Veðrið er av tí fagrasta, og teir 2.278 áskoðararnir á Tórsvølli hava í kvøld verið óførir í fína summarveðrinum.
Nú hevur kroatiski dómarin Igor Pajac bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 2-1. Heimasigurin ber við sær, at hóttanin at flyta niður úr næstniðasta Nations League bólkinum í fyrstu syftu er løgd yvir á Litava, ið er greitt aftast í bólkinum.
Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Tað var stórur hvøkkur og ikki sambært leikgongdini, tá ið gestirnir á Tórsvølli longu í sætta minutti løgdu seg á odda. Hetta var fyrsta ferðin, at móttøðumenninir vóru í føroyska brotsteiginum. Eftir horna og út frá aftur varð lagt flatt innfyri úr høgru, og meðan nógvir av føroysku spælarunum hugdu at, ferðaðist bólturin til handara stólpa, og so var tað mál.
Føroyingarnir reistu seg, og í løtum megnaðu teir skipað spæl. Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen, sum vóru nýggir í uppstillingini, vóru væl upplagdir, og Meinhard E. Olsen vísti sama hugburð og avrik, sum hann gjørdi týskvøldið, tá ið hann var sera eyðsýndur ímóti Luksemburg.
20 minuttir vóru farnir, tá ið Jóannes Bjartalíð legði fínt fram úr vinstru, Klæmint A. Olsen fór um koll við handara stólpa, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Viljormur Davidsen í sínum 59. landsdysti umsetti til 1-1. Hetta var triðja ferðin, at Viljormur Davidsen var málskjútti á landsliðnum.
Og so var tað, at Jákup B. Andreasen lítla løtu undan steðginum krýndi gott avrik við fínum máli. Eyðsýndi Meinhard E. Olsen átti snilda uppleggið í vinstru, og av brotsteigarmarkinum og mitt fyri smekkaði KÍ liðformaðurin umvegis stólpan bóltin í málið og so var 2-1. Hetta var fyrsta málið á landsliðnum hjá KÍ liðformanninum, sum í kvøld fyri 12. ferð umboðaði føðilandið á A-landsliðnum.
Eftir steðgin vóru gestirnir einki aftanfyri føroyska liðið, sum einaferð bjargaði á strikuni.
Men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og fótbóltsspælið var einki at rópa hurrá fyri. Næst við at fáa mál vóru heimamenninir í síðsta minutti av vanligu leiktíðini, tá ið innskifti Hallur Hansson eftir skjótt mótálop sendi bóltin í stólpan.
Tað er ikki á hvørjum degi og ári, at Føroyar vinna landsdystir í fótbólti. Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin var 24. august í 1988 ella fyri skjótt 34 árum síðani. Sigurin í kvøld er tann 34. í altjóða fótbólti hjá Føroyum. Alt er søtt hjá stí svanga, og í kvøld fegnast fótbólts Føroyar um sigurin og ynskja landsliðnum blíðan byr á ferðini til Luksemburg, har landsliðið týskvøldið fær møguleika at reisa seg ímóti Luksemburg.
Føroyar – Litava 2-1 (2-1)
Nations League
Leygardagin 11. juni 2022 kl. 17.00 á Tórsvølli
Dómarakvartett úr Kroatia: Igor Pajec, Goran Pataki, Ivan Mihalj og Ivan Bebek (4. dómari)
2278 áskoðarar
Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (Sonni Ragnar Nattestad, 67.), Hørður H. Askham (Heini Vatnsdal, 25.), Viljormur Davidsen, liðformaður – Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen (Hallur Hansson, 67.), Meinhard E. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 67.) – Patrik Johannesen (Jóan Símun Edmundsson, 83.), Klæmint A. Olsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Mattias H. Lamhauge, Mads Bo Mikkelsen, Daniel Johansen, Rógvi Baldvinsson, Hannes Agnarsson, Heðin Hansen
Gult kort: Odmar Færø, Ári Mohr Jónsson, Jóan Símun Edmundsson
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze