skulu hjálpa dómarunum at finna tann dansarin, ið er mest fjølbroyttur. Men hetta ger somuleiðis, at tað er sera torført at spáa um favorittar, tí er Vígdis eisini trek at tosa um sínar møguleikar fyri [...] Pardansur var heilt nýggjur fyri meg, tað er ikki nakað sum eg havi gjørt nakað av annað enn eitt sindur til stuttleikar. Hip Hop er heldur ikki nakað, sum eg havi vant. Tá er tað eitt sindur trupult at meistra [...] gjørligt. Tey hava júst fingið at vita, hvør partnari teirra er hesa vikuna. Hvussu hetta gongur og um hetta er nóg mikið til, at føroyski luttakarin verður verandi í kappingini, síggja vit í beinleiðis
ofta uppliva er, tá ið eitt mótboð sigst vera komið. - Tá er ikki løgið, at ivin reelt liggur í bakhøvdinum á keypara, um hetta boðið er veruligt ella ikki. Ein máti at koma hesum til lívs er, at meklarin [...] teir helst at siga. Men veruleikin er, at trygdin er ikki nóg góð sum er, sigur hann, og tekur upp aftur, at tað ber ikki til at umboða tveir partar í senn - hetta er ein deyðsynd hjá advokatum, sum teir [...] stóri dreymurin er um at ganga út. Og fyri nógv teirra er alt pappírsarbeiðið bara neyðugt onde. Hugburðurin er ofta, at vanlukkan hendir bara fyri grannan og ikki fyri meg. Keyparin er ofta vanligur løntakari
Málningalistin hjá Ingálvi er høgt í metum í øllum Norðurlondum. Men teknilistin stendur ikki aftanfyri. Hann er millum teir allar fresmtu teknararnar, men hesin parturin av list Ingálvs er neyvan so kendur uttan [...] uppreistrarmaðurin í føroyskari list ? Ingálvur av Reyni ? áttati ár. Framsýningin, sum enn er at síggja í Listaskálanum, er óivað ein tann besta og sterkasta framsýningin, sum nakar einstakur føroyskur listamaður [...] Tinganesi, Niels Finsensgøtu ella Porkeri, sum vit øll kendu aftur? Neyvan. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er ikki so lættgongt inn listaverð Ingálvs. Nógv torgaðu slettis ikki inn í henda heimin
landsstýrisformaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum. Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin. Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at danir [...] ina millum samband og loysing í Føroyum. Men hann hevur ikki kenslu av, at slíkt er í Grønlandi í løtuni, Gott nokk er hann greiður yvir, at tað eisini eru loysingarmenn í Grønlandi, sigur Jonathan Motzfeldt [...] eru í ferð við at flyta ráevnisumsitingina til Grønlands. Semja er um, sigur Jonathan Motzfeldt, at tað skal henda tann 1. juli 1998. Eftir er at samráðast um gjaldið fyri umsitingina. Grønlendingar vilja
ein tilgongd, sum nevnd er her, verður sett í verk. Sitandi býráð hevur longu sett skjøtil á hetta týdningarmikla arbeiði við at seta ein integratiónssamskipara í starv. Tað er umráðandi, at hesin int [...] samfelagnum. Føroyska “stórfamiljan” er afturlatin og tykist óttafull, tá tað ræður um at fáa útlendingar við ymiskari mentanarligari bakgrund við í felagsskapin. Føroyski felagsskapurin hevur onga orsøk til [...] varða av arbeiðsmarknaðinum, ganga saman um at virka fyri, at tann føroyski integrasjónspolitikkurin eydnast. Heilt avgerandi fyri hetta er, at okkara útlendsku borgarar eru virknir luttakarar í tilgongdini
Annar er sáttmálin, og hin er fiskaprísurin, og skulu hesir munir lýsast nærri. Sáttmálin Í Íslandi eru tveir satsir í sáttmálanum. Annar er prosentparturin, sum fiskimenn fáa til býtis. Hann er 32,3% [...] kr. 1.600 pr. dag. Hetta er bert eitt vet meira enn daginntøkan við føroyskum línuskipum í 2006, sum var knappar kr. 1.500 um dagin. Spurningurin er tískil, hvør orsøkin er til, at so nógv størri veiða [...] 3% av brutto. So er eisini nakað sum eitur ”skiftisverð”, sum er ein óbeinleiðis oljufrádráttur. Hetta er tann parturin av hesum 32,3%, sum veruliga kemur til býtis. Skiftiverð valdast oljuprísin, men við
aftaná og tá kemur so málið. Eg haldi hatta er eitt gott mál, serliga av viðspælaranum, sum nærmast fer á knæ fyri at leggja bóltin av til mín, sigur føroyski vongurin í Kristiansund og leggur afturat: [...] málið, tá Kristiansund í steypakappingini vann 1-0 á Herd úr fjórðbestu deildini. sunnudagin byrjaði føroyski vongurin á bonkinum, men byrjaði longu at hita upp í fyrra hálvleiki. Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum [...] afturat: Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER - Eg náddi akkurát at hugsa, at nú var eg komin inn og hevði avgjørt dystin. Aftaná vónaði eg bara at dómarin bríkslaði av, sigur Meinhard E. Olsen við einum
Hafnia er tað øvugt. Her verða vit næstan eggjað til at brúka hvítleyk. Einasta kravið á Hotel Hafnia viðvíkjandi mati er, at buffetin verður gjørd. Til restina fáa kokkarnir fríar hendur, og heldur Maud, [...] Tað einasta vit skulu gera er at tilseta vatn og eitt lítið sindur av salti. Sjóluftin ger, at tann føroyski mátin at goyma mat uppá, ger føroyska kjøtið heilt serligt, og er føroyskt kjøt nakað, sum vit [...] siga, tað er smakkurin sum telur, greiðir Maud frá. ? Eg havi arbeitt á støðum har vit hava fingið boð um at brúka so lítið av hvítleyki sum møguligt, soleiðis at hvítleyksbrúkið varð avmarkað. Her á Hafnia
lítil búskapur sum tann føroyski við einari dominerandi høvuðsvinnu, fer altíð at verða viðbrekin. Men føroyingar skulu hinvegin verða fegnir um, at tað er fiskivinnan, sum er høvuðsvinnan, og ikki [...] n - er eisini í holt við at tillaga seg til árinini frá fíggjarkreppuni. Og hennara boðskapur til tryggingarfyritøkur er einfaldur: - Seti prísirnar rætt! Tryggingarvinnan hevur ein óvana, sum er, at [...] slíkum umstøðum er tað lutfalsliga gott at hava matvørur sum høvuðsvinnu, tí líkamikið hvussu ógvuslig kreppan gerst, so verður altíð eftirspurningur eftir mati. So tykkara útgangsstøði er slettis ikki
Prix Føroyar, sum eftirhondini er vorðið tað stórsta tónleika-showið vit í heila tikið hava her heima. Eitt frálíkt tiltak, sum við sínum kappingaranda og geografisku breidd er við at stimbra breiddina og [...] tunguna. Tað er ikki traditión fyri at politikarar fáa sveittan út av at kjaka menning av føroyskum matsiði. Men eg hómi at ein líknandi tørvur sum á tónleikaøkinum er við at melda seg. Tað er tørvur á at [...] í Týskalandi og North Humberland í Onglandi eru við. Endamálið er tað sama: at kveikja lív aftur í eldri og fornan matsið. Ideologiskt er ongin ivi um hvaðar rákið fer. Hugtakið tann ?politiski forbrúkarin