Býlisstuðul er nú nú á politisku dagskránni

Í heyst verður fokus sett á pensjónsaldur, skipanina við rentustuðli og fíggjarpolitiskt regluverk

Landsstýrið fer nú at viðgera spurningin við einin skipan við  býlisstuðlu – saman við andstøðuflokkunum. Tað sigur Aksel V. Johannesen millum annað í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um fólkavøkstur.

Løgmaður sigur, at bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur.

– Í hesum sambandi verður arbeitt víðari við loysnum, sum skulu gera tað møguligt at gagnnýta verandi bústaðarmarknað betri, og eisini verður spurningurin um eina møguliga skipan við býlisstuðli viðgjørdur, sigur løgmaður.

– Avbjóðingarnar mugu møtast og loysast í felag – tvørtur um floksmørk og valskeið.

– Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska arbeiðinum um átøk at betra um haldførið, sigur Aksel V. Johannesen.

– Í heyst verður fokus sett á pensjónsaldur, skipanina við rentustuðli og fíggjarpolitiskt regluverk.

– Síðani verður skjøtul settur á nýskipanir og effektivisering av almenna geiranum, sigur hann.

Hetta er eitt arbeiði, sum krevur, at allir flokkar tora at fyrihalda seg til viðkomandi og viðkvæmar spurningar um, hvørt almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er komin til at umskipa almenna geiran, sigur løgmaður.