Hálvfinalan og aðrir dystir fluttir

Tað hevur ávirkan á fleiri dystir, at Kappinganevndin er byrjað at flyta dystir

Kappingardeildin hjá FSF hevur avgjørt, at orsaka ringa veðurforsøgn í kvøld, er hálvfinalan millum Víking og HB flutt til fríggjakvøldið. Hetta hevur samstundis við sær, at dystirnir mánakvøldið verða fluttir til týsdagin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Enn einaferð má staðfestast, at veðrið má sær sjálvum ráða. Eftir ætlan skuldu Víkingur og HB spæla seinnu hálvfinaluna um Løgmanssteypið í kvøld.

 

Hesin dystur skuldi annars upprunaliga spælast 19. juni, og liðini fóru eisini á vøllin tá. Men aftaná ein góðan tíma valdi dómarin at floyta av. Vindurin í Sarpugerði var tá blivin so mikið nógvur, at tað var ikki hugsingur um at spæla fótbólt.

 

Í kvøld sær tíverri heldur ikki út til, at tað verður spælandi fyri veður. Tí hevur kappingardeildin hjá FSF bundið um heilan fingur, og avgjørt, at dysturin verður fluttur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 17:30.

 

Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at dystirnir í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og HB, og B36 og Víking, sum skuldu verða mánadagin, í staðin verða spældir týsdagin 27. august.

 

Fyrra hálvfinalan millum HB og Víking endaði 1-0 til HB. Í hinari hálvfinaluni vann B36 samanlagt 3-1 á TB. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.