arbeiðir MMR við uppskoti um at skerja inntøkumøguleikarnar hjá KvF frá lýsingum og sponsoratum. Ætlanin hjá landsstýrismanninum er at leggja um inntøkurnar hjá KvF, so miðilin í størri mun er leysari [...] undirskrivað skeivt álit, so er álitið kortini lagt fram. Vit prenta her úr álitinum hjá meirilutanum, sum eru samgonguumboðini: Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Sosialin, Rás2, [...] Sambært upplýsingunum frá KvF, so var inntøkan frá lógartryggjaða hyggjara- og lurtaragjaldinum um 48 mió. kr. og kunngerðum, lýsingum, sponsorinntøkum og inntøkum frá spæli um 14 mió. kr. í 2013, umframt
verið settir fram um, at hann skal finnast á Sambandslistanum til komandi val. Samstundis ganga søgur um, at sterkar kreftir í flokkinum í Eysturoynni vilja skumpa Alfred Olsen av listanum, tí um Rodmund stillar [...] kemur til uppstilling til komandi løgtingsval. Og sjálvt um ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni eru um at stilla upp, so kann nógv sjálvandi broytast fram til januar, sigur Rodmundur Nielsen. Fyrrverandi bor [...] ár í lokalpolitikki, og at hann heldur tað hava verið góð ár. So í hansara føri er tað kanska ikki so undarligt, at søgur fara at ganga um politisku framtíðina. - Í løtuni taki eg tað róligt. Nógv verður
greiddi løgmonnunum tá - bæði Atla P. Dam og Maritu Petersen - frá, sjálvt um tey spurdu, um hann visti nakað um tað, sum fór fram handan leiktjøldini. TÁ hetta er sagt, skal minnast á, at forsætisráðharrin [...] sformannin. Hann kemur ikki til Føroya at vitja føroyska heimastýrið sum so. Um so var, at hann kom at vitja heimastýrið nú, so var vitjanin ónatúrliga illa »timað«. NEI, tá er støðan hjá Sambandsflokkinum [...] forsætismálaráðharrin um ráðagerðina hjá »Føroyabólkinum«, formanninum í fíggjarmálaráðnum Den Danske Bank ímóti føroyska heimastýrinum. MEN enn eru hesir upplýsingarnir ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki
Patursson legði uppskot fram um hetta í 1976 – fyri júst 40 árum síðani. Tað fall. Fýra ár seinri – í 1980 - legði danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen uppskotið framaftur. Um ikki annað, so er hetta prógv [...] liðini á eini hugsjón, og at bera hana fram í umboðandi valdsmaskinarínum, soleiðis sum DF´arin, harra Espersen, rør framundir í lesarabrævi í Dimmalætting og Sosialinum, so hevur fólkaræðið fingið eitt rættiligt [...] beggja mál gongur fyri seg inni í einari heilt aðrari sferu, har kampurin um stjórnarvald og rættindi, m.a. hjá føroyingum, fer fram, í hesum førinum stríðið fyri at skipa Føroyar sum ein sjálvstøðugan n
eingin peningur, so málið loysti seg politisk sjálvt, meðan gíðslar gjørdust gomul og óhjálpin. – Hetta er óhóskiligt! Uttan sum so, at hava nakað við málið at gera, havi eg spurt meg sjálvan, um hetta er prógv [...] lat tað seg ikki gera, tí landið var á veg út í búskaparkreppu. Um hetta er kynisma ella egoisma av leiðslu kringvarpsins, er ilt at meta um. Men tað tykist løgið, nú bæði landsins kommunur og sjálvur l [...] prógv um vanligt demokrati! – Ella kann demokratiið kennast so kyniskt?
nakað, hví so ikki bara taka hana við sær og vísa teimum hana? So Justinus Eidesgaard hevði fylt sær bilin bil við sínum yndismálningum og tikið teir við sær í Riberhús. Soleiðis. Gerið so væl. Upp á [...] landslagslist, hon er bara so ovurumboðað í føroyskari list, at tað hálva hevði verið væl meir enn nokk. Er tað ikki líka við at vera í so nalvaskoðandi, tá føroyingar halda tað vera so frálíkt at hava somu [...] er, helt Justinus. Um tey, sum eiga málningin, halda hann vera góð list, er hann tað nokk, tí sannleikin um góða list kann ongantíð verða annar enn tín egni, sum góði, gamli Kant so vísiliga segði tað
Filmseftirlitinum, sum skuldi setast á stovn um hesa tíðina. Orsøkin til tað var, at eitt rok, sum neyvan hevur havt sín líka áður ella síðani, hevði tikið seg upp um amerikanska ræðufilmurin, The Excorsist [...] fyri Filmseftirlitið frá tí, at tað varð stovnað og fram til 1996. - Hugburðurin hjá føroyingum hevur broytt seg nógv seinnu árini. Fólk eru vorðin so von við at síggja líkt og ólíkt í fylgisveinasjónvarpi [...] samskifti við útheimin. ? Føroyingar hava eisini broytt seg nógv hesi árini, og hugsa vit um filmar og undirhald í sjónvarpi, so tola føroyingar nógv meira av nú, enn teir gjørdu fyri 10-15 árum síðani, heldur
ætlanin er ikki at fólk skulu sita so leingi. Tað er so nógv at fara til, og flest okkara vilja uppliva so nógv sum til ber, hesar dagar. Samanumtikið hevði kabarettin vunnið, um hon var stytt ein hálvan tíma [...] við. Og so var tað leikbrotið við gamla løgmanni, sum varð bukaður og úrlatin bókstaviliga, men sum kortini megnaði at koma á føtur og siga, at hann ongantíð hevði fingið so dyggan stuðul... og so svímaði [...] og álvarsliga at taka støðu til tað, sum fer fram á pallinum. Kabarett er leikur í brotum, helst eisini góður tónleikur, sum fær brotini at hanga saman so tað glíður lættari niður. Hesar fortreytir vóru
Var tað so, at landsstýrismaðurin gav virkinum í Kollafirði, har eg júst eri vorðin stjóri uttan tó at hava nakran eigaralut, nakran fyrimun fram um onnur virkir, kundi eg skilt ivamálið um gegni. Men [...] ikki givið mær ella teimum, ið standa mær nær nakran fyrimun fram um nakran annan. Hann fylgir einum samgonguskjali, sum løgmaður førdi fram í Degi & Viku í gjárkvøldið. Tað stendur øllum frítt fyri at [...] gegnistrupuleikan hjá Jákup Mikkelsen. Eg eri helst ikki tann rætti at úttala meg um gegnistrupuleikan hjá Jákup Mikkelsen, men so leingi landstýrismaðurin arbeiðir eftir samgonguskjalinum, kann hann ikki hava
strævin at umgangast. Eg hugsaði og tosaði ikki um annað. Tí hetta er ein slík søga, sum ikki átti at verið sonn - men sum tíanverri er tað. Søgan er um Sture Bergvall og hansara ár sum størsti og farligasti [...] tosað við sálarfrøðingar og við sjálvan Sture Bergvall. Tá Sture Bergvall byrjaði at tosa um morðini, var hann um at sleppa leysur úr fongslinum - ella heiminum fyri sálarsjúkar brotsmenn - Sæter í Svøríki [...] journalisturin Hannes Råstam at grava í søguni. Hann kom fram til tað, ið nú er vorðið ein bók. Niðurstøðan er, at Sture Bergvall hevur logið alla tíðina um alt. Sture hevur sjálvur greitt frá, at hann var ikki