Jóannes vendi øllum á høvdið

Tá ið tað sá heilt svart út, skoraði Jóannes Bjartalíð tvey mál í tveir minuttir, og so endaði tað javnt í Luksembourg

Jóannes Bjartalíð fegnast saman við liðfeløgunum um, at tað eydnaðist at venda 2-0 til 2-2. Hetta var fyrsta ferðin, at Jóannes Bjartalíð, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 21. ferð, var málskjútti á landsliðnum

Fótbóltur kann vera heilt undarligur og øgiiga torførur at rokna út.

 

Føroyar hava í kvøld megnað 2-2 á útivølli í Luksembourg, sum fyri viku síðani vann 1-0 á Tórsvølli.

 

Tá ið teir í kvøld fóru at hvíla seg, var heimaliðið frammanfyri 1-0. Málið varð skorað við brotssparki, sum føroyski málverjin var óheppin at gera eftir langa framlegging.

 

Einki var at siga til, at føroyingarnir kendu seg ikki hava vunnið tað í fyrra hálvleiki, sum teir høvdu uppiborið, tí føroyska avrikið í fyrra hálvleiki var á góðari leið, og í hvussu so er í tveimum førum hevði einki forgjørt verið í tí, um okkara menn høvdu skorað mál.

 

Og so fór føroyska liðið lítla løtu eftir steðgin heilt á botn. Eftir langa framlegging úr vinstru og lítið sannførandi avrik í verjuni varð støðan 2-0, mótbrekkan kendist øgiliga brøtt, og spurningurin spøkti, um talan nú fór at vera um uppaftur størri tap.

 

So var tað eftir tveimum minuttum, at alt varð vent á høvdið og støðan varð 2-2.

 

Meistari fyri báðum føroysku málunum var Jóannes Bjartalíð, sum í sínum 21. landsdysti fyri fyrstu ferð var málskjútti og skoraði tvey mál. Tað fyrra smekkaði hann til, tá ið bólturin kom út frá málinum, og Jóannes Bjartalíð sera hegnisliga og eitt sindur úr høgru hálvfluktaði bóltin dygst inn við stólparótini, og tveir minuttir seinni var tað, eftir at Meinhard E. Olsen eitt sindur úr vinstru spældi Jóannes Bjartalíð leysan, og hann smekkaði til. Bólturin tók í ein av mótstøðumonnunum og sigldi í bleytum boga í netið.

 

Føroyingarnir fegnaðust, og hóast trýstið vaks fram ímóti dystarloki, so eydnaðist tað at halda tætt.

 

-Stríðsandin var stórur, og tað boðar frá góðum morali, at vit megnaðu at reisa okkum, hóast vit vóru aftanfyri við tveimum málum. Nú hava vit fýra stig, og tað er upp á onkran máta góðkent. Tveir dystir bíða í september, og tað eru útlit fyri, at vit kunnu skava fleiri stig saman og sleppa undan at flyta niður, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpinum.

 

-Vit vóru varnir í útgangsstøðu, og tað var torført, tí fremsti maður hjá teimum var skjótur. So broyttu vit og fluttu ein eyka aftur í miðverjuna. Vit iðra okkum um málini, sum ikki áttu at farið ígjøgnum, og vit iðra okkum um, at vit ikki fingu úrtøku úr teimum trimum møguleikunum, sum vit høvdu í fyrra hálvleiki. Samlaða úrtøkan er ikki heilt at liva við, hóast tað eru góð lið, sum vit kappast við, men vit herja á aftur í heyst, sigur liðformaðurin á føroyska liðnum Hallur Hansson.

 

 

 

 

 

Luksemburg – Føroyar 2-2 (1-0)

 

1-0: Gerson Rodrigues br 12.

 

2-0: Leandro Barreiro 49.

 

2-1: Jóannes Bjartalíð 57.

 

2-2: Jóannes Bjartalíð 59.

 

Nations League

 

Á Stade de Luxembourg – Luxembourg

 

Týsdagin 14. juni 2022 kl. 20.45

 

Dómarakvartett úr Italia: Michael Fabbri, Ciro Carbone, Giorgio Peretti og Livio Marinelli

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen (Heðin Hansen, 89.), Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal (Rógvi Baldvinsson, 60.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Mads Bo Mikkelsen, 89.), René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Meinhard E. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 73.) – Klæmint A. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 46.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Mattias H. Lamhauge, Daniel Johansen, Hørður H. Askham, Hannes Agnarsson, Patrik Johannesen

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Jóannes Bjartalíð fegnast saman við liðfeløgunum um, at tað eydnaðist at venda 2-0 til 2-2. Hetta var fyrsta ferðin, at Jóannes Bjartalíð, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 21. ferð, var málskjútti á landsliðnum