sigur, at úrslitið er betri enn væntað við ársbyrjan. Bæði rentuinntøkurnar og kostnaðargongdin hava verið betri enn mett. Útlánini eru vaksin 115 milliónir krónur síðan árslok 2025 og vóru 5,037 milliardir [...] krónur upp í 1,282 milliardir. Nettoinntøkurnar av rentum og gjøldum vóru 218,8 milliónir krónur. Tað er ein lækking á 0,9 milliónir samanborið við fyrra hálvár í fjør. Samlaðu útreiðslurnar við avskrivingum
ferðina suður í hitan í Póllandi. Tað vóru nógvar skeivar sendingar, og tað vóru fáar renningar. Sum fyrri hálvleikur leið, gekk meiri fyri seg á HB hálvuni, men tað var sera sjáldan, at talan var um KÍ [...] kappingini um europeisku plássini, og tað er ikki ósannlíkt, at HB verður partur av fleiri liðum, sum síðsta triðingin av kappingini fara at kappast um FM heitið. Tað er greitt, nú HB í góðveðrinum í kvøld [...] tá ið KÍ síðstu 20 minuttirnar spenti álopsbogan, kom tað fyri, at HB var vandamikið í skjótum mótálopum. Og tá ið 13 minuttir vóru eftir, var tað innskifti Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í tóma
vikurnar verið í kapping um at sleppa undan plássi undir niðurflytingarstrikuni, sum HB undan dagsins umfari var undir. Í dag var grannauppgerð í Gundadali, tá ið HB hevði vitjan av FC Hoyvík, og tað var als [...] als eingin spenningur og ivi um úrslitið. HB vann 5-0, og tað ber við sær, at HB nú er á áttanda plássi við 20 stigum fyri 20 dystir, og at FC Hoyvík er á níggjunda plássi við 19 stigum fyri 20 dystir [...] deild. Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Silas Joensen um munin til 2-0, og næstu løtuna gekk tað skjótt við málskjótingini, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Dánjal Reginsson við brotssparki
endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum [...] og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini at venda aftur til nakað, sum altíð hevur verið við honum. Landslagið [...] onkur hevur verið har. Arkitekturur, tómleiki, mjørki og ljós gerast sálarlig rúm. Smáar menniskjafigurur standa móti stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið
Vandin við mistum gørnum er, at tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist. Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum [...] hevur fiskivinnuumsitingin syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum. Her hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. K
Har var mikil málageipan inni, og vísti tað seg at vera havnafrúur, sum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at veva, tí her vóru umstøðurnar munandi betri enn í Havn, lótu tær at. Her var so deiligt, rúmligt [...] Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og var hetta als ikki fyrsta ferðin, tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum
Lundi, lomvigi og annar sjófuglur hava heilt síðani landnámstíðina verið ein týðandi partur av føðini hjá nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 [...] Fróðskaparsetrinum, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur
kunnu fáa avleiðingar fyri eftirmetingina hjá ICES. Verður tað torførari hjá ICES at góðtaka føroysku umsitingarætlanina sum burðardygga, kann tað aftur fáa týdning fyri MSC-góðkenningina. Hetta kann hava [...] frá at lata teir 750 eyka fiskidagarnar. Stovnurin vísir á, at toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið [...] 10 prosent av toskinum Bátarnir í bólki 5 B avreiddu í fjør 1.066 tons av toski av Landgrunninum. Tað svaraði til góð 10 prosent av samlaðu toskaavreiðingunum. Harumframt vísa skrásetingar sambært uppskotinum
Anna og Guðrun halda, at tað er ein øðrvísi uppliving hjá ferðafólkum at koma á gátt í Spinnarínum, tí har verður fari niður í ferð, og tað er júst tað sum eyðkennir ullarbeiði. - Tað er gott fyri sinni at [...] tógv er tógv, men tað er ikki so einfalt. At spinna er sum at taka koyrikort, tú noyðist at kenna útgerðina, og vita hvat tú skal gera fyri at alt skal rigga sum tað skal, og tá blívur tað stuttligt. Spinnaríið [...] Guðrun Elttør var við frá byrjan, tá hevði hon, sum so mong onnur, lítlan kunnleika til tað at virka ull. - Tað sum eg helt vera áhugavert var íverksetanin, at fáa hetta at rigga, og so hvørt sum vit hava
sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi onga viðmerking um hetta málið, tí tað er áleikandi politimál, svarar Linjohn Christiansen. Eynar [...] einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar pengar, sigur Linjohn Christiansen. Hann vísir á, at hevði tað sama hent, tá smoltstøðin var í fullum virksemi, kundi skaðin verið sera stórur. Málið [...] Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur tosað við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu. – Eg kann vátta, at tað er framt herverk á vatnskipanina hjá Skálavíkar kommunu, sigur Linjohn C