælinum millum fakligheit og politikk. Og hann vil eisini at vísa á dømi úr Føroyum, ið undirbyggja hansara sjónarmið. Bárður [...] arkitektur við dagligum virki hjá Landsverk, fer at lýsa arkitekturpolitikkin, sum Landsverk hevur sett á dagsskrá, og í hvønn mun ein slíkur politikkur eigur at vera nýttur. Eftir fyrilestrarnar verður pa
stig til at savna eina rúgvu av føroyskum fiktiónsfilmum at senda í sjónvarpinum. Eitt er, at føroyski sjónvarpshyggjarin sleppur at síggja føroyskar filmar við føroyskari talu. Eitt annað er, at við hesum [...] Filmskvøld býtt upp í tema Í fyrstu atløgu er ætlanin at senda 15 filmar býttar á fimm filmskvøld við hvør sínum tema. Um undirtøkan er góð, so er tó ætlanin at taka fleiri filmar við og skipa fyri fleiri fi [...] Á skránni er klassikarin "Eitt kvøld í Havn", sum Katrin Ottarsdóttir gjørdi í 1984. Vert er at nevna, at júst hesin filmurin var hin fyrsti føroyski filmurin, sum tá nýstovnaða Sjónvarp Føroya vísti
tjóðarting, eftir at ósemja um tilflyting, orkupolitikk og búskapin noyddi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, at tveita handklæðið i ringin og skriva út nýval. Øll valstøðini megnaðu at hava opið hóast [...] hóast illveður, sum gjørdi, at vegir í nógvum økjum vóru stongdir vegna hálku. Uppteljingin byrjaði eftir at valhølini stongdu í gjárkvøldið, og úrslitið væntast tíðliga í morgun. Hetta er sætta altingsvalið [...] Meiningakanningar vístu, at valið kundi vera einkolvelting, har undirtøkan fyri teimum trimum stjórnarflokkunum minkaði. Bjarni Benediktsson, sum gjørdist forsætisráðharri í apríl eftir at forsætisráðfrúan legði
Tað merkir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin við tveimum býráðslimum í part fáa tað nevndarbýti, sum fellir teimum í lut sum minniluti. Hetta er triðju ferð, at roynt verður at fáa nýggja býráðið [...] fundin klokkan 19 í kvøld, tá Vágs býráð skal skipa seg. Tað hevur gingið strilitið at skipa nýggja býráðið í Vági, tí at klandur kom í hjá Javnaðarflokkinum. Levi Mørk hevði nógv flestar atkvøður, men kortini [...] borgarstjórasessinum. Tí gjørdi hann avtalu við Tjóðveldi um at skipa meiriluta. Tjóðveldi hevur fýra sessir í býráðnum, so teimum restaði bara ein í at fáa meirilutan. Tann meirilutan fingu teir við Bjarna Johansen
eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara CO2-útlát. Viðmerkjast skal, at endaligt loyvi er [...] Vindfelag hjá SEV - Felag undir stovnan v/Effo Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til Vindorku, hetta er felag undir stovnan, v/Jóhan í Niðristovu [...] Umhvørvisstovan skrivar, at talan er um 7 Vestas V-117 vindmyllur til ein samlaðan mátt á 30 MW við møguligari elframleiðslu á 150 GWt/ár. Lýst var alment eftir umsøkjarum um loyvi til elframleiðslu úr