Meistarin áttati

FØÐINGARDAGSHEILSAN. Mánadagin fyllir nýskaparin og uppreistrarmaðurin í føroyskari list - Ingálvur av Reyni - áttati ár. Framsýningin, sum enn er at síggja í Listaskálanum, er óivað ein tann besta og sterkasta framsýningin, sum nakar einstakur føroyskur listamaður hevur havt

 

Jóhann Mortensen

At trína inn í Listaskálan leygardagin tann 25. November var sum at koma inn í eina framsýningarhøli í útlondum við altjóða list. Framsýningin bar ikki dám av, at hesin skálin liggur fjart úti í Norðurhøvum. Heldur ikki bóru listarverkini dám av, at listarmaðurin stundar ímóti teimum áttati.

Men mánadagin fyllir nýskaparin og uppreistrarmaðurin í føroyskari list ? Ingálvur av Reyni ? áttati ár. Framsýningin, sum enn er at síggja í Listaskálanum, er óivað ein tann besta og sterkasta framsýningin, sum nakar einstakur føroyskur listamaður hevur havt.

Ingálvur stendur á listarliga tindinum. Hevur gingið gjøgnum líðir, skursl og hamrar. Í toku og sól. Og nú ? sólin er við at koma vestur um ? skoðar hann í kring og letur hugin reika. Hugflogið hevur ikki verið størri enn tað sama. Tað vísa verkini á hvítu bróstunum, og heitini á málningum og vatnlitsmyndum siga tað eisini. Allar myndirnar bera dám av dýpd í innihaldi.

Harafturat hevur tann stóra fjøldin góðtikið list hansara. Tað sóu vit henda seinrapartin, tá dyrnar lótu upp. Fólk tustu inn. Fleiri enn á eini ólavsøkuframsýning. Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, tá vit hoyrdu fólk spyrja, - Hví málar Ingálvur ikki sum fyrr ? sum í hálvttrýssunum? Tá hús vóru hús, og fjøll vóru fjøll. Og tá fólk vóru fólk.

Men nú kunnu vit kunnu uttan at ivast siga, at hann av álvara hevur fingið fólksins viðurkenning.

Gott var, at hann slepti tí meiri stílfulla og naturalistiska málninginum. Hevði Ingálvur verið ein so spennandi og so høgt mettur listarmaður, um hann framvegis málaði myndir av Tinganesi, Niels Finsensgøtu ella Porkeri, sum vit øll kendu aftur? Neyvan.

Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er ikki so lættgongt inn listaverð Ingálvs. Nógv torgaðu slettis ikki inn í henda heimin, tí har eru bæði stíggir og skorðar at fara um, men nú koma alt fleiri inn í hetta listarliga bjargalendið. Har síggja vit stór listarlig virði. Og vit finna eina javnvág, sum er so týðandi í okkara ferðmiklu tíð.

Gondin í listini hjá Ingálvi vísir, at hann hevur verið djarvur og nýskapandi. Hann var ein tann fyrsti føroyski listamálarin, sum abstraheraði frá tí meiri naturalistiska málninginum, hóast motivini framvegis hómaðust. Og tað var ikki lætt hjá einum leitandi listamanni í teimum kørgu fimmti- og sekstiárunum, tá nærum eingin hevði møguleika at ogna sær ein málning. Men hann hevði ta neyðugu styrkina og dirvið.

Var íblásturin ikki nóg stórur her í oyggjunum, gekk leiðin í onnur lond. Helst til høvuðsstað listarinnar, París. Har kundi hann síggja verk hjá listarligu skyldmonnunum frá aldarskiftinum, Braque ella Cézanne. Og hagar gongur leiðin enn.

Málningalistin hjá Ingálvi er høgt í metum í øllum Norðurlondum. Men teknilistin stendur ikki aftanfyri. Hann er millum teir allar fresmtu teknararnar, men hesin parturin av list Ingálvs er neyvan so kendur uttan fyri landoddarnar. Tíverri. Bæði tann fría og einfalda strikan frá teimum seinru árunum og tær meira føstu tekningarnar frá fimti- og sekstiárunum skara framúr. Fólkalýsingarnar og andlitsmyndirnar. Ella tak tekningarnar í bókini Tann Deiliga Havn! Teknaði hann seg ikki við hesum tekningunum úr gomlu Havnini inn í hjørtuni á okkum havnarfólkum?

Hvør er so hesin listamaðurin, hesin erligi listamaðurin? Sum, um tað at mála hevur sagt, at tú mást vera sannur. Og sum sigur, at tú mást hava upplivað tað, tú ger. Jú, hann er havnarmaður. Føddur og uppvaksin í Havnini, og tíðum møta vit listamanninum av Ingutrøð í Havnargøtum. Til gongu. Heilsar fryntligur, lyftir kollinum á. Til vinstru og høgru. Fer víðari, og prátar kanska við tann næsta, hann møtir. Soleiðis síggja vit hann og soleiðis kenna vit hann.

Vinsælur og fyrikomandi. Lítillátin og sjálvatfinningarsamur. Ja, tað hevur helst verið treytin fyri at koma á tindin. - Men hvussu kann hesin spakføri maðurin taka seg upp sum eitt listarligt óløgi í litum og strikum, henda- og handaveg, í reyðum, gráum og svørtum? Ella leggja seg aftur í friðsælum gráum, gulum og grønum støðuhyljum. Ein gáta.

Góði Ingálvur! Vit eru mong, sum tú hevur hugtikið og sum tú hugtekur. Sum hava havt spennandi løtur, tá vit eru farin á ferð í listaverð tína. Hava leitað og funnið. Ella kanska ikki funnið, men eru vend aftur. Og venda aftur fyri at njóta hesi verk, hesar kompositiónir og litir. Á framsýningum, á stovnum ella í bókum. Heilgjørt og orginalt. Ja, eisini framsýningarskráirnar eru orginalar. Vit gleðast um tað, tú skapar, tí hugskygdar skapanargávur eigur tú.


Hjartaliga tillukku!