miðlunum. Fyri at skilja frustratiónina, sum hevur verið millum tey ungu í Nepal, skal ein sambært Andreasi Nielsen heilt aftur til 2008. Hetta árið feldi ein kollvelting kongsveldið eftir nógv ár við [...] Mellemfolkeligt Samvirke. Hann er í dagligum sambandi við starvsfelagar, sum eru til staðar í Nepal. Tey boða millum annað frá, at ein hernaðartyrla týsdagin skeyt móti mótmælisfólkum. Hetta er ikki váttað [...] atgongdina til sosialu miðlarnar. Men sambært Andreasi Nielsen liggur meira aftanfyri. - Beint nú royna tey ungu at viðgera tað ekstrema vónbrotið, sum er við korruptión og vantandi møguleikum at fáa eitt arbeiði
í einum uppslagi á X. Tey deyðu eru ein maður í 50-unum, tríggir menn í 30-unum og ein miðaldrandi kvinna. Skottilburðurin fór fram við vegamótið Ramot, sum liggur í ísraelskt hersetta økinum í Eysturjerusalem [...] Eysturjerusalem. Sambært einari ísraelskari sjónvarpsstøð fóru gerningsmenn inn í ein buss og skutu eftir ferðafólkunum, skrivar The Times of Israel. Teir vórðu seinni báðir skotin og dripnir av einum trygdarvørði
frásagnir og tabu-evni sum skiftisárini, samleikarannsakan og tað, at hoyra til. Festivalurin verður í Norðurlandahúsinum, men sýningar verða eisini á Tjóðpallinum, í OY og á Glasi. Ein nýggjur norðurlendskur [...] kunstneriske opplevelser på Færøyene. Vi gleder oss veldig!” Skráin fyri VERK – Nordic Stage Days liggur á nlh.fo. Umframt sýningarnar hevur festivalurin eina serstaka skrá fyri fólk innan palllistarvinnuna
ikki eitt ógvusligt tap, og ongin pílur fór púra skeivur. Størsti munurin liggur í tí mentala, ásannar Jóannes – nervøsitetinum, sum stendst av, at mótstøðumaðurin telist millum teir allarbestu í heiminum [...] vindur, sum kom úr ymsum ættum, men veðrið var ikki so vánaligt, at tað skal hava skyldina fyri úrslitið – samanumtikið var avrikið hjá mær einfalt ikki nóg gott, sigur hann. Nikkel Petersen endaði sum nummar [...] og 25 stig meira til Nikkel, sum fekk 662 stig í úrtøkukappingini høvdu sent hann væl og virðiliga upp um gáttina og á eitt pláss miðskeiðis í 80’unum. Jógvan Niclasen, sum bleiv nummar 118 við 657 stigum
Petsjerskyj-økinum í býnum. Umframt smábarnið, sum læt lív, læt eisini ein ung kvinna lív í álopunum, skrivar borgrstjórin, Vitalij Klitsjko, á Telegram. Millum tey, sum fingu løstir í russisku álopunum og vórðu [...] vórðu løgd inn á sjúkrahús, var eisini ein kvinna, sum var við barn. Borgarstjórin sigur, at ein íbúðarbygningur í fleiri hæddum bleiv partvís oyðilagdur í Svjatosjynskyj-økinum, og leivdir frá dronum festu [...] Telegram í nátt, at eldur kom í stjórnarbygningin, eftir eitt russiskt dronuálop, sum síðan gjørdist til eitt rakettálop. Vitnir, sum tíðindastovurnar, Reuters og AP, hava skift orð við, siga, at tjúkkur roykur
ungarska tjóðartingið eina lóg, sum gevur løgregluni lógargrundarlag fyri at banna LGBTQ skrúðgongu. Endamálið var at verja børnini í Ungarn. Felagsskapurin Diverse Youth Network, sum stendur aftanfyri skrúðgonguna [...] verður sum ætlað 4. oktober. Nationali konservativi flokkurin hjá Viktor Orban, forsætisráðharra, Fidesz, hevur stóran meiriluta av sessum í ungarska tjóðartinginum. Stjórnin hjá Orban førir ein avmarkandi [...] nýggja lóggávan loyvt løgregluni at brúka andlitseyðkenning til at eyðmerkja fólk, sum luttaka í pride skrúðgongum. Pécs liggur í suður Ungarn og er fimtstørsti býur í landinum. Í býnum búgva umleið 140.000
mjólkarkvotur, og í dag hevur garðurin eina kvotu, sum liggur um góð 600 tons um árið. Hetta er ein stór kvota í mun til tey umleið 170 tonsini, sum garðurin hevði, tó Rasmus festi garðin, men bóndin noyðist [...] gamla mannin, sum áður hevði havt garðin, at tosa við, og hann var honum ein góður stuðul, til hann doyði. - Hetta var líka sum mín inngangsvinkul til føroyska samfelagið, sigur Rasmus Norup. Ein stór uppgáva [...] - Ja, hann hevur ein garð við 70 neytum. Hetta er ein familjugarður, sum er gingin í arv frá abba mínum, og tað gongur rímiliga væl á garðinum í Danmark. Hvør er so munurin at reka ein bóndagarð í Danmark
ímóti øllum fiskinum sum verður skorin. Tað er vorðið skjótari at reinsa fiskin, fyrr bleiv uggin skorin av, og síðani bleiv kílaskorðið, men í 2018 fekk Kósin nýggja maskinu, sum sker kílan úr fiskinum [...] Kósini starvast fleiri útlendingar, sum eru komin við fast track skipanini. Flestu útlendsku starvsfólkini trívast væl, tey flestu hava onkran í onkran í familjuni sum arbeiðir á virkinum, og tí hava tey [...] heldur tað vera týdningarmikið at taka væl ímóti øllum sum koma. – Tá vit eru góð við tey, so eru tey eisini góð við okkum. Samskiftið kann vera ein trupulleiki, tí summi av føroysku starvsfólkunum duga
partinum av ukrainska herinum, sum tekur sær av ukrainsku dronuálopunum. Oljureinsiverkið liggur í býnum og regiónini við sama navni - Rjazan, slakar 200 kilometrar í ein landsynning úr Moskva. Tíðindastovan [...] eisini hevur lopið á eina russiska oljugoymslu. - Goymslan er í tí partinum av Luhansk í Ukraina, sum russiski herurin hevur ræðið yvir, verður lagt aftrat. Lesið eisini - Bensintrot í pørtum av Russlandi
eitt ár, at ein danskur felagsskapur verður raktur í einum rakettálopi. Hin 2. september í 2024 varð Kyiv-skrivstovan hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunar rakt av einari rakett. Tsjernihiv liggur norðanfyri ukrainska [...] eisini starvsfólk, sum fáast við at rudda burtur minur, og hesi eru á skeiði, áðrenn tey byrja í slíkum starvi. Dansk Flyktninghjælp ger eisini neyðhjálpararbeiði og hjálpir fólki, sum eru rakt av kríggi