Jorma Ollila, hevuir kunngjørt, at hann leggur frá sær 1. juni næsta ár, og samstundis hevur nevndin í fyritøkuni gjørt av, at Olli-Pekka Kallasvuo skal taka við. Hann er í løtuni leiðari á fartelefondeildini [...] Jorma Ollila byrjaði at arbeiða hjá Nokia í 1980. Hann hevur verið aðalstjóri tey seinastu trettan árini, og eygleiðarar eru á einum máli um, at hann hevur verið sera dugnaligur. Hinvegin er greitt, at [...] Gutzon Borglum fór undir arbeiðið at høggja tey fýra andlitini inn í klettin í 1927, og í 1939 var hann liðugur við tað seinasta. Tað var andlitið á Teddy Roosevelt.
slíkum slagi. Nýggi stjórin á Hotel Runavík hevur tí góðar vónir fyri framtíðina fyri hotellið. Og hann hevur eisini sínar orsøkir til tað. - Vit hava broytt konseptið við hesum staðnum rættiliga nógv. [...] hoyrir til eitt slíkt. - So vit fara hereftir at satsa uppá tvey ting: Gisting og matstovu, sigur hann. Og tað er eisini nógv sum bendir á, at fólk longu nú hava víst hesum nýggja hotellinum áhuga. Nógvir [...] fundir. - Í dag kann eg siga, at hetta staðið er nútímans við øllum tí, sum kravt verður í dag, sigur hann. Gott mót Tað er altíð trupult at fara undir nýtt virksemi, og tað er eisini trupult at lata eitt
varð nýttur á hesum plássinum. Kanska er hann ikki eins góður skjútti sum hinir báðir, men heilt fyri ongum er hann tó ikki, og tað vildi verið upplagt at nýtt hann sum avlasting fyri hinar báðar, soleiðis [...] tað merkisvert, at Eyðun Jensen fekk so lutfalsliga lítla tíð á vøllinum. Tær løturnar, hann var inni, megnaði hann at seta ferð á spælið, men minuttirnir vóru altso ov fáir til, at hetta veruliga kundi
Umframt leikandi venjaran, Boban Ilic, hava fuglfirðingar ein útlending afturat. Hann eitur Dragan Marijanovic, og hann spældi ein fínan dyst leygardagin. Í øðrum setti hevði Dragan eina rúgvu av góðum [...] 15-16, kendi venjarin hjá ÍF seg noyddan til at taka time-out og fáa skil upp á støðuna. Tað fekk hann eisini, tí lítla løtu seinni høvdu eysturoyingarnir lagt seg á odda 19-15, og nú var aftur luft niður [...] upp á millum fýra og seks stig. Framvegis var tað Dragan hjá ÍF, ið var mest eyðsýndi leikarin, og hann fekk eisini tey allarflestu uppleggini hjá fuglfirðingum. Sørvingar høvdu nú hug til at ilskast inn
streykaði spreingitólið, og onki bar til. Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til stóru mannfjøldina og greiddi teimum frá støðuni. Orðini hjá honum fingu lív í mannfjøldina [...] ljós, vísti tað seg, at spreingitólið ikki virkaði. Norðmaðurin, sum skuldi vinda tólið, svór við, tá hann gjørdist greiður yvir, at har var onki at gera. Tólið virkaði ikki. Okkurt lat til at vera galið við [...] skuldi skjóta skotið, helt skemtandi fyri, at teir máttu latið Jógvan Gerðalíð tikið sær av tí, tí hann hevur arbeitt nógv við spreingistoffi. Hetta tekniska brekið má sigast at vera sera óheppið, men stjórin
ikki nakað nýtt. Tað hevur altíð verið so. Longu langt áðrenn Darwin. Hann var jú ikki tann fyrsti við menningarlærutankum, men hann var tann, sum gav hesum tankum vind í seglini ella bein at ganga á. Av [...] vanliga nevndur Bagdad Bob ella Komiski Ali. Tað var hann, sum í sjónvarpi avsannaði tíðindini um, at amerikumenn vóru komnir inn í Bagdad. Hann fekk tó ikki staðið í frið, tí amerikumenn vóru komnir [...] Granskarin Per Ahlberg var komin fram á tey í onkrari goymslu og kundi "sigursælur" vísa á, at nú hevði hann funnið millumliðið, sum kundi vísa, hvussu vit menniskju ikki einans stava frá apum, men "upprunaliga"
konfronterar mannin við tað, hann sigur, og spyr, hvar hann hevur hoyrt henda haturs- og hevndarboðskap. Tey, sum lesa samrøðuna við Møllehave, ganga sjálvandi út frá, at hann hevur hoyrt slíkt í Føroyum [...] liggja bløðandi á gólvinum, má sigast at vera langt úti, og ein fær varhuga av, at Møllehave, tá ið hann sipar til søguna í Lukas 10, hevur hug at identifisera føroyingar við ránsmenninar, prestin og levitin [...] Møllehave at finna eitt land, sum hevur fostrað so nógvar miskunnsamar samariubúgvar sum Føroyar, og man hann vita, at Føroyar eru heimsmeistarar í at senda trúboðarar út í onnur lond. Og visti journalisturin
kirkjuna, og tí skulu vit siga eitt sindur meira um hendan mannin. Hann kom úr Streymnesi og varð nevndur gamli Ólavur millum manna. Hann var giftur við Johanne Johannesdatter. Hon var systir til Tummas [...] sindur hava vit funnið fram til. Fyrsti prestur aftan á trúbótina æt Petur Lydersen Færøe, (1538-1588). Hann sat á Kjalnesi. Fyrsta kirkjan, ið nakað skrivligt er um, varð bygd í 1685. Hon varð bygd á somu grund [...] for nær ved træbygningen. Også ligger den temmelig langt fra bygden på et lavt og fugtigt sted." Og hann skrivar víðari, at tá tað regnar, kemur man illa turrskøddur í kirkjuna. Vit sum liva í dag, skilja
Men gott í teg, landsstýrismaðurin, lat ikki sjónarringin vera so trongan, at hann bert vendir í ein landsynning. Lat hann fara um allan sjónarringin!!!!! Eg meini við, at ikki nýtist okkum at finna uppá [...] seta vit, hvat vilja vit við fólkaskúlanum og hvussu kunnu vit alla tíðina menna skúlan, soleiðis at hann er tíðarhóskandi? Kundi hugsað mær at spurt landsstýrismannin í mentamálum eitt nú, hvussu nógvar [...] granskingina. Eisini her er stór signalørkymlan. Eg eri samd við landsstýrismann-inum í fíggjarmálum, tá hann førir fram, at best er at savna allar játtanir til gransking á einum stað, so mest fæst burtur úr
rúgvu av yvirskoti. Sum var tað tað lættasta í verðini, ja sum um hann bara stuttleikaði sær saman við Beethoven. Og óivað gjørdi hann tað. Í øllum førum var tað sera hugtakandi at uppliva og hoyra, at [...] gitin. Av góðum orsøkum eru ongar upptøkur av sjálvum Beet-hov-en, men torført er at ímynda sær, at hann kann hava gjørt tað nógv betur enn okkara Jóhannes Andreasen. Tað virtuosa og kensluborna spælið, [...] orkumikil Bernharður, ið við ótrúligum akrobatiskum rørslum stjórnaði, so tað stóð eftir. Stundum var hann sum ein risi á at líta og aðra tíðir sum ein lítil mús. Tað er einki at ivast í, at Berharður eigur